Í hesum døgum fer ein stórfingin listastevna fram í Føroyum. Satt at siga hevði eg glett meg nógv til alt hetta stórbara, sum nógv fólk hava arbeitt við í áravís, sjónleikir, konsertir, filmar og framsýningar, og vóru tað einar tíggju framførslur, eg hevði í kikaranum. Men tá ið avtornar má eg viðganga, at eg havi ein stóran trupulleika: eg haldi, at nógv av hesum stórbara er ov kostnaðarmikið. Tað krevur eitt vist mót at siga tað hart, men eg ivist ikki í, at tað fer at síggjast á áskoðaratalinum, at atgongumerkjaprísirnir eru ov høgir.
Hetta fær meg at spyrja, hvat tað er fyri ein verð, fyrireikararnir liva í. Er henda listastevna einans fyri Yvir-Føroyar, t.v.s. yvirklassan í Føroyum, ella er hon fyri øll, ung, gomul, láglønt ella hvat?
Longu tað fyrsta kvøldið merkti eg inni hjá okkum, har fleiri ung vóru samlaði, at flestøll aftraðu seg við at fara til konsert. Tey skuldu av við kr. 225 fyri at hoyra Týr og Runrig spæla í ítróttarhøllini á Nabb. Endin var, at eingin fór.
Tey eldru og gomlu í Føroyum eru nakrir av bestu og trúgvastu áhoyrarunum í landinum til klassiskar konsertir og sjónleikir. Hvat skal ein fólkapensionistur stilla upp, tá ið hann skal av við 150-200 kr. fyri eittans tiltak, tá ið hann kanska hevði ætlað sær til sjey?
Eg veit við vissu, at nógv tímalønt fólk eisini elska sjónleik og konsertir. Tímalønin er, so ótrúligt tað ljóðar, runt roknað kr.85 fyri vaksið fólk (áðrenn skatt). Vit kunnu sjálvi rokna út í høvdinum, hvussu nógvar tímar eitt arbeiðsfólk skal arbeiða fyri at fara á konsert hjá Listastevnuni.
»Slagorðið« hjá Listastevnuni er: Mentan skal kosta! Hetta ljóðar beinleiðis undurfult. Mín spurningur er tó: hvar fara pengarnir?
Hesin spurningurin er ikki ófólkaligur. Í nógv ár havi eg virkað sum eitt slag av mentanararbeiðara, og enn havi eg ikki lagt merki til, at hendan mentan kostar nakað av týdningi. Standandi orðini plaga at vera: ja, tú fært altso ikki nakað afturfyri.