hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi eina bátslongd undan Gongurólvi. Úrslitið í Miðvági ber við sær, at Hvessingur nú fyri fyrstu ferð í ár er fremstur í FM kappingini, og at Hvessingur harvið í løtuni tykist [...] leygardegnum var besta tíðin í kapping millum 6-mannafør við kvinnum á Vestanstevnu í Miðvági tann hjá Jarnbardi í 2002. Ta ferðina var tíðin 4.48.10. Leygardagin var Hvessingur í tættari kapping við Gongurólv [...] Gullið á veg til Oyrar Í kappingini millum 5-mannafør við gentum hevur FM gullið beina kós norður í Sundalagið og til Oyrar. Hvassi vann fyri fjórðu ferð í ár, og í FM kappingini er munurin frá Hvassa og aftur
hevur nú verið í Føroyum í skjótt tvær vikur, har hon hevur búð hjá teimum, sum plaga at vera í Rumenia við hjálparbussinum. Hon heldur, at tað eru nógv ting, um eru annarleiðis í Føroyum enn í Rumenia. Serliga [...] mamma bleiv einkja, tá eg var tríggjar mánaðir. Vit búðu í somu íbúð, sum vit búgva í í dag, men vit høvdu ikki ráð til at hava nakað stórvegis inni í íbúðini, sigur Estera og heldur fram: - Nú, tá eg hyggi [...] sum eru illa stødd. Tey fátækastu í Rumenia hava ongan mat, ongi klæðir og hava ikki ráð til heilivág, tá teimum tørvar tað. Tann í dag 21 ára gamla Estera, sum býr í romenska býnum Urinicani, er úr einum
øki. Hann býr í Sundby í Keypmannahavn, her hann hevur búð síðan 2012. Í summar hava vit hitt kreativa mannin til eitt lítið prát um hansara list og lív. Tá man kemur til bústað hansara í Sundby, sæst ein [...] sessast inni hjá honum. Øssur er føddur í Glyvrum í 1970 og gekk í skúla Søldafirði og Runavík. – Eg var ein ógvuliga anarkistiskur næmingur. Um eg keddi meg í einum tíma, so pillaði eg bara av, tá tað [...] á Listasavni Føroya og í fleiri bókum um føroyska list. Eisini eru myndir hjá honum at síggja á Ovartaci Museum í Århus, European Art Museum í Vordingborg og Sankt Hans Museum í Roskilde. Hann hevur havt
lív í ferðsluni. Tað var, tá ið ein VW Transporter koyrdi oman eftir Torfinsgøtu, samstundis sum eg kom súkklandi niðan eftir Jóannesar Paturssonar gøtu. Førarin í gula transportaranum tosaði í fartelefon [...] trýsta tey ognarleysu og fátæku í Føroyum upp aftur longri niður, enn tey longu eru. Eingin hevur moralskan rætt at áleggja verjuleysum fólki slíka sekt fyri at tosa í telefon. Í fyrra lagi rakar ein bót upp [...] gomul hjún. Ta kensluna fær ein annars, tá ið tey sita í miðlunum og geva hvør øðrum rætt upp í saman. Onkur hevur gloymt, at hesar eindir verri enn so í øllum førum hava somu áhugamál. Løgreglan vil óivað
grindaár kann tað kallast. Grind doyði í Vágum, í Vestmanna og »norður í sundi« ? Stórhvalaveiðan var góð. Nærum 200 stórhvalir eru førdir í land í Førjum í árinum. Óhapp hendi í hesum árinum sum fleiri fyrr [...] at vit nú eru farin inn í seinasta árið í 20. øld, og harvið eisini seinasta árið í hesum túsundárinum, so hava fólk hildið uppá, at øldin er runnin - og at vit nú eru komin inn í 21. øld. Men soleiðis var [...] til landið í 1900 Árið 1900 var eitt sjúkligt ár, skriva Føringatíðindi í 1901. Einans Sørvágssjúkan ger tað merkiligt á tann hátt. Í árinum doyði fleiri merkismenn, sum fyrr eru nevndir í blaðnum. Fiskiár
