Edvard Joensen
?????
Efesos: Grikkar, persar, rómverjar og onnur fólkasløg løgdust á býin og tóku hann upp á skift. Men altíð yvirlivdi hann. At enda kom tann lítla Malariaflugan og gjørdi enda á hesum heimsbýnum, sum nógvir føroyingar kenna av navni, uttan tó at duga nágreiniliga at staðfesta, hvar hann hevur ligið.
Efesos er kendur úr Nýggja Testamenti. Bæði úr Apostlasøguni og av tí brævi, sum Paulus »lat skriva sær, til kirkjufólkið í Efesos var«, sum tað stendur í føroysku brúðarvísuni.
Eitt av fornaldarinnar sjey undurverkum, tað risastóra Artemistemplið, var í síni tíð stoltleikin hjá býnum. Í dag er bert ein endurreist súla eftir. Og har hevur ein storkur gjørt sær reiður. Helst mest avmyndaði storkur í øllum heiminum, helt eitt av ferðafólkunum, sum hendan dagin vitjaði gamla tempulplássið.
Sunnarnvert turkiska stórbýin Izmir á Egearastrondini liggja leivdirnar av hesum áður so stórbæra býi, sum í dag er eitt tað stórsta ferðafólkmálið á hesum leiðum. Og hjá tí søguáhugaða er lætt at skilja, at so er. Hesin fornaldarbýurin við teirri ríku søguni er so mikið væl varðveittur - ella rætti uppafturbygdur eftir útgrevstur - at tú uttan trupuleikar dugir at seta teg inn í, hvussu hann hevur sæð út, tá hann var upp á tað besta.
Her á Lydisku strondini lá hann fram við ánni Cayster, sum var tann lívgevandi æðrin, ið seinni gjørdi sítt til at menna ta lítlu fluguna, sum oyddi tann stóra býin.
Her var lív og virki. Her búði nógv fólk. Eini 250.000 túsund siga fornfrøðingarnir í dag. Og tað siga teir seg vita við støði í støddini á stóra og sera væl varðveitta sjónleikarapallinum í býnum. Har eru millum 24.000 og 25.000 sitipláss skrásett. Og pallarnir høvdu í gamlari tíð eitt setur fyri hvørjar tíggju borgarar í býunum. So har er einfalt at rokna.
Framkomið samfelag
Tann Efesos, sum í dag er at síggja, fevnir um umleið 12 prosent av tí stórstaði, sum á døgum Paulusar var ein av heimsins avgjørt leiðandi býum. Hini 88 prosentini, sum enn liggja og bíða eftir, ar fornfrøðingarnir fara at loysa tey undan mold, hava uttan iva eina minst líka spennandi søgu at siga, sum tann lítli parturn, sum vit í dag síggja á ferð okkara gjøgnum hendan tronga dalin, har sólin náðileyst sendir sínar heitu strálur niður yvir mestsum loyptar bollar, sum á einhvønn hátt royna at verja seg móti hesum ótolandi hitanum.
Almennir bygningar sum eitt nú tinghús, ráðhús, bókasavn, baðstovur og ikki at gloyma sjónleikarpallin við tilhoyrandi áskoðaraplássum - tað stóra amfiteatri - eru støð, sum ferðamaðurin í dag kann gleðast um.
Men niðan gjøgnum líðirnar liggja enn fjaldar leivdirnar av teimum húsum, sum vanliga fólkið búði í. Hesi hús, sum uttan iva eru heldur smærri enn tey, sum grivin eru út fram við høvuðsgøtum og torgum oman gjøgnum tronga dalin, har eingin farvegur í dag sæst til ánna, sum var lívæðrin í býnum, og sum at enda eisini var við til at køva hann við øllum tí lorti, hon veitti út í havnina, ið eisini var so lívsneyðug fyri staðin.
Men áin var eisini við til at halda býin reinan, so har var livandi hjá teimum, sum dagliga húsaðust har. Útgrevsturin sýnir, at saniteru viðurskiftini eftir tátíðar meting hava verið heilt góð. Rómverjar gjørdu nóg burtur úr reinføri, og almennu baðstovunar vóru fleiri. Almenn nátthús við rennandi vatni, sum veitti tað burtur, ið fólk lótu frá sær, eru sjónlig enn í dag, og fleiri staðni ber til at síggja gomlum vatnveitingarnar, sum liggja í vegnum. Rør, eins og vit kenna tað í okkara framkomna samfelag.
Trongt
Tað er trongt í Efesos. Uttan fyri ovara portrið troðkast bussarnir fyri at sleppa av við ferðafólkini við tey ymsu parkeringsplássini, sum fyllast skjótt, sum tað líður út á fyrrapartin.
Handlarnir við nógvu minnislutunum, vatni og ísi, eru tættir, og handilsmaðurin um hesar leiðir er ágangandi.
