Íløguætlan á samferðsluøkinum

Manglandi førleiki hjá sitandi landsstýri at gera eina samferðsluíløguætlan syrgdi fyri, at Nyrup slapp at halda fram. »Uffemaðurin« bleiv ongantíð statsministari, Per Stig Møller mátti fara frá og Hans Engell út í myrkrið.

Sanniliga »kaosteoriin« í praksis.

Alt byrjaði við einum undirsjóvartunnli, ið átti at verið við í eini samferðsluíløguætlan, sum tíverri ikki var gjørd. Kleyvarskapur stutt og greitt!

Árini undan kreppuni var vanligt at gera íløguætlanir eini 10 ár í senn.

Landsverkfrøðingsstovnurin syrgdi fyri tí mesta. Kreppan steðgaði hesum miðvísa arbeiði.

Nú er tíð at byrja aftur. Sostatt má eitt nýtt landsstýri gera eina ógvuliga konkreta íløguætlan fyri samferðsluøkið eini 10 ár fram. Ein slík íløguætlan eigur at umfata:

1.oyggjasambindingar - herundir íløgur í samferðsluhavnir

2.strandfaraskip

3.lokalíløgur


Undir 1 hoyrir náttúrliga loysnir fyri at fáa Vágoynna, Sandoynna og upp á sikt Norðoyggjar at verða partur av meginøkinum.

Undir 2 hoyrir sandoyarskip, suðuroyarskip og skip til sigling í Norðuroyggjum.

3 lokalíløgur eru fleiri og summar eru lívsneyðugar fyri at bygdasamfeløg kunnu yvirliva.

Gott dømi um hetta í okkara valdømi er sambandið til Tjørnuvíkar. Tá so alt er komið við, má prísur og fíggingarmynstur fáast til vega.

Tað týdningarmiklasta verður so at raðfesta íløgurnar, soleiðis at hesar verða gjørdar við skili í mun til hvat búskapurin ber. Raðfestingin eigur í stóran mun at verða gjørd av politikarum.

Aftan á eitt val eigur at verða siktað eftir eini so breiðari semju sum gjørligt fyri eini 8-10 ár fram. Hetta vildi verið ábyrgdarfullur og skilagóður politikkur.


7. apríl 1998

Thomas Arabo