nógv, men hinvegin hevði 3-1 kanska verið ov lítið. Sumbingar vóru eitt sindur ónøgdir við dømingina, men hon var ikki verri enn í øðrum dystum. Heldur var tað tað, at B36-verjan við Arnbjørn Danielsen [...] taktunum, sum gjørdi teir til føroyameistarar í fjør, men tað er enn eitt sindur eftir til toppformin. Sumbingar komu eitt sindur seint í gongd í ár, og tað sást eisini aftur á vøllinum leygardagin, at teir móti [...] B36 vann steypadystin móti Sumba við fýra málum móti einum, men tað var ikki fyrr enn í seinastu tíggju minuttunum, at dysturin varð avgjørdur. Tá fór B36 frá 2-1 upp á 4-1 og sendi í roynd og veru Sumba
leysir við málmanninum. Tað bleiv Radosavljevic, sum lættliga kundi senda bóltin framvið einum seldum Egin Høgnesen til 1-0. Sterk verja Stutt áðrenn tað hevði Tomislav Sivic verið nær við at lagt B36 á [...] páskir spældu á Tvøroyri, endaði tað við javnleiki 2-2. Tvífaldi málskjúttin hjá TB tann dagin var Sasha Radosavljevic, og hann gjørdi eisini bæði málini hjá TB sunnudagin. Tað fyrsta kom eftir fyrimyndarligt [...] gamal. B36-verjan saknaði Arnbjørn Danielsen, sum ikki var við henda dagin, og tað var mangan tunnligt í aftara enda hjá B36. Tað varð revsað, tá TB setti eitt skjótt mótálop í gongd. Bólturin varð spældur
HB hevur verið útrópt at vera størsti favoritturin at vinna FM í ár. HB hevur eitt gott lið, og tað kann gott vera, at teir í HB fara at teljast millum teirra, ið fara at stríðast um FM heitið. Men avrikið [...] rumenska venjaran, ið so langt í frá tóktist vera nøgdur við tað, hansara vístu á vøllinum. Hamskiftir Tá NSÍ vitjaði í Gundadali, vann HB 3-0, og tað var ikki bara í úrslitinum, at talan so at siga var um speglvent [...] at leggja sær henda heilivágin í geyma. Tí HB menninir alt annað enn trivust í hesum umstøðum, og tað gekk ikki so long tíð, til at onkrir hingu við høvdinum. Onkrar av taktisku flytingunum tóktust heldur
avrátt, at tað ivaleyst var best, at teir lótu vera við at lesa umrøðuna, og tað skilja vit væl. Avrikið móti Jákupi Mikkelsen og hansara liðfeløgum var ikki einum stórfelag verdugt, og tað er undrunarvert [...] sjónvarpinum. Tað var ikki nakað, eg hugsaði um, meðan vit spældu, men tað sigur seg sjálvt, at eg eri vónbrotin, tí vit taptu, tí vit spældu vánaliga, og tí eg sjálvur varð tikin út. Og aftaná iðrar tað meg, at [...] spælarum, sum hava roynt seg í útlandinum, so hava avrikini síðstu vikurnar verið vánalig. Aftur hesa ferð tóktist tað, sum um tað eru ov nógvir, ið hugsa ov nógv um at seta seg sjálvar fremst ? kanska í
enn vit. Og gongdin hevur verið greið: Búskapurin er batnaður hjá teimum allarflestu eftir loysingina, tí samvinnan er økt. Á seinastu uppgerðini hjá ST um livistøðið og tað menniskjaligu vælferðina í [...] gransking, útbúgving og mentan. Vit skulu leggja langtíðarkarmar um nýggjar íløgur í samfelagið. Tað merkir rætt og slætt, at landsmyndugleikar, lokalir myndugleikar, privata vinnan, almennir stovnar [...] undir havinum og óteljandi aðrar møguleikar í tøkniøldini. Sjálvræði snýr seg ikki um stødd og nøgd. Tað snýr seg um dygd og samstarv. Høgni Hoydal Tjóðveldisflokkurin
Tað hevur verið sagt, sum eisini er rætt, at »Eysturbúgvin« trúliga hevur lagt veiðina upp í Sandoynni, men nú er komið órð at tað er ikki tí at teir, ið eru avvarðandi av hesum báti vilja tað, men tí [...] tí at Føroya Banki hevur kroyst teir til at gera tað. Men í hesum føri má eg kortini bera í bøtuflaka fyri Føroya Banka, tí mangt kann man kasta honum fyri, men her er hann so ósekur sum barnið í vøgguni [...] upp í Sandoynni, tí ánararnir av honum eru góðir við oynna og fólkið har býr og vit unna teimum alt tað besta! Men søgan er annars stuttlig hóast hon er ósonn! Men kanska var eisini onkur ávís ætlan við
Sanniliga »kaosteoriin« í praksis. Alt byrjaði við einum undirsjóvartunnli, ið átti at verið við í eini samferðsluíløguætlan, sum tíverri ikki var gjørd. Kleyvarskapur stutt og greitt! Árini undan kreppuni [...] er sambandið til Tjørnuvíkar. Tá so alt er komið við, má prísur og fíggingarmynstur fáast til vega. Tað týdningarmiklasta verður so at raðfesta íløgurnar, soleiðis at hesar verða gjørdar við skili í mun [...] eigur at verða siktað eftir eini so breiðari semju sum gjørligt fyri eini 8-10 ár fram. Hetta vildi verið ábyrgdarfullur og skilagóður politikkur. 7. apríl 1998 Thomas Arabo
verð hava teir hildið hesar positivu ætlanir sum loyndarmál. Hetta er óskiljandi hjá okkum, sum hava verið ígjøgnum so stóra kreppu, at nógv tjóðveldisfólk rýmdu til Danmarkar at búgva. Hann ásannar, at s [...] skal skapa inntøkur til landshúsarhaldið. Hví hevur tjóðveldið ikki longu nú skapt hesar inntøkur? Tað má vera ábyrgdarloysi við lít, ið tí arbeiðsloysi vit hava havt. Blokkurin er góðar 900 mill. kr.,
hevur verið eftir syndabukkum og nakrir eru funnir. Tann danska stjórnin hevur fingið skortfleingjuna, Den Danske Bank somuleiðis, og kann sigast sambært bankafrágreiðingini, at so er. Her má tað gerast [...] gerast, ið gerast kann, fyri at fáa tað, ið av órøttum er tikið frá okkum, mett 1,5 milliard. Men tá so tjóðveldis- og fólkafloksmenn geva heimastýrislógini og blokkstuðlinum skuldina, kann eg ikki verða við
er lag á manni at gjara út til einstakar bólkar. Antin tað so verður rópt skattalætti til fiskimenn ella okkurt annað, tað er líkamikið. Bara tað gevur atkvøður. Og hví so føra valstríð, tá ið skattalættin [...] Hví halda tit, at Fólkaflokkurin hevur verið so afturhaldandi, tá talan hevur verið um at føra kreppupolitikk? Hví gekk Fólkaflokkurin ikki undan, tá ið tær ópopuleru avgerðirnar skuldu takast? Og hví [...] sanniliga bøtt fyri tað, men tíbetur, politikkurin eydnaðist! Lukrativt at sita við fíggjarmálum í Tinganesi Men nú er so vent í holuni. Føroyska samfelagið er við at koma fyri seg, og tí er tað aftur lukrativt