Borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, er bjartskygdur og vónríkur, nú Hvalbiartunnilin er hin fyrsti í røðini, sum skal byggjast á landi í Føroyum.
- Landsverk situr í løtuni og arbeiðir við linjuføringum og projektering, og eg vænti, at arbeiðið verður boðið út rundan um ársskiftið.
Vónirnar hjá borgarstjóranum eru, at farið verður undir at bora tunnilin longu næsta vár og í seinasta lagi tíðliga næsta summar.
- Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at Hvalbiartunnilin verður næstur eftir Viðareiðistunnilin, sum nú er liðugur. Tað er eisini breið politisk semja um, at nú eiga vit tørn.
Trúgvi Gudmundarson sigur, at gamli og ótíðarhóskandi tunnilin er ein álvarsamur fløskuhálsur, bæði fyri ferðandi og ikki minst fyri vinnulívið í kommununi.
- Vit hava fiskavirkið í bygdini, sum skapar nógv arbeiði, og vit eru í ferð við at fáa eina alivinnu á Hvalbiarfirði. Tað er tí avgerandi fyri okkara vinnulív, at tunnilin kemur nú, slær borgarstjórin í Hvalbiar kommunu fast.