Vit hava nú fyri fyrstu ferð nakrantíð rundað 50.000 fólk í Føroyum. Vit eru nú 30 fólk oman fyri 50.000, og av tí at tað er so trupult at siga, júst hvør ið er nummar 50.000, fer løgmaður um eina løtu [...] løtu at handa føðideildini á Landssjúkrahúsinum eina blómuheilsan. Vit frætta meira um tað seinni.
skuldi jú niðan á Hotel Føroyar á umboðsnevndarfund hjá SEV. Skráin til fundin var sera áhugaverd, og nú skuldi friður fáast í lag, eftir alt rumblið í seinastuni. Komin inn í móttøkuna á hotellinum sóust [...] síggja onkran sveittadropa pipra fram ovarlaga á tinningunum á Leivi, tá so 54 av 70 vóru upptaldar, og tað stóð á jøvnum 27-27 var eg ikki í iva longur, nú stóð á gomlum nøglum, kundi ímynda mær tankarnar [...] undraðist á, hví teir hava til vana at fáa fatur á øllum tilfari viðvíkjandi SEV óansæð, um fundirnir eru opnir ella ei. Kanska skuldu Justinussenararnir kanna, um mikrofonir er goymdar á hotellinum,
Taks setur nú sjóneyka á skattaviðurskiftini hjá teimum føroyingum, ið leiga út á Airbnb. Ætlanin er at staðfesta, um tey sum leigu út á Airbnb, rinda skatt av leiguinntøkunum. Tað upplýsir Eyðun Mørkøre [...] Mørkøre, stjóri í Taks, fyri Kringvarpinum. - Vit hava skrásett hvørji hús eru til leigu. So fara vit at hyggja, eitt fyri og annað eftir, um tey nú hava givið tær inntøkur upp í skatt, ið tey hava havt av [...] klokkan seks. Sambært Kringvarpinum eru tað umleið 350 bústaðir í Føroyum, ið verða leigaður út á Airbnb, men tekur Taks nú hetta stigið, tí tað sæst ikki nóg væl aftur á sjálvuppgerðini hjá fólki. TAKS arbeiðir
tað eru ikki tey gomlu, sum eru so kostnaðarmikil, tey hava altíð sett tering eftir nering. - Tey dýru eru vit og okkara nútíðarsamfelag, sum eru um tey. Men onkur skal gjalda! Avgerandi er at vit fáa [...] service stovnur, eru á gosi um, at tey gomlu nú skulu gjalda meir fyri at búgva á sambýli. Onki var meiri sjálvsagt enn at okkara almenni miðil lýsti fyri okkum, hvørjar útreiðslurnar eru. Undarligt at [...] veruliga er á visiónum og handlingum, fær lítla umtalu og heldur verður speirikið, klokkuklárt eftir divisuni um, at vit duga onki, orka onki, eru so pikkalítil, at onki ber til. Á hini síðuni hava vit kong gularót
meiningar. Nú bendir nógv á, at hann skal gera sær eina meining um, hvar hann skal vera komandi kappingarár, tí hann takkar nú helst fyri seg í KÍF og fer til annað felag. Møguleikarnir eru nógvir. Dia [...] leikaraflytingunum, nú hondbóltsárið júst er komið at enda. Tað eru serliga venjaraspurningarnir, ið plaga at verða greiddir fyrst, og soleiðis er tað aftur í ár. Ikki tí greiða er fingin á nógvum venjaraspurningum [...] leikandi venjari og fær Bárð Johannesen undir liðina á sær sum hjálparvenjara. - Eg havi havt fýra sera góð ár í Neistanum, men nú er stundin komin at royna nýggjar avbjóðingar. Málið hjá mær verður at
