Løgmaður verður í fremstu røð tá Fríðrikur verður kongur

Fríðrikur kongur verður saman við fólki úr øllum ríkisfelagsskapinum, tá hann fer at taka yvir trónuna sunnudagin

 

Aksel V. Johannesen er saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og Søren Gade, fólkatingsformanni, á gestalistanum til "kurin" hjá kongshjúnunum sunnudagin.

Móttøkan, sum tey á donskum kalla »kur«, verður beint eftir Statsráðið sunnudagin, har Fríðrikur krúnprinsur fær trónuna. Stutt eftir móttøkuna verður hann útnevndur kongur á svalanum á Christiansborgs Slotti.

Sambært kongshúsinum verða umframt forsætisráðfrúuna, Mette Fredrksen, og fólkatingsformannin, Søren Gade, eisini umboð fyri Føroyar og Grønland. Hóast tað ikki verður nevnt, hvørji umboð talan er um, so veit in.fo, at Aksel V. Johannesen er føroyska umboðið til søguligu hendingina sunnudagin.

Aksel V. Johannesen er annars á ferð í Týsklandi í sambandi við endaspælið í EM í hondbolti, har Føroyar spæla ímót Slovenia í dag, ímóti Noreg leygardagin og ímóti Póllandi mánadagin. Hóast løgmaður er í Týsklandi til EM kappingina, so fer hann kortini til Danmarkar sunnudagin, har hann verður við á fyrstu parkett til søguligu hendingina, tá Fríðrikur verður tilnevndur kongur. Aksel V. Johannesen verður eisini við til tiltak í Fólkatinginum mánadagin, men fer síðani aftur til Berlin, har hann verður millum áskoðararnar til dystin millum Føroyar og Pólland mánakvøldið.

Sambært heimasíðuni hjá kongshúsinum, so fara nýggju kongshjúnini at hava ein "kur" fyri serliga innbodnum á Christiansborg Slotti. Tað er har, ið løgmaður er millum tey innbodnu.

Greitt er tó, at Marie, kona Joakim prins, ikki verður við. Hon verður heima í Washington D. C. í USA, meðan Joakim prinsur verður við til hátíðarhaldið hjá beiggjanum.

Bara onnur systirin hjá Mary, krúnprinsesu, verður við til hátíðarhaldið í Danmark, Jane Alison Stephens.

Um greivindur, komtessur, prinsar og prinsessur, sum eru børn í kongafamiljuni, verða við, hevur kongshúsið ikki upplýst um enn. Pápi komandi drotningina, 82 ára gamli John Donaldson, verður heldur ikki við, dóttirin verður drotning sunnudagin. 

Eitt er to vist. Danska kongafamiljan fær ikki vitjan av evropisku vinum sínum.

Bæði svenska, belgiska og hollendska kongshúsið og Buckingham Palace upplýstu fyri Ritzau mánadagin, at tey ikki fara til Danmarkar um vikuskiftið.

/ritzau/