B36 fer suður á Sand seinnapartin í dag. Uppgávan er at seta punktum fyri landskappingina 1997, og tað verður gjørt ímóti B71, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma má finna seg í at spæla í 2. deild komandi ár. Men teir hava framvegis ein lítlan møguleika.
B36 menninir hava sjálvsagt í huganum, at teir eru FM vinnarar, og at teir, eftir lokið stríð í dag, fáa stásið um hálsin, men teir ætla sær at taka uppgávuna ímóti B71 í tí álvara, sum tað sømir seg, bæði fyri B36 og eisini fyri at spurningurin um niðurflyting skal verða avgreiddur eftir so ítróttarligum treytum, sum hann eigur at vera.
Fýra standa uttanfyri girðingina
B36 hevur nógv fólk at taka av, og í dag verður hópurin so stórur, sum tað ber til hjá honum at vera. Men fýra av teimum, sum hava verið við til at spæla fyrsta meistaraheitið til felagið í 35 ár, verða noyddir at halda seg uttanfyri girðingina kring vøllin á Sandi.
Talan er um Arnbjørn Danielsen, sum er leikbannaður, tí hann varð vístur út ímóti HB, Julian Johnsson og Ronnie Samuelsen, sum fingu mein gul kort seinast, og so Tomislav Sivic, sum framvegis sónar straffina fyri býttisliga ælbogaslagið suðuri í Vági.
Tað vóru eisini fýra leikbannaðir seinast, men John Petersen, Dánial P. Johansen og Jan Guttesen eru tøkir aftur, eftir at teir hugdu at ímóti HB.
Allir fáa lut í skreytinum
Vit nevndu fyrr í vikuni, at teir í B36 undan ferðini suður til Sands noyddust at telja upp, hvørjir hava spælt flest ferðir, fyri at vita, hvørjir skulu hava gullkrónur í dag.
Men tað er ikki neyðugt. Fyrr var tað soleiðis, at felagið fekk sekstan krónur, so høvdu FSF umboðini átjan krónur í sjáttuni, og hesi seinastu árini hava feløgini fingið tað talið, sum tey halda vera rímuligt.
22 spælarar hava verið í 1. deildarhópinum hjá B36, og teir fáa allir gull krónur frá Torleifi Sigurðsson, formanni, og Ísaki Mikladal, aðalskrivara í FSF, sum eru farnir suður til Sands við krónum og steypi. Og menninir kring liðið hjá B36 fáa ivaleyst eisini eitt minni um fyrsta FM heitið í 35 ár.
Eli sleppur
ikki uppí part
Sandoyingar verða ivaleyst blíðir, tá havnarmenn við fylgi koma suður, men teir í B71 fara at stríðast fyri lívinum í bestu deildini. Tað hongur í klønum tráði, sum bara heldur, um B71 fær eitt betri úrslit í stigum ímóti B36, enn FS Vágar fær í Gøtu.
Eli Hentze hevur verið spælandi venjari hjá sandoyingum í ár, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann hevur verið tann, sum tyngsta lessið hevur ligið á. Í Miðvági fekk ábyrgdarmaðurin ostaflísina, og tað ber í sær, at hann noyðist at standa uttanfyri og hyggja at, meðan botnliðið fer at stríðast fyri einum stigi.
Hevur gingið
báðar vegir
Nýklæktu føroyameistararnir hava tvær ferðir vunnið á Sandi. Í 1990 vunnu teir 2-1, og í fjør vunnu teir við somu tølum.
Í fjør vann B71 1-0, í 1989 og í 1994 var málleyst, og í 1992 og í 1993 vann B71 eisini 1-0. Tá sandoyingar vóru í Gundadali eitt mikukvøld síðst í juni, sendi B36 teir suður aftur við einum 6-1 tapi.










