FLOGBÓLTUR
TB og Dráttur eru tvey av liðunum, sum royna at fanga oddaliðið, ÍF, aftur í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Sunnudagin møttust hesi bæði í høllini í Trongisvági, og undan dystinum var greitt, at vinnarin legði seg á annað plássið í meistaradeildini hjá kvinnum.
Heimaliðið fekk betru byrjanina uppá dystin. Munurin á liðunum var at kalla eingin í fyrsta setti. Tey fylgdust væl at allan vegin, og seint í settinum var greitt, at liðini mátti spæla út um tey vanliga 25 stigini. Her vóru kvinnurnar av Tvøroyri drúgvari. Tær vunnu settið 27-25, og sostatt høvdu tær fingið ein góða byrjan uppá dystin.
Dráttur tók yvir
Síðstu dystirnar hevur TB spælt uttan vanliga hevaran, Maju Popovic. Hon er við barn, og hevur tí gjørt av ikki at spæla meir á hesum sinni. Um hetta hevur ávirkað avrikini hjá TB skal vera ósagt, men gongdin hjá TB hevur ikki verið tann besta síðstu dystirnar.
Eisini í dystinum móti Drátti tóktist TB hava tað trupult. Sjálvt um tær vunnu 1. sett, so sást í 2. setti, at Dráttur var heldur oman á. Heldur ikki her var munurin serliga stórur, men tá settið leið ímóti endanum, gjørdist greitt, at her fór Dráttur helst at vinna.
Vágakvinnurnar drógu eisini longra stráðið í 3. setti, sum tær vunnu 25-22.
Í triðja setti var gongdin á leið tann sama, sum í øðrum. Munurin var ikki serliga stórur, men Dráttur helt seg eitt vet frammanfyri vertirnar. Aftur hesaferð var Dráttur heldur betri, og at enda vunnu tær eisini triðja sett 25-22.
Sostatt førdi Dráttur nú 2-1, og tær tóktust hava fult tamarhald á støðuni. Nú skuldi TB inn á vøllin at vinna síðstu tvey settini fyri at tryggja sær sigurin, men so bleiv ikki.
Fjórða settið gjørdist nevniliga eisini síðsta settið. Her kom munurin á liðunum veruliga til sjóndar. Nú hevði Dráttur fingið róð yvir spælið, og tær koyrdi sigurin trygt heim. Tær løgdu seg á odda mest sum alt fyri eitt, og munurin millum liðini vaks støðugt hetta settið. At enda vann Dráttur 25-18, og sostatt vunnu tær dystin 3-1.
Við sigrinum er Dráttur fari fram við TB á stigatalvuni, soleiðis at Dráttur nú liggur á øðrum plássi.










