Náttúran størsta søluvirði

Tað er eingin loyna, at tað er náttúran, sum hevur størst søluvirði hjá tykkum, sigur umboð fyri ferðaskrivstovu í Sveiss, sum Sosialurin hevur tosað við

Terji Nielsen

úr Reykjavík


Á Vest Norden Travel Mart koma nógvir keyparar úr øllum partum av heiminum. Hesir keyparar koma fyri at frætta nærri, um føroyingar, íslendingar og grønlendingar hava nakað nýtt at bjóða fram, og um teir kunnu fáa líkinda avtalur við eitt nú føroysk flutningsfeløg og fyriskiparar av útferðum.

Komin heilt úr Sveiss

Ein av teimum keyparunum, sum sýndi føroysku básunum sera stóran áhuga á ferðavinnusølustevnuni, Vest Norden Travel Mart, sum endaði her í Reykjavík í gjár, var Inger B. Gyberg frá sveissiksu ferðaskrivstovuni Reisebüro Glur, sum hevur heimstað í Basel.

Hon sigur við Sosialin, at tað er eingin sum helst ivi um, at tað er tann reina og óspilta føroyska náttúran, sum hevur nógv tað størsta søluviriði í føroysku ferðavinnuni.

"Náttúran hjá tykkum er jú bæði stórsligin og ikki minst óspilt, sum hon eisini er í øllum trimum londunum í útnorðuri. Fleiri av teimum ferðafólkunum, sum eg higartil havi sent til Føroya, siga, at tað er eisini eitt stórt upplivilsi at kunna anda tí reinu og frísku føroysku luftina." Fryntliga kvinnan úr Sveiss sigur, at ferðaskrivstovan, Reisebüro Glur, sum hon arbeiðir hjá, skipar fyrst og fremst fyri ferðum til Skandinavia. Enn eru Føroyar bert 2 % av søluvirðinum hjá teimum, men hon væntar, at hesin partur fer at vaksa munandi í næstum.

Inger B. Gyberg sigur, at um føroyingar ætla sær, at ferðavinnan skal verða støðugt vaksandi, so noyðast vit at gera okkum greitt, at allir partar í føroyska samfelagnum eru hugaðir til hetta.

Tað er ikki nokk, at bert ferðavinnan sjálv er hugað. Eisini skal vanligi føroyingurin verða hugaður, tí at ferðamaðurin kemur eisini í samband við hann fyrr ella seinni.


Fólkið í vinnuni

væl fyri

Tá ið vit spurdu hana, um tey, sum umboðaðu føroysku ferðavinnuna á Vest Norden Travel Mart, vóru væl fyri reint "professionelt", segði hon, at tað vóru tey heilt vist.

"Føroyingarnir eru blíðir at koma til, og teir vita, hvat teir tosa um. Samstundis tykist tað, sum um teir eisini eru ógvuliga ernir av sínum landi.", sigur Inger B. Gyberg úr Sveiss at enda.