Koddakríggj í sovikamarinum

Samgonguflokkarnir eru ongantíð komnir úr songini, men sita enn og spæla koddakríggj í sovikamarinum. Teir áttu at lagt seg endaliga og latið tey, sum vilja broytingar, sloppið framat

Veruligar broytingar í einum samfelag kunnu henda, tá bæði innanhýsis trýst og uttanhýsis umstøður virka saman við krøvum um atgerð og umstilling. Tá standa vit í einum sonevndum "søguligum gloppi", har tað er sera avgerandi, um vit megna at taka røttu avgerðirnar ella vit bara leggja okkum undir dýnuna og liggja sjóvarfallið av okkum.

Vit eru í eini slíkari støðu í Føroyum í dag, har vit kunnu taka ábyrgd og leggja um til burðardygd í okkara búskapi, vinnu og politiska skipan. Men sitandi ABC-samgonga hevur frá byrjan lagt seg undir dýnuna undir væðingini á heimastýrishúsunum. Og hon leggur støðugt fleiri og fleiri dýnur oman á alt samfelagið og atgerðarhugin hjá fólki.

Øll orkan fer til eitt standandi koddakríggj millum samgonguflokkarnar. Har fjølmiðlarnir dagliga varpa út innan úr sovikamarinum, sum var tað ein spennandi landsdystur, har samgonguleiðararnir skiftast um at stinga høvdið fram at greiða frá gongdini í koddakrígnum, meðan fjaðrarnir flúgva frá. Summir rýma av og á undan dýnuni og gera eitthvørt róp út í veruliga samfelagið, men skjótt verða teir drignir inn aftur undir dýnurnar at berjast við koddum.

Tað er eitt rættiligt bragd hjá øllum pørtum at halda uppi ímyndini av hesum landsdysti í ongum. Ongin veit, hvat málið er. Ongin veit, hvar bólturin er, ella hvørjum bólti spælt verður við. Ongin veit, hvørjar reglur galda. Ongin ætlar sær nakað við spælinum – uttan at júst at vera á vøllinum og sleppa í fjølmiðlarnar. Eitt er kortini vist, at hóast føroyska samfelagið tapir 50-null í hvørjum av hesum dystum samgongunnar, so kemur løgmaður út og fortelur okkum, at talan er um ein stórsigur til øll, og at øll hava vunnið.

Leingi hevur verið songartíð hjá sitandi samgongu, og alt bendir tíverri á, at um so allir heimsins hanar gala, so fæst hon ikki upp ella út í vindin. Og tað er niðurfaringartíð hjá tí gamla heimastýrisliga valdspolitikkinum hjá einstaklingum og flokkum, sum bara vendir inneftir og sum aftur og aftur leiðir okkum út í kreppur, forðar fyri broytingum og druknar í ábyrgdarundanstøkking og nalvaskoðan.

Frægast er tí, at samgongan bara leggur seg veruliga og letur tey, ið vilja gera nakrar veruligar broytingar og sum hava eina ætlan um at reisa seg, sleppa framat.