Chief 1: The Dreams avbera góðar møguleikar

Tá ið Rás2 prátaði við umboðsmannin hjá The Dreams, Chief 1, var hann sera jaligur um Føroyar.

 

Fyrst og fremst helt hann náttúruna vera fantastiska, og hann segði seg kenna seg so pinkulítlan, tá ið hann er her í flottu og harðligu náttúruni. Harafturímóti var hann glaður um, at vit ikki hava nøkur eldgos, ið oyðileggja alt fyri øll onnur eins og í Íslandi, segði hann og flenti.

 

Av fyrstani tíð skilti hann ikki, at dreingir, ið komu frá so vakrari náttúru, kundu spæla so harðan tónleik. Men tá hann hevði verið her, gekk tað upp fyri honum, at skal ein hoyrast aftur millum stóru fjøllini og stórslignu náttúruna, má ein rópa hart. Ger ein ikki tað, er tað skjótt at kenna seg lítlan, sigur Chief 1 við einum brosi.

 

Annars er hann sera errin av The Dreams, ið hava sáttmálar við 29 lond í løtuni. Og teir eru ikki lítið kendir. Fjepparar fara nevniliga at koma allan vegin til Føroyar í summar bert fyri at vita, hvaðani dreinginir koma.

 

Tá Chief 1, hvørs borgarliga navn er Lars Pedersen, verður spurdur um, hvørji mál teir hava eftir, sigur hann, at næsta málið verður at gera eitt videolag í Føroyum fyri at vísa á, hvaðani teir koma.

 

Men fyri at røkka hesum máli og fleiri enn heldur hann tað vera neyðugt við stuðli úr baklandinum, Føroyum. Hann sigur, at teir fleiri ferðir hava roynt at søkt um fíggjarligan stuðul, men at hetta enn ikki hevur eydnast teimum at fingið.

 

Tó skilir hann, at tað kanska ikki altíð ber til, og serliga ikki nú, meðan fíggjarkreppa er. Hann heldur tó, at The Dreams hava avbera góðar menningarmøguleikar, og at tað neyðugt er við trúgv og tolni fyri at røkka upp á heimsstøði.