Articon hevur júst keypt bygningin, har ið Garnavirkið á Oyri var. Vónin átti bygningin, men virksemið er flutt úr bygninginum. Articon keypti fyri einum mánaði síðani Hotel Oyri.
Niclas Joensen er ein av eigarunum og nevndarlimunum hjá Articon. Dagliga starvast hann sum fíggjarstjóri hjá fyritøkuni:
- Bygningarnir vóru mestsum samanvoksnir, og tí keyptu vit hann. Vónin átti bygningin, men teir brúktu hann ikki til nakað. Vit keyptu fyri einum mánaði síðani Hotel Oyri. Har búgva tey umleið 10 útlendsku arbeiðsfólkini, sum vit hava heruppi nú, sigur Niclas
Niclas kann ikki siga fyri vist, hvat bygningurin hjá Garnavirkinum verður nýttur til:
- Tað kann væl vera, at vit fara at byggja hann um, so at vit eisini kunnu hýsa útlendskum arbeiðsfólkum har. Ein annar møguleiki er at nýta hann sum goymsla. Vit fara helst at selja onkran bygning skjótt, so møguliga verður Garnavirkið avloysarin, sigur Niclas Joens, sum tó ikki vil fara í smálutir um fyristandandi søluna.
Hava tørv á meira arbeiðsorku
Skipasmiðjan fer at taka enn fleiri útlendsk arbeiðsfólk til landið. Hetta hevur aftur fingið gongd í kjakið um útlendsk arbeiðsfólk. Articon hevur nógv at gera, og teir hava eisini trupulleikar við at finna arbeiðsorkuna í Føroyum.
- Vit hava nú umleið 10 arbeiðsfólk í Føroyum. Hetta eru serliga betongarbeiðarar. Føroyskir timburmenn tíma ikki so væl at gera betongarbeiði.
- Sum er fáa vit ikki meira arbeiðsfólk, og tað kann vera ein trupulleiki, um eftirspurningurin veksur. Tað er sera keðiligt, um vit ikki verða førir fyri at útføra ein uppgávu, tí at okkum manglar arbeiðsorku. Tí kann tað gerast neyðugt at taka enn fleiri útlendsk arbeiðsfólk til landið í framtíðini. Tað mugu vit gera, um fyritøkan skal halda fram við somu ferð, sigur Niclas Joensen at enda.