í kappingini. At byja við tóktist hendan bert at snúgva seg um niðurflytingarvandan, men sum úrtøkan hevur verið seinnu tíðina, fer helst ikki at ganga long tíð, fyrr enn gøtumenn fara at líta longu niðan [...] deild At tilveran er torfør hjá einum uppflytara, er so ikki nakað, sum tey á Skála tykjast vera serliga samd í. Liðið hevur nú seks umfør á baki í næstbestu deildini, og enn hevur eingin megnað at knógvað [...] hálvleiki noyddist rumenski venjarin og málverjin nevnliga at fara av vøllinum, eftir at hann uttan fyri brotsteigin hevði nýtt hendurnar at steðga einum GÍ álopi. Beint undan hesum hevði Pauli Hansen
heldur tað vera sera løgið, tá fiskifrøðingurin, Petur Steingrund, heldur, at hetta einki er at skriva heim um, sum línuskiparin tekur til. - Omanfyri nevndu túrar høvdu vit ikki eitt hál oman fyri 100 kassar [...] sínari Facebook-síðu um, at teir nú fáa onkran tosk á línuni við krabba í kjaftinum og heldur fyri, at hetta er ein frægd hjá línumonnum at síggja. In.fo kann leggja aftrat, at meðan trolbátar og snellubátar [...] á sama hátt við línuni. Menn plaga at siga, at fiskur tekur ikki so væl línu og agn, tá nógv føði er í havinum - og helst er tað tí, at línuskiparin nú fegnast um, at toskur eisini hevur krabba í kjaftinum
partinum av Tour de France, at sprintliðini hava møguleikan at vinna. Tey fara tí øll at arbeiða taktiskt líka frá byrjan. Teinurin er langur, og seinasta partin, tá súkklararnir koma oman frá Alpunum, niður á [...] Majka skuldi eftir ætlan ikki vera við í Tour de France í ár. Hann hevur júst luttikið í eini av hinum stóru kappingunum, Giro d’Italia, og mett var, at hann var ov pøstur, til at taka lut í Tour de France [...] seinastu brekkuna kláraðu ikki allir 17 at halda somu ferð sum Majka og átta kilometrar frá málinum, súkklaði hann frá øllum hinum. Joaquim Rodrigues royndi at fylgja við, men hevði ikki nokk av krúti
nólsoyingar aftur hava hug at hugna sær saman, tí tá nátaveitsla var seint í september, var luttøkan eisini stór, upp móti 90 fólkum. Og tað má sigast at vera væl, tá hugsað verður um, at fólkatalið í bygdini [...] fer jólamánaðurin at nærkast so spakuliga, og tað merkir jólahugni. Jólatrøini verða so smátt um smátt tendrað og jólaborðhaldini fara so líðandi at byrja. Í Nólsoy hava tey valt at sláa sum mest saman [...] er fyrst og fremst, at manskórið skal framføra nakrar sangir á vegnum runt Ísland, og so hevur verið tosað um møguleikan fyri føroyskum dansi eisini. Enn ein møguleiki er fyri, at skipað verður fyri einum
hetta. Ráðið fyri ferðslutrygd sigur okkum um dagarnar, at nú eru fleiri enn dupult so mong - 275 fólk - deyð í ferðsluni. Mong munnu vera um at sálast av hesum marglætismøsninum um hol og hol og aftur [...] samstundis sum somu politikarar raðfesta soleiðis, at gomul og óhjálpin liggja niðurbundin í blæu í tólv tímar ella meira, uttan at starvsfólk eru tøk at hjálpa teimum. Hvaðan kemur hesin kenslukuldin? [...] ni, Tjóðsavni og Kringvarpi? Umstøðurnar, sum víkja at bókaútgávu, orðabókagerð og skúlabókagerð? Øll, sum hava nakað at hugsa við, mugu duga at síggja hetta: Viðvíkjandi samferðslu eru vit ájavnt –
svimjihøll, sum hevur tænt okkum so sera væl í 30 ár. Tí meti eg, at baðilandið eigur at verða bygt í Hoyvík. Býráðið hevur avgjørt, at alt økið við Karlamagnusarbreyt fyrst og fremst skal brúkast til handil [...] Men tá høvuðsyvirskriftin fyri øllum virkseminum í umráðnum er trivnaður, so eigur einki at vera til hindurs fyri, at kommunan setir eini tvey ella trý stykki av til eitt baðiland har. Bæði fótbóltsvøllur [...] – annað enn møguligt snævurskygni – at steðga slíkari ætlan. Eg rokni við, at áhugin er stórur fyri hesum átaki bæði kommunalt og privat, og veljarin skal vita, at eg arbeiði miðvíst fyri hesum máli.
