Hálva fjórðu ferðir so nógvur fiskur nú

- Faktuelt er tað akkurát 3,5 ferðir meira fiskur í I-kassanum nú enn í 2016 og 2017, sigur Fróði L. Ejdesgaard, línuskipari, sum eisini hevur verið trolbátaskipari.

 

Fróði L. Ejdesgaard, sum førir línubátin Fiskivarða, ið er eitt av teimum smærru línuskipunum, ger nú eisini sínar viðmerkingar til, hvørt toskurin er komin aftur ella ikki.

 

- Ossi (Osmund Justinussen, sum hevur fingist við fiskivinnu tað mesta av einari hálvari øld) sigur ja, meðan Steingrund (Petur Steingrund, fiskifrøðingur) vil hava steinsikrar grundir og ivast.

 

Línuskiparin, sum eisini er royndur trolbátaskipari, vísir á, at trolbátarnir hava rokast.

 

- Eg havi sjálvur verið í I-kassanum við Olgu Mariu í 2016 og 2017. Túrarnir lógu um 700 og 800 kassar. Men, teir vóru umleið eina viku til longdar. Nú eru túrarnir tveir dagar. So, faktuelt er tað akkurát 3,5 ferðir meira fiskur í I-kassanum nú.

 

Fróði L. Ejdesgaard heldur tað vera sera løgið, tá fiskifrøðingurin, Petur Steingrund, heldur, at hetta einki er at skriva heim um, sum línuskiparin tekur til.

 

- Omanfyri nevndu túrar høvdu vit ikki eitt hál oman fyri 100 kassar. Nú hava bátarnir fingið 140 kassar í tríggjar tímar, sum er ein munandi øking.

 

Línuskiparin heldur fyri, at tað at tóva í ein tíma hjá Magnusi Heinasyni helst eisini gevur eitt ivasamt úrslit, tí tað tekur eina løtu hjá trolinum at seta seg.

 

Fróði L. Ejdesgaard fegnast eisini á sínari Facebook-síðu um, at teir nú fáa onkran tosk á línuni við krabba í kjaftinum og heldur fyri, at hetta er ein frægd hjá línumonnum at síggja.

 

In.fo kann leggja aftrat, at meðan trolbátar og snellubátar hava fingið fisk - og í góðum løtum eisini nógvan fisk - hevur kanska ikki vignast á sama hátt við línuni.

 

Menn plaga at siga, at fiskur tekur ikki so væl línu og agn, tá nógv føði er í havinum - og helst er tað tí, at línuskiparin nú fegnast um, at toskur eisini hevur krabba í kjaftinum.

 

Fróði L. Ejdesgaard er skipari og garvaður línumaður. Árini 2001 til 2010 dreiv og átti hann saman við øðrum línubátin Fiskivarða, sum nú eitur Riba.

 

Nú eigur hann Fiskivarða saman við øðrum. Báturin, ið upprunaliga er bygdur sum trolbátur og kom í føroyska fiskiskipaflotan í 2002, er riggaður til línuveiði.

 

Áðrenn Fróði L. Ejdesgaard saman við øðrum keypti núverandi Fiskivarða, var hann við trolbátinum, Olgu Mariu, í hálvt triðja ár.