Sørvágur: Árla á morgni henda týsdagin var Valdemar á fótum. Við váttanini frá Starvsstovuni í einu hondini og deigginum í hinari, var klárt at fara til verka: Bakaríið hjá Valdemari var byrjað aftur.
Fyrstu rugbreyðini, fransbreyðini og omega-breyðini vórðu kvikliga tikin úr ovninum, og við bili send til handlar í Vágum, Vestmanna og í Havn.
Fólk í bygdini høvdu helst havt ein varhuga av, at okkurt var í ger – ella gerð – í handilshølunum mitt í Sørvági. Og stór var frøin, tá tey nú aftur kundu keypa heimabakað breyð í heimbygdini.
- Telefonin hevur ringt rættiliga ofta í morgun. Øll ringja og takka fyri, at bakaríið nú lat upp aftur. Ein eldri kona ringdi fyri løtu síðani og segði, at hon hevði ikki etið ordilig breyð í langsamiliga tíð.
- Hon segði, at hon hevði keypt breyð frá mær og kundi eta tey, uttan at neyðugt var at taka gebissið úr. Tey vóru bæði góð og bleyt, og ikki so hørð og turr sum hini. Nú hevði hon ongar trupulleikar at eta tey, sigur Valdemar og flennir hart.
Eitt skifti vóru trý bakarí í Vágum, men síðani í august hevur einki verið. Nú fáa fólk aftur møguleika at keypa breyð frá Valdemari, fleiri ár eftir at hann bakaði sítt seinasta breyð.
Sjáldsamur bakari
Mong ár eru liðin, síðani Valdemar sum bakari bakaði sítt fyrsta breyð og sum kondittari prýddi fyrstu køkuna. Hann hevur verið í starvi bæði í Sørvági, Sandavági og í Havn.
- Eg ætlaði ikki beinleiðis at skula gerast bakari burturav, greiðir hann frá.
Á vári 1964 var hann púra klárur og sannførdur um at fara til Grønlands at rógva út. Hann fekk tíverri – ella tíbetur - bruna í hálsin, og læknin ráddi honum frá at fara hagar.
Ommubeiggi hansara í Sørvági, vanliga nevndur Skælings-Jógvan var bakari, og í hesum starvi byrjaði so Valdemar. Eitt starv sum millum annað gav honum arbeiði í Køkubúðini hjá Andreas Jacobsen í Havn.
- Eg arbeiddi sum sveinur í bakarínum hjá Conrad Skaale í Havn, tá Andreas í Køkubúðini kom og spurdi meg, um eg ikki kundi koma at arbeiða sum meistari hjá sær, tí versonurin skuldi fara at arbeiða á Posthúsinum.
- Hetta ljóðaði spennandi, men hinvegin, - skuldi eg fara at arbeiða hjá Andreasi - hesum manninum, ið eg hevði hoyrt so nógv undarligt um?, sigur Valdemar við einum stórum brosi.
Einki tos um pinsar ella traktatir
Tað gingu nevniliga nógvar søgur um Andreas, sum var virkin í Evangeliihúsinum í Havn og hvat tað vildi siga at vera pinsavinur. Onkur bilti Valdemari inn, at hann mátti ansa eftir pinsunum, tí teir kundu finna uppá so mangt undarligt. Millum annað visti onkur at siga, at teir ofta settu seg í eitt hálvmyrkt horn at prutla.
- Ja, tey søgdu enntá fyri mær, at eg ikki bert slapp at arbeiða sum bakari í Køkubúðini, men mátti eisini út at ganga runt við kristiligum traktatum, sigur Valdemar, meðan hann flennir hart.
- Og tað besta av øllum var, tá tey søgdu, at tá kakurnar skuldu koyrast út, so behøvdist eg slettis ikki at stýra. Tað skuldu Jesus-pápi nokk syrgja fyri! - So tú kanst ætla, at eg mátti heim at hugsa um hetta: Hvør í víðu verð mundi hesi maðurin í Køkubúðini vera?
Valdemar fór heim at hugsa um hetta, men avgerðin at arbeiða fyri Andreas var løtt at taka: Aftaná var hann bæði væl móttikin og væl løntur av Andreasi og konuni.
- Hann tosaði ongatíð við meg um traktatir, at fáa meg til pinsavin ella niður í karið. Nei tey bæði vóru av allar fittastu fólkum, sigur Valdemar, sum fekk kringluna, sum hekk uttanfyri bakarí’ið, sum gávu tá tað læt aftur.
Svav á mjølsekkunum
Hóast lønin hjá einum meistara helst kundi rokkið longri, so nýtti Valdemar hana kortini við skili. Hann byrjaði spakuliga at fyrireika seg uppá tað, sum skuldi gerast hansara lívsstarv.
Meðan hann lærdi keypti hann ein miksara, eitt brúkt kar at elta deiggj í frá gamla bakaranum við Skálafjørðin, bakaraovnin úr Bøgøtu í Havn og so líðandi hevði hann keypt sær so mikið av útgerð, at hann hevði møguleika at byrja fyri seg sjálvan í Sørvági.
Hann fekk eini gomul handilshøli mitt í bygdini til leigu, fekk umbygt tey og fór so til verka sum bakari. Men tá vóru ikki mong oyruni eftir.
