Nýggj politistøð verður mitt í Havnini

Samráðingar eru í løtuni um at gera stóran bygning mitt í Havn til politistøð

Gongst sum ætlað, verður nýggj politistøð skjótt klár at taka í nýtslu mitt í Havnini.

Og tað er gamli bygningurin hjá Føroya Banka í Húsagøtu í Havn, beint við SMS, sum ætlandi verður nýggj politistøð.

 

Tórshavnar Býráð og danskir myndugleikar eru nevniliga í samráðingum um at býráðið selur bygningin til nýggja politistøð.

Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið varð upplýst, at bygningurin er virðismettur til góðar 47 milliónir, men hvat endaligi prísurin verður, veldst um samráðingarnar.

 

Annars hevur ligið í kortunum, at Tórshavnar Býráð skal taka góðar 40 milliónir í láni næsta ár.

Men Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað verður ikki neyðugt, tí ætlanin er at selja bygningin hjá gamla Føroya Banka.

 

Og hann sigur, at býráðið og danskir myndugleikar hava verið í samráðingum í eina tíð um at løgreglan í Føroyum fær bygningin til nýggja høvuðsstøð.

Heðin Mortensen sigur, at tað liggur eisini í kortunum, at bygningurin skal byggjast út, antin við eini hædd afturat, ella við at byggja upp í niðaneftir.

 

Samstundis skal út og innkoyringin broytast, tí løgreglan vil hava tvær inn- og útkoyringar, so at vandi ikki er fyri at tey standa innibyrgd.

Hann sigur, at býráðið bíðar nú eftir svarið frá donskum myndugleikum.

 

Vit í býráðnum halda, at ein politistøð liggur væl fyri í miðbýnum og tað halda danskir myndugleikar eisini.

Samstundis hava myndugleikarnir heilt slept ætlanini at byggja eina fyribils politistøð við Karlamagnusarbreyt.

 

Men Heðin Mortensen leggur dent á, at bygningurin skal undir øllum umstøðum seljast næsta ár, verður tað ikki til politistøð, verður tað til annað endamál.

 

Hann sigur, at tá ið býráðið keypti ognirnar hjá bankanum í miðbýnum, var bara ætlanin at keypa stóra bygningin í Niels Finsensgøtu.

Men bankin vildi bara selja báðar bygningar undir einum, so at tey kundu fara undir nýggja bygningin uppi Hálsi.

- Tí keyptu vit báðar bygningarnar tí vist vistu, at vit sleppa altíð av við ein so góðan bygning mitt í Havnini aftur, sigur borgarstjórin.