r í tríggjar, ella fýra vikur. Hetta hevur verið mannagongdin seinastu árini og hetta rakar tey, sum eru í dagtilhaldið og í umlætting hjá Almannaverkinum. Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin [...] ann í almannamálum, hví dagtilhaldini og umlættingin verður stongd í tríggjar, ella fýra vikur í summar. Landsstýrismaðurin sigur, at tað er bæði fyri at spara og tí at tey mangla starvsfólk. Men hann [...] summarið. Tey børn og ungu, sum brúka tænasturnar, hava ofta ein tørv, sum krevur ein serligan fakligan kunnleika fyri at tænastan kann vera nøktandi. Sostatt er tað neyðugt er at hava roynd og kend starvsfólk
frætta nærri, um føroyingar, íslendingar og grønlendingar hava nakað nýtt at bjóða fram, og um teir kunnu fáa líkinda avtalur við eitt nú føroysk flutningsfeløg og fyriskiparar av útferðum. Komin heilt úr [...] helst ivi um, at tað er tann reina og óspilta føroyska náttúran, sum hevur nógv tað størsta søluviriði í føroysku ferðavinnuni. "Náttúran hjá tykkum er jú bæði stórsligin og ikki minst óspilt, sum hon eisini [...] upplivilsi at kunna anda tí reinu og frísku føroysku luftina." Fryntliga kvinnan úr Sveiss sigur, at ferðaskrivstovan, Reisebüro Glur, sum hon arbeiðir hjá, skipar fyrst og fremst fyri ferðum til Skandinavia
Newport Beach í Kalifornia og har eru hann, og Rotary, samd um at samstarva um at stríðast ímóti grindadrápinum í Føroyum. Í Føroyum eru tveir Rotary klubbar, ein í Klaksvík og ein í Havn. Vit hava ikki [...] samstarv við ein, sum av øllum alvi mótarbeiðir okkara máta at liva upp á, og hvat hann sigur, at beinleiðis samband nú er ímillum Rotary og Paul Watson. Eirikur á Húsamørk sigur, at hetta er spildurnýtt fyri [...] grundregla, at virða livimátar og mentan hjá fólki. Hann sigur, at ímeðan hann hevur verið forseti Rotary í Klaksvík hava tey ikki fingið nakran fyrispurning um hetta, og hann leggur eisini dent á, at so
dóttirin verður drotning sunnudagin. Eitt er to vist. Danska kongafamiljan fær ikki vitjan av evropisku vinum sínum. Bæði svenska, belgiska og hollendska kongshúsið og Buckingham Palace upplýstu fyri Ritzau mánadagin [...] Sambært kongshúsinum verða umframt forsætisráðfrúuna, Mette Fredrksen, og fólkatingsformannin, Søren Gade, eisini umboð fyri Føroyar og Grønland. Hóast tað ikki verður nevnt, hvørji umboð talan er um, so [...] Aksel V. Johannesen er saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Søren Gade, fólkatingsformanni, á gestalistanum til "kurin" hjá kongshjúnunum sunnudagin. Móttøkan, sum tey á donskum kalla »kur«
støðuga plasering í oddinum. Og spælið var sjáldan átókt sjampanjufótbóltinum, sum felagið borgaði fyri, tá Keegan fyrru ferðina sat við stýrisvølin. Ikki vunnið í ár Tveir mánaðir og átta dystir seinni er [...] møguleikarnar at halda sessinum í Premier League, og tí setninginum væntar Kevin Keegan at røkka. - Vit hava ein væl samansjóvaðan hóp av spælarum, og vit hava allir trúnna uppá, at vit eru eitt nóg gott [...] av teimum liðunum, sum Newcastle stríðist við í botninum, og tað verða helst hesir, sum gera lagnuna hjá felagnum av. Men tað er púrasta vist, at Newcastle illa er ført fyri at standa móti fíggjarliga
