Aftur í summar verða ávísar tænastur hjá Almannaverkinum niðurlagdar í tríggjar, ella fýra vikur. Hetta hevur verið mannagongdin seinastu árini og hetta rakar tey, sum eru í dagtilhaldið og í umlætting hjá Almannaverkinum.
Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann í almannamálum, hví dagtilhaldini og umlættingin verður stongd í tríggjar, ella fýra vikur í summar.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er bæði fyri at spara og tí at tey mangla starvsfólk. Men hann sigur, at hetta er eisini av fakligum orsøkum.
– Við at steingja nakrar vikur um summarið er størri fíggjarlig orka til tænasturnar restina av árinum, sigur hann. Kortini er tað soleiðis, at á ávísum økjum er tænastan betri um summarið enn restina av árinum. Her hugsar hann um, at skúlar stongja í fleiri vikur um summarið, og tá vera tænastur, sum annars hava opið hálvan dag, víðkaðar til at hava opið allan dagin – men framvegis er tað soleiðis, at alt verður stongt í 3 - 4 vikur.
– Fakliga er tað eisini neyðugt at steingja nakrar vikur um summarið. Tey børn og ungu, sum brúka tænasturnar, hava ofta ein tørv, sum krevur ein serligan fakligan kunnleika fyri at tænastan kann vera nøktandi. Sostatt er tað neyðugt er at hava roynd og kend starvsfólk til hesar tænastur, tí fleiri av børnunum og teim ungu tola illa, at tað eru ókendir frítíðaravloysarir, sigur landsstýrismaðurin.
– Eisini er tað ein sannroynd, at tað er trupult at finna frítíðaravloysarar, so í flestu førum hevði tað als ikki borið til at havt opið alt summarið, kortini, leggur hann afturat.
– Skulu tænasturnar hava opið alt summarið, við verandi starvsfólkum, fer ferian at ávirka tænastuna í eitt langt tíðarskeið, heldur enn bert hesar 3-4 vikurnar, har tilboðini eru stongd, sigur Sólvit E. Nolsø.
Hann ivast í um tað hjálpir bara at hækka játtanina, tí tað er so stórt trot á starvsfólki, at tað er ikki vist, at nakar fæst til arbeiðis.