gamla orðafellið um, at tað er hart at vera skóti. Venjingin byrjaði á Selatrað, har tey settu biuvakkina upp omanfyri bygdina áðrenn tað varð myrkt. Síðani kyndu tey legubál, fingu sær at eta og løgdu seg [...] vaknaðu tey við kaldan dreym, tí ein á var farin at renna ígjøgnum biuvakkina. Tað einasta at gera, var at fara á føtur, pakka alt saman, og síðani at halda til gongu til Oyrar, har tey sluppu inn í skótahúsið [...] eydnaðist at fáa ein lítlan blund, men longu tríggjar tímar seinni, fóru tey so upp at gera døgverða. Eftir døgverða fóru tey til gongu til Líknir ímillum Svínáir og Ljósá og har sluppu tey at síga, tey
høvi at sýna alt tað fram, sum miðbýurin hevur at bjóða – og hvussu væl tað ber til at sýna fram alt frá heimavirki, list, søguligar bygningar og forkunnug støð í býnum. Eisini ber til at vitja [...] dagliga eru opin fyri almenninginum. Tað er gott, at mentanarnáttin er komin fyri at vera. Eisini eiga vit at fegnast um øll tey góðu hugskotini um tann góða miðbýin. Tí tað eru slík hugskot, ið skapa [...] So er bert at vóna, at veðrið heldur sær, tí so hepnast mentanarnáttin væl, og fólk av bygd og bý kunnu hugna sær við øllum teimum forkunnugu tiltøkunum, sum er á skránni í kvøld. Miðbýir – bæði
------ Rætt er, sum m.a. leiðandi vinnulívsmenn føra fram, at samfelagið í dag liggur lamið og at avgerðir, sum eru bráðneyðugar at taka, eftir øllum at døma eru skotnar langt út í óvissuna til stóran skaða [...] inn. Og oman á alt valdi løgtingsformaðurin at senda tingfólk til húsa - best samanberiligt við støðuna í ítróttarheiminum, tá biðið verður um time out. Og hetta hendir, meðan stórmál bíða eftir at verða [...] tíverri vera vørumerki teirra. Sum støðan nú er vorðin, mugu vit vóna, at tær kreftir í verandi samgongu, sum síggja vandan við núverandi óstabiliteti, vinna og fáa skipað viðurskiftini so, at nýggjar
merkir tað, at vit sum kommuna áhaldandi mugu síggja møguleikar og skapa karmarnar, soleiðis at tað kann gerast lagaligt fyri allar borgarar at búleikast her. Tí fegnist eg almikið um, at íbúðaverkætlanin [...] eina íbúðaverkætlan oman Vallrætt, har Norðhús fer undir at byggja 24 íbúðir í trimum ymiskum støddum, skrivar Klaksvíkar kommuna. Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at hendan verkætlanin er [...] Økta íbúðabyggingin gevur fleiri møguleikar, og tað trúgvi eg kann vera við til at fáa bæði ung og eldri, familjur og stakar uppihaldarar at støðast í býnum, og tað er gleðiligt, sigur borgarstjórin. Gunvá