B36 fann stevið

Trýstið var stórt á árstalsfelagnum undan dystinum, men teir lótu ongan iva vera um, at teir ætla sær víðari í steypakappingini

Løgmanssteypið

Eftir bert trý stig í trimum dystum vistu teir í B36, at nú mátti røkka ella støkka. Mótstøðuliðið var GÍ, og um talan ikki gjørdist um sigur, stóð liðið eftir við einum kravi um seks stig í teimum báðum seinastu dystunum, sum eru móti ávíkavist HB og Skála.

Sannførandi
Nú er trýstið tó minkað nakað. B36 vann nevnliga ein sannførandi sigur á GÍ, sum valla fekk fótin á jørðina.
Longu eftir fimm minuttum var Allan Mørkøre upp á spæl, tá hann bæði byrjaði og endaði álopið, sum førdi til leiðslumálið, og so var tað fyri tað mesta einvegis.
Jákup á Borg økti við brotssparki, og stutt undan steðginum økti Julian Johnsson til 3-0. Gøtumenn minkaðu tó skjótt um munin, tá Krzystof Popczynski gjørdi sær dælt av misskiljing í B36-verjuni.
Hetta merkti tó ikki, at gestirnir fingu loyvi at koma í dystin. Ferðin hjá B36 minkaði kanska nakað eftir steðgin, men teir høvdu alla tíðina tamarhald á, og við tveimum málum frá John Petersen staðfestu teir sigurin. Tað fyrra við brotssparki, meðan tað seinna kom eftir gott einmansavrik.
Og nú bendir alt á, at tað verða tey trý, HB, B36 og GÍ, sum koma víðari úr bólkinum. Enn eru tó ikki allar súður syftar hjá B36, men trý stig í teimum báðum seinstu dystunum skuldu verið nóg mikið, og verður spælið, sum tað var leygardagin, er lítið at ivast í, at hesi verða fingin til høldar.

Dysturin í tølum
B36-GÍ 5-1 (3-1)
1-0: Allan Mørkøre
2-0: Jákup á Borg
3-0: Julian Johnsson
3-1: Krzystof Popczynski
4-1: John Petersen
5-1: John Petersen