»Hello. Goodmorning. Where do You come from, my friend? I have special price for you. You'r the first costumer today«, káka teir, hóast vit vita, at tað, teir siga, er kolasvørt lygn. Her ganga hundrað- ella kanska túsundvís av menniskjum, og at eingin teirra hevur vitjað júst hendan handilin, er ógvuliga lítið sannlíkt.
Vit ynskja teir eitt sindur longri enn hagar, piparið grør, tí nú eru vit so nær kortini. Fortelja teimum, at vit eru frá Gjógv.
»Oh! Gjógv. My friend has been in republic of Gjógv«, letur hesin.
So vælsignaður. Kennir helst eisini Sofus forseta.
Men vit lata okkum kortini tøla. Keypa eina húgvu at seta á høvdið sum verju móti sterka sólskininum. Og fyri at vera heldur fyrivarin, verða nakrir litrar av vatni fingnir niður ein plastikkposa. Teir skulu vísa seg at fara at gera undurverk seinni á túrinum.
Ferðaleiðarar ganga har hvør við sínum bólki. Onkunstaðni eru teir fleiri við sama bólki. Sum her hjá okkum, har ein er turkisk og tosar enskt, og onnur er av øðrum etniskum uppruna og tosar danskt. Eitt danskt ferðalag hevur biðið um hana, men fær at vita, at tann turkisa má vera við, tí tað er lógarfest her, at turkiskur ferðaleiðari skal vera við á túrinum.
Og so fara tey hvør í sínum lagi oman gjøgnum býin. Halda av hvør fyri øðrum. Øll vilja síggja somu støðini, og ikki batar, um ein stendur og tosar enskt, annar týskt og triði franskt hvør í holið á øðrum, meðan japanar og skandinavar standa mitt í flokkinum og skilja lítið av tí, sagt verður. Nei, tey hava av royndum lært at taka fyrilit hvør fyri øðrum, og tað gongur upp á stás.
Øvugtan veg
Tá fólk í gomlum døgum komu til Efesos, vóru tað helst tey flestu, sum komu sjóvegis. Tey gingu síðan niðan gjøgnum býin. Men vit gera tað øvugta. Byrja í erva og ganga undan brekkuni, sum er skilagott í hesum hitanum. Man liggja um tey 35 stigini og bakandi sól er, so tað verður heitari enn so. Grót í bæði borð og marmorlagdir vegir at ganga á. So her er sum í einum pizzaovni.
Fólk hugsa um, hví staðurin er grundaður her, sum tað er so heitt. Og søguna fáa vit.
Androklos, sum var sonur Kodros kong í Athen, helt, at Athen var vaksin so nógv, sum til bar, og kendi seg heldur innistongdan í býnum.
Hann hevði hug at fara aðrastaðni at grunda ein bý, sum hann sjálvur kundi fáa at vaksa, eins og Athen.
Men hetta var jú ikki bara sum at siga tað, so hann fór, vísur sum grikkar vanliga vóru, til oraklið og spurdi, hvar hann skuldi gunda býin.
Svarið var, at har hann samstundis fann fisk, eld og villsvín, skuldi hann reisa búgv.
Siglt varð so fram við griksku Egearahavsstrondini, men einki bar til. Fiskur var at síggja viðhvørt. Eldur eisini. Og kanska okkurt villsvín. Men ongantíð samstundis. So varð farið eysturum. Og tað segði tað sama.
Teir koma so suður at Cayster ósanum í Lydiu. Eru móðir og svangir og kynda bál. Onkur kastar nót, og fær nakrar fiskar, sum verður steiktir á teini.
Men vanlukku tí er ein teirra so livandi, tá hann fer útá, at hann spraklar í eldin so neistarokið stendur frá. Turt er í økinum, og har festir í nakrar runnar eitt sindur burturfrá.
Ikki veit mætari við enn at ein villsvínagøltur hevur goymt seg har. Hann gerst bangin og loypur avstað. Androklos eftir honum, fær hann aftur og drepur hann.
Nú rennur honum oraklið í huga, og her hevur hann alt, ið oraklið segði honum. Fisk, eld og villsvín. So her grundar hann býin.
Onnur søga er tó, sum sigur, at tað vóru amasonurnar, sum grundaðu tann fyrsta Efesos. Hesar krígskvinnurnar, sum ikki vildu vita av manni. So lítið hildu tær um slagið, at tær gjørdu sær boga av mansrivum.
Hesar skulu eina tíð halda til í býnum, til tær vórðu riknar burtur av sterkari herum, sum mannaðir vóru við monnum.
Hvussu varð og ikki, kunnu vit í dag bara fegnast um, at býurin einaferð lá her, so tað í dag ber til at fáa eitt ógloymandi upplivilsi av at ganga eftir hesum gomlu gøtunum, sum vit í seinni frásøgn fara at hoyra meira um.