Ólavsøkutiltøk aftur á Bryggjuni

Nú er komið upp undir land við at leggja ólavsøkuna í keypmannahavn til rættis. Hon verður leygardagin og sunnudagin 28. og 29. juli úti á Norðbryggjuni.

Tíðindaskriv


Hetta er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri ólavsøkutiltøkum á Bryggjuni. Hóast arbeiðsbólkurin hevur valt at leggja minni fyri hesu ferð, verður góð skrá og mangt og hvat at síggja og hoyra eisini hesu ferð. Ólavsøkan verður sett leygardagin 28. juli kl. 15 við røðu, felagssangi og eina løtu upp á gólv. Nýggi leiðarin í Føroyahúsinum Hans Petur í Brekkunum spælir fanfaruna og bjóðar væl komin. Eyðun Jóhannesen setir ólavsøkuna á hesum sinni.

Tá ið kappróðurin á Havnarvág rungar út yvir Kristianshavn og Bryggjuna, koma vanliga mong oman at lurta eftir. Tá ið hann er av fara nakrir føroyskir bátar at rógva kappróður í Kanalini, og kajakkir frá Tvørábátinum at vísa teirra kynstur.


Nógvur tónleikur

Ólavsøkuaftan verður konsert við Simma, Ólavi Øster og Fróða Sandoy. Dóttir Simma, Rudy, syngur. Seinni um kvøldið verður dansur, har væl dámdi Føroyski bólkurin Spaðar 5 spælir. Fríløturnar báðar dagarnar og um kvøldið fara Stamen Stantjev, Agnar Lamhauge og Hans Petur í Brekkunum at spæla uttandura og á tann hátt hugna um.

Kristnastova hevur sangløtu leygarkvøldið og ólavsøkudagur byrjar kl. 14 við gudstænastu í Kristianskirkjuni eins og í fjør. Tiltøk vera sjálvandi eisini fyri børn so sum ein íspegil og andlitsmáling. Eisini verður grill við pylsum og øðrum heitum mati, ballónum og øðrum til børn.

Midnáttarsangur og fýrverk verður ólavsøkuaftanskvøld.


Hittast á ólavsøku

Maður er mans gaman og tað er tiltikið á ólavsøku. Ymist verður at fara til, síggja og hoyra, men tað er sannroynd, at mong koma á ólavsøku at hitta vinir og kenningar, práta og fáa sær ein forkunnugan bita. Onkur fer upp a gólv. Nøkur standa og syngja. Tað er ólavsøkulag. Mong, sum eru farin niður at ferðast um ólavsøkumundið, spáka sær eina løtu út á Bryggjuna ólavsøkudagarnar.

- Nú skal mannast við fólki at taka hond í, smyrja mat og selja. Tað hevur eydnast sera væl árini frammanundan, og vit vóna at fleiri eisini í ár hava hug til at rætta okkum eina hond, sigur Martin Fjallstein, sum er ein í ólavsøkuarbeiðsbólkinum saman við Heina Davidsen, Judith og Mogens Nielsen, Páll Joen-Jacobsen, Georg Thomasson, Jeanette Mikkelsen, Jóannes Højgaard og Hans Petur í Brekkunum.