B36 hongur í

Eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki eydnaðist tað gestunum í Runavík at fáa tvey mál, sum hava við sær, at tað framvegis ber til hjá árstalsfelagnum at droyma um meistaraskapin

Fótbóltur

Fyri aðru ferð á rað noyddust teir í NSÍ at fara av heimavøllinum, eftir at teir høvdu tapt 2-1. Fyrru ferðina var tað ímóti næstaftasta ÍF, og hesa ferð var tað ímóti B36, sum er á triðja plássinum. Tepri B36 sigurin hevur við sær, at teir í árstalsfelagnum framvegis kunnu droyma um lítla møguleikan at vinna FM, meðan NSÍ heimatapið ber við sær, at møguleikin hjá NSÍ at vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð er burtur, og vánirnar at ognast heiðursmerkir svunnu nógv.
Ferðin var ikki so ógvuliga høg, og upplagdu málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. NSÍ fekk fínt mál, tá ið stórur hálvur tími var farin. Gert Langgaard, sum aftur hesa ferð var miðvallari í vinstru, smeyg sær framvið vongverjanum hjá B36 í høgru, síðani fór hann eftir baklinjuni, áðrenn hann sendi flatt í málteigin, har miðframherjin, Andy Olsen, var fyrstur á bóltinum og stýrdi honum í málið.
Í 1. hálvleiki hevði NSÍ ein annan gyltan møguleika. Afturlegging til miðverjuna endaði hjá sera vandamikla Ike, sum teir í Runavík kalla nýggja myrklødda mannin. Hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum, men Tróndur Vatnhamar bjargaði. Helgi L. Petersen var í góðari støðu, og tað hevði kanska hilnast betri hjá NSÍ, um hann í hesi støðuni hevði havt verið spældur í staðin fyri, at Ike royndi sjálvur ímóti málinum.
B36 hevði í fyrra umfarinum tvær hampuliga vandamiklar skotroyndir, men Jens Martin Knudsen bjargaði soleiðis, sum tað kann roknast við, at ein landsliðsmálverji er førur fyri. Og eina ferð stútaði Kenneth Jacobsen niður á tvørtræið.

Burtur úr ongum
Í 2. hálvleiki royndi NSÍ fyri tað mesta at verja tepru leiðsluna. Teir góvu B36 nógv pláss at spæla á og tóktust so dúva upp á langar sendingar til fremstu menninar. Seinnu trý korterini megnaði NSÍ ongantíð at spæla bóltin runt. Miðvallararnir lógu í einari røð, og tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa dýpd og tyngd í. Tá ið seinna umfarið var eitt korter gamalt, noyddist Ike av vøllinum. Tað var dyggur smeitur, tí nýggi álopsspælarin hevði verið tyngsti álopsspælarin.
B36 hevði bóltin meiri, og teir settu tríggjar nýggjar menn á vøllin, tá ið teir royndu at koma afturíaftur. Ronnie Samuelsen kom á vøllin fyri John Petersen, sum var á framrættaða miðvallarplássinum, og Santos og Bárður Mortansson komu eisini á vøllin, tá ið tað var neyðugt at styrkja um álopspartin fyri at fáa málini, ið skuldu til fyri at fáa stigini og harvið halda tørn um møguleikan at vinna heiðursmerkir.
B36 hevði leikliga yvirvág, men teir høvdu ikki verið so ógvuliga hvassir frammanfyri málinum, inntil teir í handavend fingu tvey mál. Innskifti Ronnie Samuelsen var meistari fyri fyrra málinum. Eftir innlegg úr vinstru, toygdi hann seg og snittaði við høvdinum aftur um seg og í málið aftanfyri Jens Martin Knudsen, sum ongan sum helst møguleika tóktist hava fyri at verja fyri.
Og minuttin eftir var B36 aftur upp á spæl. Egil á Bø var aftur hesa ferð í B36 álopinum, og eins og í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani, so var tað aftur hesa ferð fyrrverandi verjuspælarin, sum átti sigursmálið. Eftiransingarnar vóru kanska ikki nóg dyggar, tá ið long sending kom fram til álopsmannin, sum smekkaði til. Bólturin small í netmeskarnar, og B36 hevði fingið øll trý stigini.