B36-NSÍ 1-3 (0-1)
B36 hevði eftir 4-1 sigurin á ÍF fyri viku síðani møguleikan at vinna heiðursmerki í ár, men nú sær tað alt meira svart út fyri árstalsfelagið úr Havn. NSÍ tók seg hinvegin fram á sama stigatal sum B36 við hesum sigrinum.
Eftir fyrstu løtuna var líkt til, at B36 ætlaði sær at halda fram, har slept varð í Fuglafirði, men so kom NSÍ meira inn í dystin og var vandamiklari í fyrra hálvleiki. Serliga var Eddie Mikkelsen torførur at hava tamarhald á, og gav hann serliga fyri steðgin verjuni hjá b36 trupulleikar.
Fyrsta málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki. B36 verjan fær ikki beint bóltin burtur, og hann verður sendur hart og flatt innfyri, har Fróði Jóannesarson hevur eina langa tá á bóltinum, sum fer í meskarnar aftanfyri málverjan. Hetta kom sum ein skelkur fyri heimaliðið, og teir reistust ikki aftur fyri steðgin.
Tá liðini komu útaftur var Tórálvur Poulsen komin á vøllin fyri at fáa eitt sindur meira bit í álopið, og tað eydnaðist eisini. Men tað var tó NSÍ, sum økti um leiðsluna. Johnny Skibenæs gjørdist leysur, og hann rundaði málverjan, og so var støðan 2-0 til gestirnar.
B36 menti seg tó, sum seinni hálvleikur leið, og fleiri málmøguleikar spurdust burturúr. Serliga var tað Tórálvur Poulsen, sum gav NSÍ verjuni nakað at hugsa um. Einki spurdist burturúr beinanvegin, men so minkaði Tórálvur um munin. Hann stóð millum fleiri NSÍ-arar í brotsteiginum og fekk tánna á bóltin, sum trillaði spakuliga um málstrikuna.
Hetta setti ferð á heimaliðið, sum nú legði trýst á NSÍ málið. Teir fingu eisini ein gyltan møguleika at fáa útjavnandi málið, tá dómarin helt, at ein NSÍ-ari hevði brotið lógina inni í brotsteiginum. Karl Leonson var settur at skjóta, men hann langaði skotið á tvørstongina og himmalhøgt upp í loft.
Eftir misnýtta brotssparkið økti NSÍ ístaðin í hinum endanum. NSÍ fer í snarálop, meðan B36 spælararnir enn standa og iðra seg um misnýtta brotssparkið. NSÍ kemur í yvirtal, og tað endar við, at Ken Nónklett verður spældur leysur. Hann dregur einaferð, og skotið brestir í stongina og inn.
3-1 til NSÍ, sum nú hevur fingið B36 aftur á stigatalvuni. Hesi bæði liðini hava nú lítlan møguleika fyri heiðursmerkjum, men um NSÍ vinnur á heimavølli móti ÍF næsta vikuskiftið, so er møguleikin aftur har.
B36-NSÍ 1-3 (0-1)
0-1: Fróði Jóanesarson
0-2: Johnny Skibenæs
1-2: Tórálvur Poulsen
1-3: Ken Nónklett