kommununi. - Vit hava fiskavirkið í bygdini, sum skapar nógv arbeiði, og vit eru í ferð við at fáa eina alivinnu á Hvalbiarfirði. Tað er tí avgerandi fyri okkara vinnulív, at tunnilin kemur nú, slær borgarstjórin [...] kortunum, at Hvalbiartunnilin verður næstur eftir Viðareiðistunnilin, sum nú er liðugur. Tað er eisini breið politisk semja um, at nú eiga vit tørn. Trúgvi Gudmundarson sigur, at gamli og ótíðarhóskandi tunnilin [...] Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, er bjartskygdur og vónríkur, nú Hvalbiartunnilin er hin fyrsti í røðini, sum skal byggjast á landi í Føroyum. - Landsverk situr í løtuni og arbeiðir við linjuføringum
hesum málinum. - Vit hava raðfest barnaansingina ógvuliga ovalaga, og vit krógva ikki burtur, at uttan stuðul úr landskassanum, høvdu vit ikki megnað tað á forsvarligum stigi. Men vit hava ilt við at skilja [...] hava gjørt, tí vit ikki hava lænt okkum út á sjógv. Eitt nú er neyðugt við vatnreinsiverki í Kirkjubø og á Velbastað. Bygdirnar eru báðar landbúnaðarbygdir burtur av og krevja reint vatn, men umskipanin av [...] umleggingini, eina skiftistíð. - Hetta eru greið tekin um dugnaloysi. Landsstýrið raðfestir eitt nú stuðul á átta mió. kr. til Tórsvøll hægri enn menning til børnini. Vit fáa ikki pening til skúlabygging sum
tryggjað, at tey eru ílagi og at tey eru rætt orðað og ikki í mótstríð við aðrar lógir. - Men vit eru so illa mannað, at tað er ein uppgáva, vit als ikki fáa røkt á nøktandi hátt, sigur Helena Dam á Neystabø, [...] átrokandi at fáa pening til fleiri lógfrøðingar, so at vit fáa røkt hendan partin av okkara virkisøki nóg væl. - Serliga nú vit hava so nógvar yvirtøku á skránni eins og nógv ríkislógartilmæli skulu lagast [...] setast í gildi í Føroyum, er tað ógvuliga átrokandi, at vit uppraðfest sjálva lógardeildina, so at vit fáa gjøgnumgingið alt tað lógararbeiði á nøktandi hátt. Hon heldur tí, at tað er neyðugt at fáa einar
haldi, at vit eru væl á veg, og vit síggja ljóst upp á hetta árið og framtíðina annars, leggur hann aftrat. Tað eru umleið 90 fólk til arbeiðis á Varðanum Pelagic, nú gongd er aftur í framleiðsluni á Tvøroyri [...] okkurt samdøgur verið uppi á 500 tonsum. - Tað er flott, men upp á sikt skulu vit sjálvsagt væl longur upp í nøgd, sigur hann. Bogi Jacobsen vísir á, at alt tað mekaniska á virkinum riggar væl, men tá [...] setir sítt álit á skipini, sum Varðin í Gøtu eigur og rekur. - Tað, at vit nú hava eitt stórt uppsjóvarvirki við stórari framleiðsluorku, er ikki bara tí, at vit vilja hava sum mest upp á land og ígjøgnum
stórur, so vit mugu vera fokuseraðir, men vit mugu ikki vera ræddir at vera á vøllinum, sigur Ray Farrugia íðin á málinum og leggur afturat: - Tað er ein avbjóðing at tað er ov stórt trýst á okkum úr Malta [...] líða, men vit kunnu ikki steðga nú, sigur Ray Farrugia. Javnt góð lið Bæði landsliðsvenjarin, Ray Farrugia, og legendariski áleyparin, Michael Mifsud, eru á einum máli um, at Føroyar og Malta eru áleið eins [...] sáttmála, so haldi eg fram við at seta spælarar við. Vit eru í holt við eina tilgongd, men tað tekur tíð. Vit kunnu ikki bara vænta at brádliga vinna á Svøríki. Við at geva tí tíð, so blíva spælararnir betri