Jón Brian Hvidtfeldt
1.513 krónur. Tað er tað, sum Sp/F Bring (fyrr Dimmalætting) hevur á bók, nú fyribils bústjórin, Sigmund Poulsen, advokatur, hevur hugt gjøgnum skjølini.
Sambært yvirliti hjá advokatinum, sum tó ikki er fullfíggjað, eru samlaðu krøvini um 4.000.000 krónur.
Týsmorgunin var skiftirættarfundur hildin í Dómhúsinum í Havn, har tilfarið varð lagt fram, og har rætturin gjørdi av, at Sigmund Poulsen, advokatur, heldur fram sum bústjóri. Næsti rættarfundur verður 12. desember klokkan 9:30.
Á skiftirættarfundinum vóru umboð fyri starvsfólkini við Páll Nielsen, advokati, umboð fyri onkrar kreditorar og fyrrverandi stjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, sum er stjóri í felagnum D-Media, sum Dimmalætting stovnaði sama dag, sum síðsta eintakið av Dimmalætting kom út, 13. september í ár.
Uppgerðin hjá fyribils bústjóranum vísir, at allir fakturar hjá Dimmalætting eru transporteraðir til P/F Kimbil, sum hevur veitt felagnum eitt lán ímóti transporti í fakturunum. Fakturaupphæddirnar skulu gjaldast beinleiðis til eina konto hjá P/F Kimbli.
Virðið av hesum fakturin hjá búnum er tí ásett til 0 krónur.
Blaðsavnið hjá Dimmalætting er á eini goymslu á Sandvíkarhjalla, sum felagið leigar fyri 1.500 krónur um mánaðin. Í hesi goymslu eru eintøk av Dimmalætting langt aftur í tíðina, men arkivið er tó ikki fullfíggjað.
– Tí er trupult at áseta virði, men ein fyribilsmeting er 25.000 krónur, sigur Sigmund Poulsen í uppgerðini.
Fáar dagar fyri, at Dimmalætting (Sp/F Bring) varð send í skiftirættin, stovnaði skuldarin eitt dóttirfelag, Sp/F D Media. Alt innbúgv, teldur og servarar, eins og nøvnini Dimmalætting, Bering, biz.fo, Færø Amtstidendes Bogtrykkeri og domennavnið www.dimma.fo er flutt yvir í dóttirfelagið fyri 330.035 krónur. Sambært keypsavtaluni skal upphæddin rindast við eini gjaldsavtalu, har nýggja felagið rindar gamla felagnum 5.000 krónur um mánaðin frá 1. januar 2014 at rokna til øll skuldin upp á 330.035 krónur er goldin.
– Virðið av hesi millumrokning (og dóttirfelagið sum heild) er treytað av, um millumrokningin fær dividendu í kapping við lønarkrøvini hjá uppsagda stjóranum í sambandi við konkursviðgerðina av Sp/F D Media.
Uppsagdi stjórin, Árni Gregersen hevur latið eitt krav til Sp/F D Media upp á 840.000 krónur, sum er løn í 12 mánaðir sambært sáttmálanum.
Um so er, at kravið frá stjóranum verður privilegerað sambært grein 95 í konkurslógini, so fær Sp/F Bring (fyrr Dimmalætting) ongar pengar, um so er, at D Media ikki verður selt fyri í minsta lagi 840.000 krónur. Tað heldur fyribils bústjórin tó verða ósannlíkt.
– Tá krøvini frá stjóranum neyvan verða priviligerað undir konkursviðgerð av Sp/F D Media, so verður dividendan úr búnum verða býtt millum Sp/F Bring og stjóran í lutfallinum 3:8. Tað vil siga, at um so verður at kreditorar í Sp/F D Media undir konkurs verður útgoldið til dømis 300.000 krónur, so vil tað geva Sp/F Bring í konkurs umleið 80.000 krónur, heldur Sigmund Poulsen.
Fyribils bústjórin er ikki vísur í, hvør eigur tað talgilda tilfarið, sum liggur á servarunum, um tað er Sp/F Bring ella Sp/F D Media.
