Freistin fyri ritgerðakappingini við heitinum »Stórhvalaveiða«, sum hevur verið á skránni hjá Setrinum fyri 1996-1997 er úti 1. august 1997.
Kappingarevnið er stór-hvalaveiða sum heild. Hugsað verður t.d. um spurningar sum hesar:
Yvirlit yvir hvalastøðir við manning ymsu tíðarskeiðini og ognarviðurskift-ini á bátunum. Arbeiðið umborð og arbeiðið á hvalastøðunum við at fáa hvalirnar til høldar og nyttu burtur úr teimum. Amboðini á hvalastøðunum. Sølan í Føroyum av tvøsti til matna, og hvagar fór útflutningurin av tí, sum kom burtur úr stórhvalaveiðini.
Nýggj ritgerðakapping
um tannasjúkur
og tannarøkt
Nýggja ritgerða- og savningarkappingin hjá Fróðskaparsetrinum ber heitið »Tannasjúkur og tannarøkt«. Vit vita, at tannasjúkan »brendar tenn« var mest sum ókend fyri uml. 150 árum síðani, og tað er ikki meira enn gott fimti ár síðani, at skipað tannarøkt byrjaði av álvara. Áðrenn ta tíð hava fólk hjálpt sær sum frægast, tá tannapínan herjaði.
Kappingarevnið er tannasøgan í síni heild. Enn eru fólk, sum hava upplivað tíðina áðrenn útbúnir tannlæknar komu til landið fyrstu tíðina við traðkiborimaskinu v.m. Fyrstu virkandi tannlæknarnir í Føroy-um liva enn, so bæði teir og fólk annars hava nógvar royndir og minni at festa á blað. Eisini eru fólk, sum hava trupulleika av at fara til tannlækna av eini hvørji orsøk hesi og onnur sum eru áhugað í hesum fyribrigdi, kundu eisini hugsast at nýtt høvi at skriva um upplivingar og kenslur.
Freistin at lata inn tilfar til hesa kapping er sett til 1. august 1998. Gjølligari upplýsingar fáast á Fróðskaparsetrinum.
Dómsnevndir verða valdar at meta um innkomna tilfarið og býta út virðislønir fyri bestu úrslitini. Setrið tekur sær rætt til at endurrita (ljósprenta) burtur úr øllum innkomnum tilfari til varðveitslu í søvnum sínum.