Fleiri flyta til Álands

Íbúgvaratalið á Álandi er vaksandi, og í løtuni er landið í teirri sjáldsomu støðu, at heili 25 prosent av íbúgvunum eru føddir utttanlands. Býtið millum aldursbólkarnar er nøkunlunda javnt. Tó eru tey eldru í meiriluta á bygd og í skergarðinum, og tey ungu búgva mest í miðstaðarøkinum

Álendingar flyta av landinum í útbúgvingar- og øðrum ørindum, og onnur fólk flyta aftur til Álands. Serliga eru tað svenskt talandi finnar, sum búseta seg á Álandi, sigur »lantråden« á Álandi, Roger Nordlund. Fólkatalið liggur umleið 26.000 tilsamans og er í løtuni vaksandi. Umleið helvtin býr í høvuðsstaðnum, Mariehamn, og har í grannalagnum.
Tá fólk eru liðug við grundskúlan og hava fingið miðnámsútbúgvingar, fara tey, sum ætla sær víðari, eitt nú undir universitetslesnað, uttanlands.
Har eru tað mestsum bara Svøríki og Finland, sum eru aktuel, sigur Roger Nordlund.
Hóast Áland er partur av finska ríkinum, er málið svenskt, og tað ger tann stóra munin, tá útbúgvingarstað verður valt. Heili 75 prosent velja at fara undir hægri lestur í Svøríki, og hini 25 prosentini velja so vanliga Finland, greiðir hann frá. Her síggja vit ein stóran part av teimum, sum flyta av landinum. Tá tey so seinni koma aftur, hava tey møguliga maka og eitt ella fleiri børn við sær, sum fødd eru uttanlands, og tað er so ein partur av tí býti, sum ger, at so stórur partur av álendingum eru føddir uttanlands.

Politiska skipanin
Vit sita á skrivstovuni hjá »lantråden« í bygninginum hjá Ålands Landskapsstyrelse, Självstyrelsegården, í Mariehamn á Álandi.
»Lantråden« er formaður í Landskapsstyrelsen, og er tað, sum svarar til okkara løgmann. Landskapsstyrelsen hevur í løtuni seks limir, sum eru valdir av tveimum politiskum flokkum. Tingið á Álandi eitur Lagtinget, eins og okkara egna Løgting í Føroyum. Tinglimirnir eru 30 í tali.
Roger Nordlund, »lantråd«, greiðir frá, at hann er formaður í miðflokkinum, Ålands Centerparti, sum saman við høgrasinnaða Liberala skipar landsstýri. Flokkarnir hava níggju tinglimir í part av teimum 30 og sostatt greiðan meiriluta í Løgtinginum. Stýrisskipanin loyvir ikki minnilutastýri á Álandi.
Í løtuni eru seks flokkar umboðaðir í Løgtinginum. Løgtingsval verður á Álandi tann 19. oktober í ár, greiðir Roger Nordlund frá.
Hinir fýra flokkarnir, sum umboðaðir eru í Løgtinginum, býta hinar tólv sessirnar sínámillum. Tveir hava fýra limir, ein hevur tríggjar, og ein hevur ein tinglim.
Væntandi verður ein nýggjur flokkur umboðaður í Løgtinginum eftir komandi val, sigur Roger Nordlund. Tað er ein loysingarflokkur, sum stillar upp fyri fyrstu ferð, og veljarakanningar spáa honum ein sess í tinginum. Hvaðani hann fær mannin, veit »lantråden« ikki at siga fyri vist, men tað kann væl henda, at tað verður frá hansara egna flokki, sigur hann. Flokkarnir, sum nú sita á tingi, hava ikki loysing frá Finlandi á skránni. Teir hava allir ein hóligan stig fyri stig politikk á tí økinum, og tað tykjast fólk sum heild at vera nøgd við, heldur hann.

Áland og Finland
Áland er sjálvstýrandi partur av Finlandi og velur ein tinglim í finska Ríkisdagin.
Men Áland hevur eina heimastýris- ella sum teir sjálvir siga - sjálvstýrislóg, sum sum gevur teimum rættiliga víðar politiskar heimildir, greiðir Roger Nordlund frá.
Á flest øllum økjum hevur løgtingið fullan avgerðarrætt. Her tosar hann um mál sum vinnumál, fíggjarmál, heilsu- og almannaverk og undirvísing og mentan. Tó er ein sera umráðandi partur av vinnumálunum ikki yvirtikin, og er tað sjóvinnan, sum er størsta inntøkukelda álendinga, men bara hevur lítlan samfelagsligan týdning fyri Finland, greiðir hann frá.
Onnur mál sum uttanríkismál og hernaðarmál umsitir Finland einsamalt.
Eitt av aðalmálunum í framtíðini verður at yvirtaka sjóvinnuna. Men skal ein slík yvirtøka gerast, skal lóg um tað samtykkjast bæði í álendska Løgtinginum og í finska Ríkisdegnum. Og tað skal vera við trimum fjórðingum í meiriluta í báðum tingum, sigur Roger Nordlund.
?Tað kann vera bæði ein tryggleiki og ein ótryggleiki í tí, sigur hann. Tryggleikin er, tá vit eru í móti onkrum, at vit hava ávísa tyngd. Og hinvegin er tað lætt hjá finnum at steðga onkrum av okkara ynskjum, vísir hann á.
Skattaskipanin er nakað fyri seg, sigur hann. Álendingar rinda statsskatt til Finlands. Sambært lóg eru tað 0,45 prosent av samlaða skattinum, sum finski staturin fær. Hetta er gomul skipan og er helst einaferð ásett eftir fólkatalinum á Álandi, sum so hevur svarað til tey 0,45 prosentini av samlaða finska fólkatalinum. Skattaprosentið áseta álendingar sjálvir.
Fer inngjaldið so hinvegin upp um 0,50 prosent, fær finski staturin tey 0,50 prosentini, og Áland fær flutt aftur tann partin, sum fer uppum.
Peningurin verður fluttur aftur til Álands í einum blokki, og so umsita álendingar hann sjálvir. Álendska fíggjarlógin er í ár upp á 240 milliónir evrur. Tað er umleið 1,8 milliard danskar krónur.
Tað eru 16 kommunur á Álandi, og tær áseta sjálvar sítt kommunuskattaprosent, sum vanliga liggur millum 16 og 19.
Álendska »landskapsstyrelsen« átekur sær alt fleiri umsitingarligar uppgávur. Kommunurnar eru ov smáar og veikar at hava eina vælvirkandi umsiting. Hana hava vit valt at hava miðsavnaða í landsfyrisitingini, soleiðis at hon verður betri arbeiðsfør, sigur álendski løgmaðurin.

