brunninum kemur undir kolvetnisskattaskipanina í Noregi, sum merkir at Faroe Petroleum rindar 22% av kostnaðinum hjá felagnum, meðan norska skattaskipanin rindar 78%. Í sambandi við boringina, hevur Faroe Petroleum [...] leitikostnaðunum, inntil landið rindar 78% árið eftir. Faroe Petroleum heldur fram við boriætlanini í Noregi, Føroyum og Vestan fyri Hetlandi. Boriætlanin, sum øll er fíggjað, inniheldur fleiri spennandi brunnar [...] GDF SUEZ eigur 20% og E.ON Ruhrgas eigur 10%. Faroe Petroleum sigur, at kolvetni vórðu ikki funnin í leitibrunninum, sum Ocean Vanguard boripallurin boraði. Hetta er fyrsti brunnur, sum er boraður á loyvinum
miðskeiðis í januar mánaði í Berlin, tá bæði russiskir og føroyskir myndugleikar luttaka á tiltakinum Grüne Woche. Ætlanin er síðani, at russiskir eftirlitsmyndugleikar fremja nýtt veterinert eftirlit í februar [...] og Birna Mørkøre, landsdjóralækni, vóru í gjár á fundi við stjóran á russiska eftirlitsstovninum Rosselkhoznadzor, ið hevur um hendur veterinera eftirlitið í Russlandi. Á fundinum varð umrøtt málið um [...] føroyskum fiski og fiskavørum til Russlands, og avrátt varð, at veterineru myndugleikarnir í ávikavist Russlandi og Føroyum undirskriva eitt sokallað Memorandum of Understanding, ið ger greitt, hvussu arbeitt
aftur í sigling ímillum Havnina og Suðuroynna mánadagin, men Dánjal Andreasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað verður sunnudagin, at Smyril verður aftur í sigling. - Smyril fer úr dokkini í Fredericia [...] verður í Føroyum leygardagin. Síðani skal proviantur umborð, samstundis sum hann annars skal gerast klárur at taka ímóti ferðafólki aftur, so tað verður seinnapartin sunnudagin, at hann verður settur í sigling [...] sigling aftur. Í dokkini er botnurin sýnaður og málaður, eins og biladekkið er málað. - Hann er sýnaður soleiðis, at hann nú kann sigla í tvey ár, uttan at skula aftur til sýn. Annars skuldi hann til sýn
nú atlimaskap í matvørustovninum hjá ST Í morgin fara londini í FAO at atkvøða um føroyskan atlimaskap, og í tí sambandi fara Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum [...] faklig ella politisk mál, ið verða viðgjørd. FAO var settur á stovn í 1945 og hevur í dag 190 limalond. Felagsskapurin hevur høvuðssæti í Rom. [...] leiklut innan altjóða fiskuvinnusamstarv, og atlimaskapurin fer at geva Føroyum møguleika fyri at hava ein virknan leiklut og ávirkan í samstarvinum. Atlimaskapurin gevur harafturat aðrar møguleikar fyri samstarvi
Kongaminnið í 1882. Kongaminnið varð reist fyri at minna um fyrstu kongavitjanina í Føroyum í 1872. Umframt Kongaminnið, so bygdi Jákup Andreas Arge bæði Amtmansborgina og Býráðshúsið í Havn. Í 1911 lat føroyski [...] Kristin í Geil, sum var blaðstjórið á Tingakrossi, var ein, ið ikki fór væl við fornminninum. Hóast pápin, Djóni í Geil, var ein monnumum aftanfyri byggingina av Kongaminninum, so var Kristin í Geil ikki [...] ikki bangin fyri at vísa sína misnøgd við Kongaminnið. Í blaðnum Tingakrossi góð 25 ár eftir Kongaminnið varð bygt, kallaði hann Kongaminnið fyri "snobbernes obelisk".
