Tað eru nú nakrar fáar vikur síðan, at framleiðslan á nýggja virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri byrjaði og stjórin, Bogi Jacobsen, letur rímiliga væl at gongdini higartil. Hann sigur, at tá tað hevur gingið best, hevur framleiðslan okkurt samdøgur verið uppi á 500 tonsum.
- Tað er flott, men upp á sikt skulu vit sjálvsagt væl longur upp í nøgd, sigur hann. Bogi Jacobsen vísir á, at alt tað mekaniska á virkinum riggar væl, men tá maskinaríið er so stórt, sum tað er á Varðanum Pelagic, og tøknin er so framkomin og neyv, skulu fínstillingar sjálvsagt gerast.
Tað eru mong forrit, sum skulu virka saman, og hetta hevur verið avbjóðingin hesar fyrstu vikurnar. Stjórin væntar, at tá fínstillingar og annað endaliga er komið upp á pláss, kann framleiðslan av eitt nú makreli kanska koma upp á eini 1000 tons um samdøgnið, tá alt á virkinum gongur upp í eina hægri eind.
Bogi Jacobsen sigur, at Varðin Pelagic setir sítt álit á skipini, sum Varðin í Gøtu eigur og rekur.
- Tað, at vit nú hava eitt stórt uppsjóvarvirki við stórari framleiðsluorku, er ikki bara tí, at vit vilja hava sum mest upp á land og ígjøgnum maskinurnar, sigur stjórin. Hann vísir á, at málið við stóra kapasitetinum ikki minst er, at fiskurin kann verða virkaður eftir lutfalsliga stuttari tíð, soleiðis at dygdin á vøruni eisini verður so góð sum yvirhøvur tilber.
At hetta so samstundis merkir, sigur Bogi Jacobsen, at effektiviteturin verður stórur, og bíðitíðin hjá skipunum lutfalsliga stytri, er so bara ein eykavinningur.
Heystið er vertíð við makreli og eisini sild, men tá árið fer at halla, plaga uppsjóvarskipini eisini at gera nakrar svartkjaftatúrar aftrat. Men, tað verður ikki í hesum árinum, at Varðin Pelagic fer at virka svartkjaft til surimi.
- Eftir at Varðin Pelagic brendi í fjør summar, hava vit brúkt alla okkara orku til at byggja eitt stórt og nútímans virki upp aftur, soleiðis at vit kundu byrja framleiðsluna á Tvøroyri aftur. Men, surimiverkætlanin er á ongan hátt slept, men er bara skotin nakað út.
Bogi Jacobsen sigur, at nýggja virkið eisini er bygt til at rúma surimiverkætlanini, og tann parturin av virkinum er eisini teknaður. Men, tað verða ikki stundir at byrja hesa framleiðslu longu í ár.
- Hetta hevur verið ein strævin, men eisini ógvuliga spennandi tíð, og framvegis verður arbeitt við at fínstilla og annars at fáa alt framleiðsluapparatið at koyra maksimalt. Eg haldi, at vit eru væl á veg, og vit síggja ljóst upp á hetta árið og framtíðina annars, leggur hann aftrat.
Tað eru umleið 90 fólk til arbeiðis á Varðanum Pelagic, nú gongd er aftur í framleiðsluni á Tvøroyri. Umleið 30 fólk eru í framleiðsluni á hvørjari vakt, og hvør vaktin varar í 12 tímar. Umframt hesi 60 fólkini, eru umleið 30 onnur, sum fáast við eitt nú tað tøkniliga, sølu, flutning, skrivstovuhald og annað.