Áland og ES
Áland er sum partur av finska ríkinum eisini limur í ES. Men álendingar hava veruliga skotið papageykin, sum tikið verður til, tá hugsað verður um ta tollfríu skipanina, teir hava megnað at fingið.
Øll ferðamannaskipini, sum ferðast millum Svøríki og Finland, leggja at á Álandi, og geva harvið ferðafólkunum møguleika at keypa tollfrítt umborð, tí sigling millum Áland og umheimin, eisini ES londini Finland og Svøríki, gevur loyvi til tollfrían innflutning.
Hetta lokkar hundaðtúsundtals ferðafólk árliga til beinleiðis at gera túrin við bíligum innkeypi fyri eyga. Umframt øll hini, sum kortini høvdu ferðast á leiðini. Tað koma árliga umleið 1,8 millión ferðafólk til Álands, og umleið 300.000 teirra velja so at gista meira enn eina nátt á Álandi.
Hendan skipanin gevur álendska landskassanum rættiliga fitt av peningi, greiðir Roger Nordlund frá.

Fjølbroytt vinna
Álendska vinnulívið hevur fleiri bein at standa á, greiðir »lantråden« frá. Sjóvinnan við ferðafólka- og farmaflutningi er tann størsta inntøkukeldan. Síðan er tað ferðavinnan annars, handilsvinna, bankar og tryggingar eins og landbúnaður, sum eru tær stóru vinnurnar.
Fiskivinnu í traditionellum líki gera teir lítið við á Álandi í dag. Kanska eini tvey prosent av samlaðu inntøkuni kemur frá vanligari fiskivinnu. Alivinnan er størri, veit Roger Nordlund at siga frá.
Landbúnaðurin hevur lagt seg eftir serligum greinum, so sum grønmeti og eitt nú høsnahaldi. Eisini er nakað av skógbrúki á Álandi, men har stendur einki til soleiðis í løtuni, sigur hann. Kappingin við innfluttan russiskan við er sera hørð, og skógbrúkini vaða í vatnskorpuni. Timburhandlarnir flyta inn, har bíligari er, og álendingar hava ikki møguleika at áleggja verjutoll.
?Men tað verður ivaleyst eitt av málunum, vit fara at taka upp í næstum, sigur Roger Nordlund.
Serliga eplir og leyk gera tey nógv av at velta á Álandi. Og saman við grønmeti annars verður tað útflutt í hampiliga stórum nøgdum. Serliga til Finlands. Eitt sindur av sukuri hevur eisini verið velt, men herfyri brann tann lokala sukurverksmiðjan, so nú innflyta álendingar danskt sukur, sum í handlunum er nakað væl dýrari, enn tað er eitt nú í Føroyum.
Annars eru matvørur ikki dýrar, um sammett verður við føroyskar prísir. Okkurt hendinga ting er dýrari, okkurt er á leið tað sama, men allarflestu matvørurnar eru bíligari, enn vit kenna til í Føroyum. Summar heilt munandi.
Og møguleikarnir eru nógvir. Tú fert í handilin og keypir nýupptikin epli fyri umleið fýra krónur fyri kilog.
Men tað er ikki bara at keypa epli. Nei. Tú hevur einar fýra ymsar kassar at velja ímillum, og á hvørjum teirra stendur, hvør velt hevur. Soleiðis.

Útlitini
Tað hevur gingið væl á Álandi seinastu árini. Men tað tykist, sum nú fer at sansa at onkunstaðni, greiðir Roger Nordlund frá. Tað verður helst ikki so rúmsátt búskaparliga, sum tað hevur verið, væntar hann.
Heilsu- og almannamálini tyngja nakað, og útlit eru í løtuni til, at sjóvinnan í ávísan mun fer at flyta heimstað av Álandi til Svøríkis. Hendir tað, verður tað ein dyggur smeitur fyri álendska búskapin, sigur hann.
Kostnaðarstøði á hesum økjunum er hækkað, greiðir hann, frá. Sera drúgt verkfall hevur eisini verið í heilsuverkinum, sum hevur havt við sær, at álendingar eru noyddir til Finlands í sjúkraviðgerð, hóast umstøðurnar annars eru góðar í so máta á Álandi.
Eisini á útbúgvingarøkinum er raksturin vorðin dýrari, sigur álendski løgmaðurin -»lantråden« - Roger Nordlund at enda.

Myndir