føroyafelagið í Týsklandi. Áhuga í føroyskum Eftir fyrsta túrin í Føroyum í 1988, gjørdist Detlef sera áhugaður í at frætta meiri um Før-oyar. Men tað var ikki bara sum at siga tað í Týsklandi. Tí gjørdist [...] at hann gjørdist limur. ? Í 1991 gjørdist eg skrivari í felagnum, og í 1997 gjørdist eg formaður, sigur hann. Í dag hevur felagið 107 limir í 7 londum. Eisini Landsbókasøvnini í Føroyum, Íslandi og Danmark [...] Hetta var í 1988. Ígjøgnum hansara mongu ferðir her, hevur Detlef síðani knýtt sterk vinarbond í Føroyum, eins og hann eldhugaður fylgir við í øllum sum fyriferst her. Eisini er hann formaður í einum fø
Soleiðis var á Slættanesi, í árunum undan seinna heimsbardaga og har á leið, greiðir Jørmund Skoradal frá. Hann er føddur á Slættanesi í 1934 og uppvaksin har. Jørmund býr í dag í Sandavági. Slættanes hevur [...] búð í frið. Men Jørmund Skoradal ivast í, um tann teoriin heldur, sum sigur, at tað var fólk, sum gekk norður at gera ónáðir. Tað var í longra lagi at fara, tí langt er at ganga úr øllum bygdum í Vágum [...] jólatrænum í skúlanum var jú bókstaviliga jóladagur hjá børnunum. Góðgætið var ikki tað stóra í mun til tað, sum nú er. Onkur appelsin ella súrepli. Nøkur brústsukur og onkur rosina vórðu latin í kramarhúsini
fekk møguleikan í NSÍ. Nógvir NSÍ leikarar hava fyrr verið í somu støðu sum hann og hava síðani roynt seg í øðrum feløgum. Nógvir eru tó komnir aftur til NSÍ eftir at hava prógvað sítt virði í einum øðrum [...] frá NSÍ fyri at fáa spælitíð í Formuladeildini. Tað hevur víst seg at vera ein skilagóð avgerð. Pól Jóhannus hevur skorað fimm mál í GÍ troyggjuni. Harav eru fýra komin í fýra teimum seinastu dystunum [...] »Pól Jóhannus er hetjan«, skrivaði Dimmalætting í yvirskriftini frá dystarfrásøgnini seinast. Fiska á Toftavatni Undirritaði hittir Pól Jóhannus í heiminum í Runavík. Vit seta okkum við eitt borð og práta
Lýsingarnar komu heldur seint í gongd. Vit komu tí ikki við í ta stóru lýsingarkampanjuna fyri ferðing í Føroyum. - Og so vita vit jú eisini tað, at útlendingar planleggja ferðirnar í góðari tíð – týskarar faktiskt [...] Thomsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Á fundi í mars mánaði varð samtykt, at skipa økið við havnarlagið á Selatrað sum kampingøki – eitt øki, sum í roynd og veru var klárt at taka í nýtslu. Frammanundan [...] var óheppið, at tit koma beint nú. Júst í dag er eingin bilur, men her hava longu verið fólk úr fleiri londum, sigur Jákup. Við í ferðalagnum er borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Malena Thomsen, sum nú fær
Villiers, bretskur umboðsmaður, sigur í bókini “Bretskur konsul í Føroyum” at hann datt um hesa galjónsmynd í einum yvirfløddum kjallara í einum av teimum elstu húsunum í Havn. Hann og húskið høvdu ilt við [...] við at finna innivist og búðu eina tíð í Müllers húsi, áðrenn bretska sendistovan, núverandi KFUK, varð smíðað. Tað var í kjallaranum í hesum húsum, hann var dottin um havfrúnna av “Christinu”! Regin Olsen [...] frá, at henda sama galjónsmynd var enn í kjallaranum, tá Sjóvinnubankin keypti húsini í 1967. Havnarmenn kasta nót eftir havfrúgv Hesin sami H. Montagu Villier hevur í omanfyri nevndu bók eina sera merkisverda