sannførandi sigur á GÍ, sum valla fekk fótin á jørðina. Longu eftir fimm minuttum var Allan Mørkøre upp á spæl, tá hann bæði byrjaði og endaði álopið, sum førdi til leiðslumálið, og so var tað fyri tað mesta [...] dystunum skuldu verið nóg mikið, og verður spælið, sum tað var leygardagin, er lítið at ivast í, at hesi verða fingin til høldar. Dysturin í tølum B36-GÍ 5-1 (3-1) 1-0: Allan Mørkøre 2-0: Jákup á Borg 3-0:
Fótbóltur VB vann seinasta dystin í hesi landskappingini móti føroyameistarunum B36. Úrslitið gjørdist 2-1 til heimaliðið, og tað mundi vera á góðari leið, um hugt verður at teimum málmøguleikum, ið liðini [...] Klaksvík fyri at fáa bronsuna í hús. Meistararnir í fjør vildu óivað eisini prógvað, at teir kunnu spæla upp við Føroya besta lið. Robert leggur fyri Bara sjey minuttir vóru spældir, tá VB legði seg á odda. Birgir [...] var ein støðug hóttan móti Tróndi. Birgir byrjaði árið í 3. deild hjá VB, men hann varð síðani tikin upp á 1. lið. Har hevur hann eisini prógvað, at hann er ein vandamikil áleypari, og hann gjørdist toppskjútti
at røkka næstaftasta plássinum. HB hevur heldur ikki møguleika at bjarga plássinum við at spæla seg upp úr 4. deild, tí har er greitt, hvør skal spæla í finaluni. Finalan verður leygardagin klokkan 17, hon [...] beinleiðis uppflyting. At B36 hevur vunnið 3. deild ger, at teir so at siga eru kvalifiseraðir at flyta upp úr 4. deild. Liðið, sum tapir leygardagin, fær ein nýggjan møguleika at stríðast fyri uppflyting, tí [...] slapp TB undan hóttanini av næstaftasta plássinum. Mest upplagdu kandidatarnir eru FS Vágar og KÍ. Hesi bæði liðini skuldu havt spælt síðsta vikuskifti í Vágum, men dysturin varð útsettur, tí boð komu úr
meira, enn pláss var fyri, Í øllum førum eru fleiri, ið vita at siga, at tað vóru ikki øll, sum sluppu upp í part hjá HB. - At venja var eingin trupulleiki, men tá lið skuldi mannast, varð skilt burturúr, sigur [...] fekk fleiri býráðslimir at ressast við, tí býráðið hevði jú yvirtikið vøllin. Mortan hevði roknað við hesi støðu, og uttan at siga nøkrum frá undan fundinum, hevði hann við sær uppskot til sáttmála um býti [...] føðingardegnum, nú mánadagin, frá klokkan 15 til 18, og har eru fólk sjálvandi vælkomin at heilsa upp á føðingardagsbarnið. Eisini er serstakt føðingardagsblað gjørt, og verður hetta borið hvørjum húski
tí seinasta, tá leirvíkingar koma suður at vitja. Hetta er ein endurtøka av avgerandi dystinum um upp- og niðurflyting í fjør. Tá vann LÍF 2-1 í Leirvík, men Sumba vann seinna dystin 2-0 og helt sær uppi [...] stigatal), meðan B36 hevur 12. Í seinasta dystinum, sum verður í Gundadali komandi sunnudag, hittast júst hesi bæði liðini, og tá fellur avgerðin um, hvør vinnur bólkin og hvør kemur víðari sum nummar tvey. Men [...] bólki 3 skulu spæla móti hvørjum øðrum í fjórðingsfinaluni! Tað er langt síðani greitt, at tað vera hesi bæði liðini, og einasti spurningur, sum er eftir, er, hvør fær heimavøll í fjórðingsfinaluni?
nakar avbjóðari skuldi finnast til KÍ-kvinnurnar, so mátti hesin koma úr antin B36 ella B68. Júst hesi bæði liðini tørnaðu saman í Havn sunnudagin, og fyri báðar partar var tað greitt, at eitt tap her [...] smáskadd undan hesum dystinum, og byrjaði tí á beinkinum. Men í steðginum var hon tó send at hita upp, og hetta skuldi vísa seg at verða ein heppin avgerð. Leiðslumálið hjá B36 átti hon tó ikki part í [...] Heldur enn at hyggja at, tá Arnbjørg Danielsen royndi seg við frísparki, var hon skjót at fylgja upp, tá málverjin ikki helt bóltinum, og so kundi hon prika avgerandi bóltin inn.
skreytinum Vit nevndu fyrr í vikuni, at teir í B36 undan ferðini suður til Sands noyddust at telja upp, hvørjir hava spælt flest ferðir, fyri at vita, hvørjir skulu hava gullkrónur í dag. Men tað er ikki [...] var tað soleiðis, at felagið fekk sekstan krónur, so høvdu FSF umboðini átjan krónur í sjáttuni, og hesi seinastu árini hava feløgini fingið tað talið, sum tey halda vera rímuligt. 22 spælarar hava verið
metast sum miðstaðurin í Føroyum. Í 1. deild í fótbólti er hetta økið umboðað við seks liðum, og øll hesi liðini fingu stig í vikuskiftinum. Suðuroyggin er uttasti útjaðarin í føroyskum fótbólti, og hóast [...] til Vágs. Um avrikini vera eins sannførandi, sum avrikið í Gøtu var, so ber til hjá B68 at lyfta seg upp um miðjuna, men tað ber eisini til at ímynda sær, at úrtøkan verður lítil. Hjá KÍ er á sama hátt. Teir
brotsteiginum. Karl Leonson var settur at skjóta, men hann langaði skotið á tvørstongina og himmalhøgt upp í loft. Eftir misnýtta brotssparkið økti NSÍ ístaðin í hinum endanum. NSÍ fer í snarálop, meðan B36 [...] einaferð, og skotið brestir í stongina og inn. 3-1 til NSÍ, sum nú hevur fingið B36 aftur á stigatalvuni. Hesi bæði liðini hava nú lítlan møguleika fyri heiðursmerkjum, men um NSÍ vinnur á heimavølli móti ÍF næsta
bjargaði. Helgi L. Petersen var í góðari støðu, og tað hevði kanska hilnast betri hjá NSÍ, um hann í hesi støðuni hevði havt verið spældur í staðin fyri, at Ike royndi sjálvur ímóti málinum. B36 hevði í fyrra [...] NSÍ fyri tað mesta at verja tepru leiðsluna. Teir góvu B36 nógv pláss at spæla á og tóktust so dúva upp á langar sendingar til fremstu menninar. Seinnu trý korterini megnaði NSÍ ongantíð at spæla bóltin [...] Knudsen, sum ongan sum helst møguleika tóktist hava fyri at verja fyri. Og minuttin eftir var B36 aftur upp á spæl. Egil á Bø var aftur hesa ferð í B36 álopinum, og eins og í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani