Niclas Johannesen
Lagt er upp til eitt satt brak leygarkvøldið 30. oktober, tá føroyski bólkurin Frændur aftur fer á pall. Við sær hava teir tríggir frændarnir Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe Føroya Symfoniorkestur.
Mongu klassikararnir hjá klaksvíkingunum skulu nevniliga ílatast klassiskan búna og tónleikurin verður framførdur sum eitt slag av rockopera.
Tað var Føroya Symfoniorkestur, ið upprunaliga kom við ætlanini. Grundtakin var, at fyri at náa út til so stóran skara sum gjørligt - ja, so er einki meira upplagt enn at spæla løg hjá bólkinum við flest popp-klassikarunum í sjáttuni her á landi.
Stórt tiltak
Talan er um eitt megnar tiltak, har Norðurlandahúsið, Føroya Symfoniorkstur, Frændur, Útvarpið og Sjónvarpið arbeiða saman um at gera tiltakið til veruleika.Og neyvan áður munnu teknisku krøvini til eitt einstakt tiltak hava verið størri í Norðurlandahúsinum.
Fróði Vestergaard, ið arbeiðir við tiltakinum fyri Norðurlandahúsið, sigur, at alt í alt kann roknast við at millum 60-80 mikrofonir skulu brúkast - ið hvussu er skal symfoniorkestrið hava 40 mikrofonir, haraftrat skulu Frændir eisini hava ljóð.
Serligir monitorar til oyruni mugu eisini fáa, so elektriski tónleikurin frá Frændum ikki lekur ígjøgnum til symfoniorkestrið. Plexiglas skal setast upp og pallarurin verður í tveimum, soleiðis at symfoniorkestrið verður fyri seg oman fyri Frændur menninar.
Yvir hálva millión
At fáa slíkt tiltak á føtur er ikki bara ein stór teknisk abjóðing.
Fíggjarligu karmarnir fyri tiltakinum fara upp um hálva millión krónur. Haraftrat eru eisini ætlanir um at taka framførslurnar upp á fleiri spor, sum upptøkan møguliga kann gevast út á fløgu.
? Hetta er tó ikki heilt avgjørt enn. Men greitt er tað, at fyrsta konsertin verður 30. oktober. Pláss verður fyri 600 fólkum og kostnaðurin verður 150,- krónur, sigur Fróði Vestergaard.
Verður undirtøkan stór fara fleiri konsertir helst at verða hildnar. Hvussu nógvar er heldur ikki avgjørt enn.
Hinvegin er tað greitt, at klassiska partiturið, sum danin Jørgen Lauritzen hevur skrivað, verður klárt 1. september.
Tá verður klárt hjá Føroya Symfoniorkestri at fara undir venjingar. Tveir mánaðir vera sostatt hjá Frændum og Føroya Symfoniorksetri at fáa tað musikalska upp á pláss.