– Líka mikið, hvør eigur, so er »Dimmalætting« frá 1997 fram til 2013 tøk í talgildum formi via teldur á servarum aðra staðni enn í sjálvum blaðhúsinum. Talan er um leypandi útgávur av blaðnum við greinum, myndum, lýsingum og ørðum vanligum blaðtilfari, sigur bústjórin.
Virðið av hesum dátugrunni er trupul at virðismeta, heldur bústjórin, men talan er næstan bara um tilfar, sum er skapt av journalistum, fotografum, grafikarum og ørðum, og sum er vart av reglunum um upphavsrætt. Vanliga hevur arbeiðsgevarin rætt at brúka tilfar av slíkum slag í dagligum rakstri, men tað er tó rættiliga ivasta, um brúksrætturin kann latast víðari til onkran annan, heldur Sigmund Poulsen, sum tí hevur ásett virði av hesum til 20.000 krónur.
P/F Vinnuvitan stóð sum eitt dóttirfelag í roknskapinum hjá Dimmalætting, sum nú eitur Sp/F Bring. Sambært roknskapinum fyri 2012 hevur P/F Vinnuvitan eitt virði í roknskapinum fyri Dimmalætting upp á 356.000 krónur.
Bústjórin skrivar eisini, at partabrøvini í P/F Vinnuvitan hava verið pantsett hjá P/F Nema, men í sambandi við umfígging skuld í oktober í 2012, hevur Dimmalætting lænt 1.300.000 krónur frá Jóhan Andrias Reyðberg í Klaksvík. Afturfyri hevur Dimmalætting givið Jóhan Andrias Reyðberg pant í partabrøvunum í P/F Vinnuvitan. Seinni hevur panthavarin yvirtikið atkvøðurrættin til øll partabrøvini, og seinni aftur yvirtikið partabrøvini tsum ogn sambært pantsetingaravtaluni. Restskudlin til lánveitarin er sambært tí, sum bústjórin hevur fingið upplýst, fleiri hundraðtúsund krónur. Sambært tí, ið fyriliggur, eru partabrøvini í P/F Vinnuvitan ikki longur ong hjá P/F Bring (Dimmalætting) og tí hevur bústjórin sett virðið til 0 krónur.
Bústjórin sigur eisini, at bæði Sp/F Bring í konkurs og Sp/F D Media heva nøvn og hjánøvn, sum kunnu hava áhuga hjá onkrum keypara, og tí hevur hann ásett hetta virðið til 25.000 krónur.
Tilsamans eru aktivni hjá Dimmalætting (Sp/F Bring) ásett til eitt virði á 151.513 krónur.
Á passivsíðuni hevur fyribils bústjórin fingið nøkur lønarkrøv, men hann ger tó eisini vart við, at fleiri krøv fara at koma, og at tað longu nú er greitt, at einki verður at býta til sonevnda "simplar kravánarar".
Men priviliegerað krøv eru, so sum lønarkrøv, upp á 1.500.000 krónur.
Bókhaldið er ikki ajour. Men fyribils bústjórin metir, at simplu krøvini tilsamans eru 2.500.000 krónur.
Soleiðis fær hann simplu krøvini tilsamansm 4.000.000 krónur.
Fyribils bústjórin hevur hesar viðmerking til tann bústjóra, sum skuldi setast á rættarfundinum – sum bleiv Sigmund Poulsen sjálvur:
• Lat inn konkurskrav mótvegis Sp/F D Media og avklára lønarkrøvini hjá stjóranum – um og hvussu tað skal standa við, og hvussu støðan er við privilegium sambært grein 95, eins og møguligar umstoytingarspurningar í samband við yvirtøkuna av aktivunum í Sp/F Bring (fyrr Dimmalætting) tiol Sp/F D Media.
• í neyðugum mun eftirkanna pantsetingina og yvirtøkuna av P/F Vinnuvitan og kanna, um nakað krav kann koma um, at handilin skal ganga aftur.
Niðurstøðan hjá fyribils bústjóranum var, at eingir pengar verða til vanligar kreditorar hjá Dimmalætting. Priviligerað krøv, í hesum føri lønarkrøv, eru tey einastu, sum kunnu vænta sær nakað. Men tað verður ikki nógv. Um nakað verður til teirra, so verður tað í mesta lagi millum 5 og 10 prosent av kravinum, segði Sigmund Poulsen.