B36 gjørdi sína skyldu í Sumba

Fótbóltur: John Petersen skeyt bæði málini, tá B36 vann 2-0 í Sumba. Nú er greitt, at B36 og NSÍ hittast aftur í fjórðingsfinaluni. Spurningurin er bert, hvør skal hava heimavøll

Veðrið var einki at reypa av í Sumba sunnudagin, tá B36 vitjaði. Vindur, regn og kuldi vóru karmarnar um uppgerðina, sum í fjør endaði 10-0 til havnarliðið.

So illa gekst tað ikki hjá sumbingum hesaferð, men hóast B36 sigurin hesaferð bert bleiv 2-0, so var eingin ivi um, hvør átti betra liðið á Krossinum sunnudagin.

Sumbingar vóru verjukendir í útgangsstøðuni, meðan favorittarnir úr høvuðsstaðnum royndu seg við John Petersen og Carl Høgnesen í álopinum, meðan Jákup á Borg hesaferð var offensivur miðvallari saman við Ronnie Samuelsen.

Tað bleiv eisini John Petersen, sum skeyt bæði málini, og hann tykist eisini vera sloppin av við skaðan, hann fekk við landsliðnum niðri í Spania herfyri.

Málini komu í hvør sínum hálvleiki, og serliga tað seinna var gott, tá Jan Guttesen dróg framvið trimum sumbingum fram til baklinjuna og sendi innfyri.

Tey flestu hava Sumba sum fremsta niðurflytingarkandidat í ár, men liðið vísti í løtum góðar taktir móti B36, og verjuspælið var væl skipað. Sumbingar hava tapt allar fimm dystirnar í bólkaspælinum higartil, men møguleiki skuldi verið at fingið stig í tí seinasta, tá leirvíkingar koma suður at vitja. Hetta er ein endurtøka av avgerandi dystinum um upp- og niðurflyting í fjør. Tá vann LÍF 2-1 í Leirvík, men Sumba vann seinna dystin 2-0 og helt sær uppi.


NSÍ og B36 aftur

í fjórðingsfinaluni

Úrslitini í bólki 3 sunnudagin førdu við sær, at NSÍ og B36 hava sama málmun. NSÍ hevur 15 stig (fult stigatal), meðan B36 hevur 12. Í seinasta dystinum, sum verður í Gundadali komandi sunnudag, hittast júst hesi bæði liðini, og tá fellur avgerðin um, hvør vinnur bólkin og hvør kemur víðari sum nummar tvey.

Men tað er longu nú greitt, at NSÍ og B36 skulu spæla aftur móti hvørjum øðrum í fjórðingsfinaluni sunnudagin 2. mai. Lutakastið á aðalfundinum hjá FSF 30. januar endaði nevniliga við, at vinnarin í bólki 3 og tveyarin í bólki 3 skulu spæla móti hvørjum øðrum í fjórðingsfinaluni!

Tað er langt síðani greitt, at tað vera hesi bæði liðini, og einasti spurningur, sum er eftir, er, hvør fær heimavøll í fjórðingsfinaluni?