Hungur ella yvirgangur, hvør er hóttanin?

Hesa vikuna hevur ST verið á alheims breddanum. Fyrst var talan um forfund til toppfundin, sum byrjaði mikudagin. Endamálið við toppfundinum er at bygnaðarbroyta ST, soleiðis at felagsskapurin kundi gerast meira tíðarhóskandi og eisini effektivur

Bogi Eliasen
Stjórnmálafrøðingur, cand.scient.pol


Skuffandi forfundur
Forfundurin endadi sum nakað av einum vónbroti, tí semjan sum funnin var fram, til ikki var so víttfevnandi sum vónað og lagt upp til av m.a. Kofi Annan fyrr í ár, tá hann kom við visiónunum fyri framtíðar ST í upplegginum In Larger Freedom. Hetta var eitt uppskot sum limalondini skuldu taka støðu til, men nógvar hendingar rundan um hava eisini havt sína ávirkan. T.d. hava muturgølurnar í ST verið við til at minka um álitið á felagsskapin, at felagsskapurin ikki megnaði at røkka eini semju um Irak-spurningin og annars stirvnu mannagongdirnar. ST er enn í høvudsheitinum skipað, sum tá felagsskapurin bleiv stovnaður fyri 60 árum síðan. Heimurin var ein annar, stórveldini onnur og avbjóðingarnar aðrar. Aftaná ræðuleikarnar í heimskríggjunum báðum, og aftaná at Fólkasamgongan ikki megnaði at byrgja fyri 2. Veraldarbardaga, var semja um at skipa ST soleiðis, at trygd og stabilitetur var í hásæti og ikki rættvísi. Tí bleiv Trygdarráðið gjørt við føstum limum og við sýtingarrætti.
Forfundurin millum umboðsfólk hjá limalondunum, og sum skuldi hava eina semju sum stjórnarleiðararnir skuldu at taka støðu til á sjálvum toppfundin-um, gekk illa. Ikki fyrrenn í seinastu løtu eydnaðis at semjast um ein tekst, sum øll uttan tvey lond kundu taka undir við. Semjan var tá ikki serliga víttfevnandi í broytingum og fekk harðan kritik frá nógvum eygleiðarum. Kofi Annan sjálvur vísti eisini á, at hann sjálvur var vónsvikin, men at talan hóast alt var um nøkur fet fram eftir og at tað er sera torført at fáa 191 lond at semjast. Tó var hann sera harmur um, at eingin semja var um vápnadupp-ing og um hópoyðingarvápn og segði at talan er um eina stóra skomm, at heimsins lond ikki kunnu semjast á hesum so týdningarmikla øki.
Heimsins 2015 ætlan
Nógv arbeiði hevur verið gjørt um menning av fátækum londum, og semja er um at arbeiða eftir millenium goals, sum er heimsins 2015 ætlan. Her hevur stórt stríð staðist av, hvussu nógv ríkaru londini skulu brúka til menningarhjálp. M.a. ætlar USA ikki at koma uppá tey 0,7%, sum málið er. Semja er tó um at seta størri orku í at røkka hesum málum, og m.a. George Bush legði í síni røðu stóran dent á, at tað er neyðugt at menna menningarlondini, m.a. eisini í stríðnum ímóti yvirgangi, og hann segði at USA tekur landbúnaðarstuðulin av, um so er at hini ríku londini eisini gera tað, soleiðis at fátæku londini fáa møguleika at kappast á meira jøvnum føti á hesum øki.
Trygdarráðið
Undan toppfundinum hevur størsti spenningurin verið, um broyting av Trygdarráðnum og um tað fór at eydnast at seta á stovn eitt mannarættindaráð. Kofi Annan hevði sjálvur tvey uppskot um broyting av Trygdarráðnum, soleiðis at tað gerst meiri nýtiligt og fer at ímynda valdsbýtið í heiminum í dag. Men føstu limirnir í Trygdarráðnum hava skumpað hetta hegnisliga uppskot til viks, og ikki sær út til at nakað fer at henda á hesum øki. Ein broyting av Trygdarráðnum krevur stuðul frá føstu limunum og serliga USA. USA sigur seg prinsipielt stuðla eini broyting tá tíðin er røtt, og tað er hon so ikki beint nú. Bert um ein heilt óvantað broyting verður á síðsta degnum á toppfundinum, sum er aftaná evsta-mark til hetta blaðið, verður nøkur broyting í Trygdarráðnum á hesum sinni.
Yvirgangur
Lagt var upp til at ST skal meira í stríðnum móti yvirgangi. Í hesum sambandi skuldi ein semja gerast um hvat er yvirgangur. Ongin semja fekst um hetta uttan tað, at Aðalfundurin skal taka málið upp og royna at loysa tað.
Friðarveitandi nevnd
Uppskot er frammi um at gera eina friðarveitandi nevnd, sum skal hjálpa londum, sum er ávegis úr vápnaðum stríði og kríggi. Sum so er semja um at nevndin skal setast, men ósemjan er um hvørt nevndin skal vera undir Trygdarráðnum ella undir Aðalfundinum. Serliga 3. heimslondini vilja hava størri ávirkan, og tí at nevndin skal vera undir Aðalfundinum.
Fólkamorð
