Nú hava fimm skótar og tveir leiðarar verið á Paladin venjing, ið er hægsta stigið í skótavenjingini hjá KFUM-Skótunum í Føroyum. Venjingin er ein ?heik?, har skótarnir skulu bera alla sína útgerð á rygginum, og klára seg sjálvir úti í náttúruni, ?heikin? var 26 kilometrar.
Og har máttu tey enn einaferð ásanna gamla orðafellið um, at tað er hart at vera skóti.
Venjingin byrjaði á Selatrað, har tey settu biuvakkina upp omanfyri bygdina áðrenn tað varð myrkt. Síðani kyndu tey legubál, fingu sær at eta og løgdu seg.
Men náttarfriðurin vardi ikki leingi, tí klokkan tvey vaknaðu tey við kaldan dreym, tí ein á var farin at renna ígjøgnum biuvakkina.
Tað einasta at gera, var at fara á føtur, pakka alt saman, og síðani at halda til gongu til Oyrar, har tey sluppu inn í skótahúsið.
Alt var rennvátt, men tað eydnaðist at fáa ein lítlan blund, men longu tríggjar tímar seinni, fóru tey so upp at gera døgverða.
Eftir døgverða fóru tey til gongu til Líknir ímillum Svínáir og Ljósá og har sluppu tey at síga, tey sigu einar 20 metrar niður.
Haðani gekk leiðin til Ljósá, har tey bygdu biuvakkina, men tá var klokkan 22.00 og tí høvdu tey einki legubál hetta kvøldið.
Morginin eftir oysti niður, og tað var kalt, men lagið var gott, tey pakkaðu og fóru upp um til Eiðisskarð. Har fingu tey sær ein breyðbita, løgdu útgerðina frá sær og gingu upp á Slættaratind. Síðani varð gingið til Eiðis, haðani tey blivu koyrd til Tjørnuvíkar, har summi fóru at gera mat og hini foru at byggja biuvakkina.
Aftur hesa náttina varð náttarfriðurin illa órógvaður av vindi og enn einferð vórðu onkrir soviposar rennvátir.
Tað oysregnaði, so tey skundaðu sær at pakka og sluppu sær oman aftur í bygdina, har avgjørt varð at enda túrin, tí líkindini vóru ring og øll útgerðin var rennvát.
Men hóast hetta var ein baldrut ferð, var hann minniligur, siga tey. Á myndini eru tey, frá vinstru: Jóna Venned, Torbjørn R. Mikkelsen, Hákun E. Johannesen, Sveinur Kass, Petur Dahl og Hjørdis Johannesen.