havnarbørn í mínum árgangi minnast við gleði, varð gjørd av øllum einslistum og við fyrsta floks rávørum, og so smakkaði hon veruliga so ótrúliga væl. Áðrenn sett varð á køkuni, var tú kortini tvangsinnlagdur [...] bollar og chocolada. Á jólum fingu vit – sum so nógv onnur – ein kassa við súreplum úr Danmark, vælsmakkandi og forkunnug cox orange. Onkuntíð var nakað so exotiskt sum appelsinur við í hesum jólakassa [...] heila árið. Pápi hevði samskifti við eitt bretskt havrannsóknarskip »Ernest Holt« og blivu skiparin og hann vinmenn. Ein dagin kom pápi heim við einum kartongi við 24 reyðum dósum av Coca Cola. Tað
portrið troðkast bussarnir fyri at sleppa av við ferðafólkini við tey ymsu parkeringsplássini, sum fyllast skjótt, sum tað líður út á fyrrapartin. Handlarnir við nógvu minnislutunum, vatni og ísi, eru tættir [...] persar, rómverjar og onnur fólkasløg løgdust á býin og tóku hann upp á skift. Men altíð yvirlivdi hann. At enda kom tann lítla Malariaflugan og gjørdi enda á hesum heimsbýnum, sum nógvir føroyingar kenna [...] grivin eru út fram við høvuðsgøtum og torgum oman gjøgnum tronga dalin, har eingin farvegur í dag sæst til ánna, sum var lívæðrin í býnum, og sum at enda eisini var við til at køva hann við øllum tí lorti
hermaður rann upp á altanuna á fjórðu hædd og veittraði við Viet Cong flagginum. Seinni sama dag vóru hesar myndir vístar í sjónvarpi um allan heimin. Forsetabústður Tann fyrsti bygningurin á hesum staðið varð [...] nógva ferðslu. Skjótasti mátin at koma fram er á motorsúkklu. Av somu orsøk eru bilarnir sera fáir sammett við talið av motorsúkklum. Men tá tey flestu koyra á hvør sínari motorsúkklu, er støðan framvegis [...] framleiðslu. Handilin og ídnaðurin í býnum mennist eisini við rúkandi ferð. Allastaðni sært tú stórar bygningar í gerð. Risastór handilshús ella hotel, ið fyri ein stóran part ella heilt verða fíggjað við útlendskum
Flokkarnir, sum nú sita á tingi, hava ikki loysing frá Finlandi á skránni. Teir hava allir ein hóligan stig fyri stig politikk á tí økinum, og tað tykjast fólk sum heild at vera nøgd við, heldur hann. Áland [...] eitt nú høsnahaldi. Eisini er nakað av skógbrúki á Álandi, men har stendur einki til soleiðis í løtuni, sigur hann. Kappingin við innfluttan russiskan við er sera hørð, og skógbrúkini vaða í vatnskorpuni [...] onnur fólk flyta aftur til Álands. Serliga eru tað svenskt talandi finnar, sum búseta seg á Álandi, sigur »lantråden« á Álandi, Roger Nordlund. Fólkatalið liggur umleið 26.000 tilsamans og er í løtuni vaksandi
longur, segði Ingigerð á Trøðni. Hon hevur eina greiða definitión upp á, hvar sjarmin við miðbýnum er. - Sjarmin eru smáu, krókutu gøturnar og smáu, ólíku handlarnir, segði Ingigerð á Trøðni. Gongubreytin [...] vísti hann á, at uppgávan hjá býráðnum er at skapa karmarnar. Í klummu síni fanst Rigmor Dam at nýggju brúgvasteinunum, sum eru lagdir á Áarvegin, men Heðin Mortensen segði, at neyðugt var við hesum slagi [...] gera tað innbjóðandei fyri kundan at koma inn í handilin, fyrst og fremst við at gera nógv burtur úr sýnisgluggunum, segði Guðrun Ludvig. Annars vísti hon á, at Tinghúsgarðurin átti at verið nógv meiri nýttur