Í maj, juni og juli skein sólin í ár 175 tímar meira, enn eitt vanligt føroyskt summar. Mátingar hjá veðurstøðini í Havn vísa, at sóltímarnir hesar tríggjar mánaðirnar í ár vóru heilir 535. Hagtølini hjá [...] 1949, og í hesum tíðarskeiðnum, skulu vit heilt aftur til 1977 fyri at finna tað næst sólríkasta summarið. Tá skein sólin í 458 tímar. Hetta eru kortini 77 sóltímar færri, enn sóltímarnir í ár. Í 1981 vóru [...] av teimum í ár. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur orsøkina til góða summarið í ár vera tilvildarliga. Vit hava bert verið so heppin, at allur hátrýststreymurin er farin yvir Føroyum hetta summarið
komin í lag sum eitt mentanarligt samstarv um nútíðarlist millum Svenska Konstförbundet í Gøteborg og mentanarhúsið í Madrid. Listafólkini koma úr Svøríki og Finnlandi, umframt Rannvá úr Føroyum. Næsta [...] árini og hevur verið á listaskúla í Grikkalandi og Danmark, og arbeiðir mest við málningum, umframt at hon fæst við grafikk og skulptur. Í 1997 og 1998 hevði hon verk við á Várframsýningini. Eisini hevur hon [...] Næsta ár koma spaniólar at sýna fram í Gøteborg. Her kunnu nevnast nøvn so sum Miguel Alberquilla, Carlos Cruz de Castro, Totte Mannes og Carlos Evangelista. Rannvá hevur fingist við list seinastu 4 árini
Eirikur Lindenskov Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at kommununevndin, sum landsstýrið sett í 1996, mælir til, at vit í Føroyum í framtíðini fara at hava 7 - 10 kommunur. Álitið er ikki almannakunngjørt [...] hetta kortini varð mett at vera ov órealistiskt, varð í staðin skotið upp at skipa landið í níggju kommunur. Nevndin mælir til at Suðuroyggin verður býtt í tvær kommunur, sunnara og norðara. Sandoyggin verður [...] verður ein kommuna. Streymoyggin verður ein kommuna, undantikið kommunurnar í Sundalagnum - Hósvík og norðureftir. Kommunurnar í Sundalagnum verða ein kommuna. Skálafjørðurin verður ein kommuna. Fuglafjørður
Culture International 98 á skránni í Glasgow. Framsýningin hevur í mong ár verið hildin í Avemore, men er nú flutt til stórbýin, tí undirtøkan er so stór. Eisini úr Føroyum er stór undirtøka. Tað er Menni [...] Í mars mánað skipar Menningarstovan fyri felags túri til Skotlands í sambandi við stóra aliframsýning. Føroyskur básur verður eisini á hesi stevnu Dagarnar 18.-20. mars verður aliframsýningin Aqua Culture [...] føroyskur básur á Aqua Culture International framsýningini. Av tí at framsýningarnar so at siga eru í senn, verður gjørdur felagsfaldari, sum verður nýttur á báðum framsýningunum og umboðar tær føroysku
komin til at fólk aftur er farin Í gongd við vetrarÍtrivini. Soleiðis er eisini við tónleikaítrivunum, sum hava góðar dagar um veturin. Í kvøld kl. 19.30 verður konsert í Gøtu kirkju við Havnar Hornorkestri [...] Jones. Kenn Jones er úr Wales, hann starvast sum tónleikalærari og hetta er fyrsta árið hjá honum í Føroyum, og sostatt eisini fyrsta árið hjá honum sum orkesturleiðari hjá Havnar Hornorkestri Kórið fer at [...] enskan sálm, báðar við klaverfylgispæli, sum Eyðun á Lakjuni tekur sær av og tveir føroyskar sálmar. Í kórinum eru umleið 40 fólk og kórleiðari er Heðin Kambsdali. Hetta er fyrsta árið Heðin er kórleiðari