- Tá eg læt upp, átti eg ikki so frægt sum vekslipening av koyra í kassan. Eg mátti læna teir frá mammu míni, sigur Valdemar við einum brosi.
Hetta við einum bakara í bygdini, dámdi bygdarfólkinum sera væl – ja, vørurnar gingu sum heitt breyð. Og Valdemar var sum í leysari luft.
- Alt var so nýtt og spennandi hjá bygdarfólkinum, og vørurnar vóru seldar eftir fáum tímum. Eg mátti tí mangan gera nýtt deiggj og tendra ovnarnar aftur áðrenn døgurða, fyri at hava nóg mikið av breyði seinnapartin.
- Hetta var ein sera strævin tíð, og tað kom meiri enn so fyri at eg svav á mjølsekkunum!
Small í gólvið
Tað gekst væl við bakingini, men Valdemar hevði somuleiðis áhuga fyri aðrari vinnu, og setti tí pening í ymsastaðni.
Hann var millum annað størsti eigarin í Vesturvarða, var við tá flakavirkið byrjaði og í ísvirkinum, og stóð somuleiðis fyri provianteringini av 12 skipum.
- Ja, tað var mangan so, at eg bakaði her, og skundaði mær út at geva skipunum ís, og so í somu ferð innaftur at baka meiri.
Soleiðis gekk tað við rúkandi ferð, inntil ein dag fyri seks árum síðani. Henda dagin í 2001 minnist Valdemar sera væl. Hetta kundi eins væl verðið hansara seinasti dagur.
- Eg hevði bílagt mær einar 14 plattar av vøru úr Danmark og hevði nógv at hugsa um. Hesa ferðina eg skal steingja úthurðina, upplivdi eg nakað sera løgið: Eg bleiv starblindur!
- Har stóð eg uttanfyri húsini, og kundi ikki gera annað enn at føla meg fram eftir húsagrundini og inn til mammu. Eg sigi við hana: “Tað sker eitt ella annað við mær”, og so small eg í gólvið.
Hann kom beinanvegin undir læknahond. Teir fingu lív í hann aftur, og var hann seinni sendur til víðari viðgerð í Danmark.
Fyri Valdemar var hetta ein sera løgin kensla: Frá at hava verið 100 % virkin, lá hann nú 100 % bundin av øðrum.
- Ja, tað var snedugt at liggja soleiðis og hugsa: “Var lívið liðugt nú, ella mundi eg koma burtur úr hesum heilskapaður?” Men læknarnir eru ótrúligir og fingu meg aftur á føtur, sigur Valdemar, sum hvørki roykti ella drakk.
Ein innari megi til lívið
Hóast støðan á mangar mátar kundi tykjast vónleys, so var tað kortini trúgvin á Jesus sum bar hann uppi hesa tíðina. Ella sum hann tekur til: - Tá ein er trúgvandi, hevur ein eina innari megi, sum heldur okkum uppi!
Valdemar var serliga fegin um eitt orð úr Bíbliuni, sum hann fekk. Orðið stendur í Orðatøkunum kapittul 12 og ørindi 28 og ljóðar soleiðis: “Á rættferðar leið er lív, men gudloysis vegur gongur til deyða”.
- Hetta orði tók eg til mín, tí hetta var júst tað sama sum tað stendur í Jóhannes evangeli’inum, har Jesus sigur seg vera vegin og sannleikan og lívið. Hesin vegurin førir ikki til deyðan, men til lívið.
Valdemar fekk eisini annan andaligan stuðul á sjúkrahúsinum. Ein annar maður – Otto Dam av Argjum - lá á somu stovu sum hann, og sum ynskti, at onkur annar trúgvandi maður mátti koma á hansara stovu.
- Eg taki so Bíbliuna fram og byrji at lesa í henni. So spyr hann meg, um eg var trúgvandi. Hesum játtaði eg. Ja, sigur hann. Eg havi ligið og biðið um at fáa eina trúgvandi mann inn á stovuna, og nú var hann altso komin.
- Vit báðir hildu andaktir og prátaðu andaligt tos. Jú, vit høvdu tað sera gott saman.
Megi og vitan
Eftir ógvusliga tilburðin við blóðtøppinum avgjørdi Valdemar at skrúvað niður fyri hitanum í ovnunum og í virksemi sínum annars.
Hann seldi partapening sín í Vesturvarða, onnur tóku yvir handilin og tey næstu árini nýtti hann bara tilveruna, meðan hann kom fyri seg aftur.
At Valdemar nú aftur er byrjaður at baka, er nógv orsakað av yngra og virkisfúsa beiggja sínum, Kjartan.
Fyri einum tveimum mánaðum síðani fóru teir báðir til verka í kjallaranum í handlinum at vaska, mála og shina alt upp. Dagin fyri upplatingina var Heilsufrøðiliga Starvsstovan á staðnum og góðkendi hølini, og týsdagin 11. desember fingu fyrstu breyðini frá Valdemari aftur.
- Kjartan, hann hevur kreftirnar, meðan eg havi vitanina. Soleiðis kom hetta í lag, sigur Valdemar við einum brosi.