Bogi Andreasen
----
Okkara elskaða land bjóðar okkum nógv gott, men her er mangan myrkt og kalt ein stóran part av árinum, og tá er gott at kunna stinga seg niður í ein heitan pott ella á annan hátt stimbra likam og sál í einum fjálgum baðilandi.
Høvuðsstaðurin eigur at leggja rygg til eitt tílíkt stað, sum verður eitt sunt og mennandi átak fyri allar aldursbólkar í Tórshavnar Kommunu og kring allar Føroyar. Her kunnu fólk røra seg og hvíla seg, alt eftir hvør tørvurin hjá tí einstaka er. Slíkt stað við wellness, venjingarmiðstøð, gosbaði og heitum útipottum skapar trivnað.
Ferðafólk fáa helst eisini nógv burtur úr einum baðilandi í Føroyum, har ein situr heitt og væl, meðan ódnin, sum kanska í fyrstu atløgu oyðilegði frídagarnar, leikar í uttan fyri rútarnar. Ella tey hætta sær at royna heita pottin uttandura, meðan illveður og kuldi hava ræðið á teimum oman fyri heita vatnið.
Eitt baðiland í Hoyvíkshaganum er eitt av mínum politisku málum komandi fýra árini. Tað eru bæði pláss og møguleikar at knýta baðilandið upp í fjarhitaleiðingina í Hoyvíkini. Helst skuldi tað ligið við Karlamagnusarbreyt, har einki er til hindurs fyri at taka eini tvey ella trý av stóru stykkjunum til endamálið. Fjarhitaleiðingin rennur beint ígjøgnum økið, so tað er skjótt at binda hesa frítíðarperlu í heita vatnið.
50 metra hylurin í Gundadali fer avstað við restini av økinum har, so pláss verður ikki fyri einum baðilandi afturat verandi svimjihøll, sum hevur tænt okkum so sera væl í 30 ár. Tí meti eg, at baðilandið eigur at verða bygt í Hoyvík.
Býráðið hevur avgjørt, at alt økið við Karlamagnusarbreyt fyrst og fremst skal brúkast til handil, vinnu og bústaðir. Men tá høvuðsyvirskriftin fyri øllum virkseminum í umráðnum er trivnaður, so eigur einki at vera til hindurs fyri, at kommunan setir eini tvey ella trý stykki av til eitt baðiland har. Bæði fótbóltsvøllur og svimjihøll eru longu staðsett við Karlamagnusarbreyt, og tí átti eingin stórvegis politisk ósemja – annað enn møguligt snævurskygni – at steðga slíkari ætlan.
Eg rokni við, at áhugin er stórur fyri hesum átaki bæði kommunalt og privat, og veljarin skal vita, at eg arbeiði miðvíst fyri hesum máli.
Tú finnur meira frá mær á www.bogiandreasen.fo.
Eg taki fegin við avbjóðingini at umsita tína atkvøðu í Tórshavnar Kommunu næstu fýra árini. Mítt yvirskipaða mál er at skapa trivnað og vøkstur, soleiðis at borgarar í Tórshavnar Kommunu hava bestu korini bæði til arbeiðis og í frítíðini. Eg fari virkisfýsin og miðvíst til verka við einum jaligum hugburði, og tískil leggi eg nógva orku í at røkka settum málum. www.bogiandreasen.fo