Taks setur nú sjóneyka á skattaviðurskiftini hjá teimum føroyingum, ið leiga út á Airbnb. Ætlanin er at staðfesta, um tey sum leigu út á Airbnb, rinda skatt av leiguinntøkunum. Tað upplýsir Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, fyri Kringvarpinum.
- Vit hava skrásett hvørji hús eru til leigu. So fara vit at hyggja, eitt fyri og annað eftir, um tey nú hava givið tær inntøkur upp í skatt, ið tey hava havt av tí, sigur Eyðun Mørkøre við tíðindasendingina hjá Kringvarpinum klokkan seks.
Sambært Kringvarpinum eru tað umleið 350 bústaðir í Føroyum, ið verða leigaður út á Airbnb, men tekur Taks nú hetta stigið, tí tað sæst ikki nóg væl aftur á sjálvuppgerðini hjá fólki.
TAKS arbeiðir eisini í løtuni við at fáa atgongd til eina líknandi avtalu, ið danskir myndugleikar hava við Airbnb. Sambært avtaluni veitir Airbnb donsku skattamyndugleikunum upplýsingar um inntøkurnar hjá teimum, ið leiga út í Danmark.