Í gjár gjørdist greitt, at kinesiski tøknirisin Huawei er vrakaður sum 5G-veitari í Føroyum. Tá alt kom til alt, valdi Føroya Tele, at svenska Ericsson skal uppbyggja nýggja 5G-netið her.
Hesa avgerð virða tey í Huawei, sigur varaforsetin fyri samskiftisøkið, Xukun Ji, sum vit hava fingið eina viðmering frá.
– Vit virða avgerðina hjá Føroya Tele. Vit eru takksom fyri okkara samstarv seinastu árini, og vit eru errin av at hava hjálpt Føroya Tele at byggja eitt av heimsins førandi 4G-netum við innovativum og álítandi produktum, sigur Xukun Ji.
– Vit fara framhaldandi at bjóða okkara stuðul og loysnir til okkara føroysku kundar í teirra talgildu ferð komandi árini.
Seinastu tvey árini hevur annars nógv kjak verið um, hvør veitarin skal vera. Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Carla Sands, ráddi Føroyum frá at velja kinesiska Huawei, tí amerikanarar stúra fyri, at kinesarar brúka tøknina til at njósnast. Huawei hevur fleiri ferðir víst hesum aftur, og tey hava sagt, at Føroyar væl kunnu líta á seg.
Málið bleiv ikki minni dramatiskt, tá tað kom fram, at Føroyar nokk onga fríhandilsavtalu fáa við Kina, um Huawei ikki verður veitari. Hetta var, tá tann nú táverandi landsstýrismaður Helgi Abrahamsen skuldi gera samrøðu við Kringvarpið, og mikrofonin stóð frá, tá aðalstjórin kunnaði hann um fundin millum kinesiska sendiharran og løgmann og Jenis av Rana.
Danir hava eisini kallað hetta eitt trygdarpolitiskt mál, og tí er stóri spurningurin nú, um valið av Ericsson hevur samband við trygdarpolitiskar prioriteringar. Men sambært stjóra og nevndarformanni á Føroya Tele, so er talan um eina 100 prosent handilsliga avtalu.
Og næsti spurningurin er, hvussu vorðið verður við einari fríhandilsavtalu við Kina, nú Føroyar hava vrakað kinesiska Huawei.