Semja er fingin um at størri dentur skal leggjast á arbeiðið at fyribyrgja fólkamorðum. Kofi Annan hevði skotið upp, at limalondini skuldi bindast til at fylga ST tilmælum á hesum øki. Semja var um at seta upp eina slíka skipan, men ikki at hon skal verda bindandi fyri limalondini.
Mannarættindaráð
Stór ónøgd er um mannarættindanevndina hjá ST. Lond, sum eru kend fyri píning, hava í veruleikanum forða framstigum á hesum øki, við at seta seg upp ímóti avgerðum í nevndini. ST hevði tí vónað at seta á stovn eitt ráð, har einans lond við virðing fyri mannrættindum kundu verða limir, og í minsta lagi soleiðis at limirnir skuldu veljast sum t.d. í Trygdaráðnum. Semja er um at gera eina nýggja nevnd, men ikki um hvussu og hvør kann ella skal verða limur.
Handil og stuðul
Hóast fleiri felagsskapir, sum arbeiða við menningarhjálp eru vónbrótnir, at meira ítøkiligt ikki er komið burtúr at geva teim fátæku londunum ein veruligan møguleika í alheimsskipanini, so lovaði George Bush, at USA tekur landbúnaðarstuðulin av, um so er at hini londini, sum veita sínum stuðul eisini gera tað. Fyri at fáa eina betri heimshandilsskipan og fríhandil, bleiv heitt á WTO um at koma við eini greining av hvat skal til, og at WTO fundurin í vetur skal loysa málið.
Brasilski forsetin Lula vísti á, at tað er burturúr vón og viti, at seks reisurnar tað upphædd, sum er mett neyðug fyri at røkka millenium goals málinum fyri at steðga hungri, verða brúktir til landbúnaðarstuðul í ríku londunum. Henda útsøgnin sigur helst nógv um hvussu vit í ríkara partinum av heiminum í veruleikanum raðfesta. So er spurningurin um størsta hóttanin er yvirgangur ella hungur, tí eitt nú USA og Rusland meta at ljósið skal varpast á yvirgang, meðan eitt nú danski forsætisráðharrin metir at HIV/AIDS eigur verða raðfest hægst.
Egin áhugamál
Bush vísti við síni røðu at ST fyri USA er fyri at ansa eftir egnum áhugamálum, men samstundis legdi hann í røðuni dent á tørvin í menningini av fátækum londum, eisini sum ein partur av stríðnum ímóti yvirgangi. Hesin toppfundurin vísti at arbeiði í ST enn í stóran mun er um at tryggja egin áhugamál, sum aftur ger tað so torført at fáa semjur, sum øll vita gagna heiminum. ST er onkursvegna fakfelagið hjá heimsins fullveldislondum og tey ansa eftir sínum áhugamálum. Broytingarnar hesa ferð eru ikki nóg stórar, men ein tilgongd við broytingum er sett í gongd. Stóri spurningurin er um broytingarnar steðga her, ella hetta er byrjanin til eina altumfatandi bygnaðarbroyting í ST? Tað vita vit ikki fyrrenn um nøkur ár. Tann semjan sum undan toppfundinum fekst millum limalondini, kann ikki sigast at vera nøktandi, og tí fæst ikki eitt nøktandi úrslit av toppfundinum, og tí fær ST í hesi setuni ikki sett skjøtil á tær umfatandi broytingarnar í felagsskapinum, sum m.a. Aðalskrivarin Kofi Annan hevði vónað. Men broytingar eru har. Londini eru samd um at arbeiða fram eftir 2015 málunum, semja er um at mannarættindaspurningurin skal loysast ørðvísi, semja er um at leggja størri orku í at fyribyrgja fólkamorðum og semja er um at fáa eina heimshandilsskipan, sum gevur 3. heimslondunum størri møguleika at klára seg.
Frameftir, men&
Nakað er komið av skafti. Langt er eftir at røkka tí máli, sum Kofi Annan setti fram í vár í ætlanini "In Larger Freedom", sum hann hevði vónað at fingið samtykt í ár. Hinvegin skal altíð nógv leggjast fyri, soleiðis at ein samráðingarsemja kann røkkast. ST er farið eitt vet frameftir, men als ikki nóg mikið. Kom-andi árini verða avgerandi fyri um vit fáa eina líðandi menning og broyting av felagsskapinum, ella at hetta eru broytingarnar vit skulu liva við nógv ár frameftir. Fáa vit ikki størri broytingar enn hesar, verður ST verandi ein tung og ótíðarhóskandi skipan, sum ikki fær styrkt sín leiklut sum alheimsfelagskapurin. Ein broyting í ST er, at trygd og stabilitetur er gott, men tíðin er komin til at rættvísi eisini skal inn í skipanina. Tí er neyðugt at broyta Trygdarráðið, fáa eina nógv betri arbeiðgongd um mannarættindini og eina rættvísari heimshandilsskipan. Smáar broytingar eru, og bert um Aðalfundurin megnar at gera eina dynamiska semju um mannarættindi og WTO um handilin, so kann sigat at tað gongur rætta vegin. Kanska ikki í nóg stórum, men tó í nøktandi fetum, um so er at broytingarnar eru partur av eina áhaldandi tilgongd. .