geri tað sama sum tey: At eg ikki gangi í býnum og ikki drekki og annað. Tí er tað so gott at koma á slíkar legur, har ein kann verða andaliga uppbygd og vera saman við øðrum trúgvandi, sigur hon. [...] Lovsangurin hevur nú vart í eina løtu, og eingin hugsar um at hann skal enda. Har frammi við pallin nærhendis forsangarunum stendur hin 17 ára gamla Annika og syngur. Tað er skjótt at síggja, at hetta [...] Húsarhaldsskúla. Hóast hon hevur verið við í andaligum arbeiði í nøkur ár, so er tað ikki vist, at tað er so einfalt og lætt av teirri orsøk. Hon ivast ikki eina løtu í, at tað er sera gott at vera ein trúgvandi
hoyra Týr og Runrig spæla í ítróttarhøllini á Nabb. Endin var, at eingin fór. Tey eldru og gomlu í Føroyum eru nakrir av bestu og trúgvastu áhoyrarunum í landinum til klassiskar konsertir og sjónleikir [...] alt hetta stórbara, sum nógv fólk hava arbeitt við í áravís, sjónleikir, konsertir, filmar og framsýningar, og vóru tað einar tíggju framførslur, eg hevði í kikaranum. Men tá ið avtornar má eg viðganga [...] ein stóran trupulleika: eg haldi, at nógv av hesum stórbara er ov kostnaðarmikið. Tað krevur eitt vist mót at siga tað hart, men eg ivist ikki í, at tað fer at síggjast á áskoðaratalinum, at atgongume
sjálvdan rýkur av ongum brandi, og frá øðrum keldum fæst at vita, at tíðindini eru sonn. Á skrivstovuni hjá JFK Trol vátta tey, at stjóri felagsins, Hanus Hansen, er í Panama og kannar møguleikarnar fyri samstarvi [...] samstarv millum Aker RGI og JFK Trol, verður úrslitið, at eitt risa skip kemur í Føroyska flotan. Talan verður tá um American Empress, ið er 4000 bruttoregistartons til støddar, og sum hevur hevur eina frystilast [...] Reiðarafelag, at American Empress heilt vist fær fiskiloyvi við Føroyar, um avtalan kemur í lag. Treytin fyri hesum er bert tann, at skipið kemur undir føroyskt flagg, og fyri at hetta skal bera til, er neyðugt
sjálvt um tað bara tekur ein dag, nú man hevur Facebook og digitala undirskriftainnsavnan. So eg fari bara uppí onkran flokk, sum longu er. Og tá haldi eg Hampaflokkurin er nógv tann smartasti, sigur [...] blaka okkurt um helvtina av øllum lógunum í skrell. Og tá hevði eg eisini droppað hasa meiningsleysu lógina, sum forðar Hampaflokkinum at hjálpa fólki og spreiða ein gleðiboðskap, sigur Johan Dalsgaard. - [...] - Eg meini, man skal jú eta tey eplir, man sjálvur hevur velt, og eg dugi ikki at síggja mun á einum hampafræði og einum radisufræði, men man fær í hvørtfall ikki ilt í búkin, óansæð hvat av teimum man
at taka í nýtslu mitt í Havnini. Og tað er gamli bygningurin hjá Føroya Banka í Húsagøtu í Havn, beint við SMS, sum ætlandi verður nýggj politistøð. Tórshavnar Býráð og danskir myndugleikar eru nevniliga [...] at tað verður ikki neyðugt, tí ætlanin er at selja bygningin hjá gamla Føroya Banka. Og hann sigur, at býráðið og danskir myndugleikar hava verið í samráðingum í eina tíð um at løgreglan í Føroyum fær [...] hædd afturat, ella við at byggja upp í niðaneftir. Samstundis skal út og innkoyringin broytast, tí løgreglan vil hava tvær inn- og útkoyringar, so at vandi ikki er fyri at tey standa innibyrgd. Hann sigur