Ein útrætt hond frá Miðflokkinum,

men kreftir, ið ynskja óstabilitet, megnaðu tíverri at seta kílar í, so samfelagið í dag liggjur í atgerðarloysi.

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins
------

Rætt er, sum m.a. leiðandi vinnulívsmenn føra fram, at samfelagið í dag liggur lamið og at avgerðir, sum eru bráðneyðugar at taka, eftir øllum at døma eru skotnar langt út í óvissuna til stóran skaða fyri okkum øll.

Tá Miðflokkurin mikudagin fyri tveimum vikum síðani av løgmanni varð boðin til fundar við samgongusamstarvi í huga, var ongin ivi millum okkum tríggjar løgtingsmenn floksins, at samfelagsskylda okkara var at lata tað farna fara - og hyggja frameftir. Samfelagsstøðan kravdi stabilitet, og við lyftum frá tingmanni Framsóknarfloksins og positiva vilja annara var grundarlagið greitt. Fundirnir sama dag, við tað, ið eftir var av samgonguni, og við bakland Miðfloksins, staðfestu somu ábyrgdarkensluna og góðvilja frá øllum. So greitt var at fara undir samráðingar, sokallaðar realitetssamráðingar. Hetta váttaði løgmaður, og nýggjur fundur varð avtalaður.

Men tað varð av ongum. Aðrir fóru til verka, og uttan mun til, hvørjar intentiónir teirra vóru, so gjørdist úrslitið tað nærmasta, vit hava havt politiskum anarki í Føroyum. Mikudagurin farni á Løgtingi prógvaði hetta til fulnar. Tær fáu atkvøðugreiðslurnar, ið vóru, vóru sum best bar til, og flestu mál vórðu beind aftur í nevnd. Ikki tí tey ikki vóru avgreidd frá nevndunum, men einans tí ongin visti út ella inn. Og oman á alt valdi løgtingsformaðurin at senda tingfólk til húsa - best samanberiligt við støðuna í ítróttarheiminum, tá biðið verður um time out. Og hetta hendir, meðan stórmál bíða eftir at verða viðgjørd.

Høvdu hesir, sum ikki ynskja stabilitet, fyrrenn ikki tikið stig til nýval, so høvdu vit, sum alternativ, kunna sæð fram til eina nýggja virkisføra samgongu um 6- 8 vikur. Men nei, óstabilitetur tykist tíverri vera vørumerki teirra.

Sum støðan nú er vorðin, mugu vit vóna, at tær kreftir í verandi samgongu, sum síggja vandan við núverandi óstabiliteti, vinna og fáa skipað viðurskiftini so, at nýggjar samráðingar verða tiknar upp um eina virkisføra samgongu - ella at nýval verður útskrivað.

Miðflokkurin er tøkur til samráðingar. Men eisini, um so skal verða, klárur at fara út til veljaran og biðja hann taka um endan, um politiska skipanin velur at leggja kongin.