Sørvágur: Árla á morgni henda týsdagin var Valdemar á fótum. Við váttanini frá Starvsstovuni í einu hondini og deigginum í hinari, var klárt at fara til verka: Bakaríið hjá Valdemari var byrjað aftur. [...] ótrúligir og fingu meg aftur á føtur, sigur Valdemar, sum hvørki roykti ella drakk. Ein innari megi til lívið Hóast støðan á mangar mátar kundi tykjast vónleys, so var tað kortini trúgvin á Jesus sum bar hann uppi [...] eisini annan andaligan stuðul á sjúkrahúsinum. Ein annar maður – Otto Dam av Argjum - lá á somu stovu sum hann, og sum ynskti, at onkur annar trúgvandi maður mátti koma á hansara stovu. - Eg taki so Bíbliuna
hava í veruleikanum forða framstigum á hesum øki, við at seta seg upp ímóti avgerðum í nevndini. ST hevði tí vónað at seta á stovn eitt ráð, har einans lond við virðing fyri mannrættindum kundu verða [...] Trygdarráðið gjørt við føstum limum og við sýtingarrætti. Forfundurin millum umboðsfólk hjá limalondunum, og sum skuldi hava eina semju sum stjórnarleiðararnir skuldu at taka støðu til á sjálvum toppfundin-um [...] møguleika at kappast á meira jøvnum føti á hesum øki. Trygdarráðið Undan toppfundinum hevur størsti spenningurin verið, um broyting av Trygdarráðnum og um tað fór at eydnast at seta á stovn eitt mannarættindaráð
serligan dent á vælferðarøkið. Hetta sæst aftur í fíggjarlógini fyri 2007, har peningur er til at seta nógv fleiri starvsfólk á sambýlum, á røktarheimum, í heimahjálpini, í stuðulsskipanum og á sjúkrahúsum [...] teir møguleikar, vit hava fingið við Hoyvíkssáttmálanum. Vit arbeiða fyri limaskapi í EFTA og fyri tættari samstarvi við ES. Fyrst í nýggja árinum fara vit at samstarva við ES um gransking og útbúgving. Vit [...] menningarsamstarv. Her hava vit knýtt sambond við viðurkendar felagsskapir sum matvørustovnin hjá ST, World Food Programme, við hjálparfelagsskapin Mercy Corps og við Heimsbankan. *** At skapanarevni og ska
nakað við tað? Nú ger Jóanes Nielsen tað. Ein rættiligan vørr við skaldsøguni ?Páskaódnini?. Fyri at kunna hava leysari teymar leggur hann søgugongdina nøkur ár fram í tíðina, og hon byrjar við tí øgiligu [...] fer til verka. Og tað er ikki við mýkindum. Tað endar við drápi, og mitt í øllum rokinum, meðan áin floymir, og alt er ein ruðuleiki, finnur blaðstjórin Arthur Berg høvdið á sakføraranum Gogo í einari spann [...] hevur keypt gamla apotek og handilin hjá Jacob Lutzen og bygt Europahotellið í átta hæddum uppi á súlum tvørtur um Áarvegin, kloakkirnar er privatiseraðar, sjálvt gravirnar á kirkjugarðinum eru lagdar út
í kapping við lønarkrøvini hjá uppsagda stjóranum í sambandi við konkursviðgerðina av Sp/F D Media. Uppsagdi stjórin, Árni Gregersen hevur latið eitt krav til Sp/F D Media upp á 840.000 krónur [...] 12. desember klokkan 9:30. Á skiftirættarfundinum vóru umboð fyri starvsfólkini við Páll Nielsen, advokati, umboð fyri onkrar kreditorar og fyrrverandi stjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen [...] Dimmalætting (Sp/F Bring) ásett til eitt virði á 151.513 krónur. Á passivsíðuni hevur fyribils bústjórin fingið nøkur lønarkrøv, men hann ger tó eisini vart við, at fleiri krøv fara at koma, og at tað longu