Tað er týsdagur og veðrið er av tí besta. Turrveður er og sólin kagar fram við millumbilum.
Á kampingplássinum her á havnarlagnum er lítið virksemi beint nú og eingin fremmandur ella føroyskur kampingbilur at síggja.
- Tað var óheppið, at tit koma beint nú. Júst í dag er eingin bilur, men her hava longu verið fólk úr fleiri londum, sigur Jákup.
Við í ferðalagnum er borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Malena Thomsen, sum nú fær møguleikan at síggja, hvussu hetta plássið á Selatrað er skipað til tess at taka ímóti ferðafólki.
- Selatrað er sera vælegnað til slíkt virksemi. Bygdin er sera hugnalig og hevur haraftrat sera góðan sólargang, slær hon fast.
Meðan vit tosa kemur ein húsbilur koyrandi móti bygdini. Jákup fylgir væl við honum og byrjar so smátt at fyrireika seg at taka ímóti honum.
Men gakk, hann koyrdi gjøgnum bygdina, vendi og helt so leiðina suðureftir aftur.
- Nei, eg má skunda undir at fáa teir at seta skeltið upp, soleiðis at ferðafólkini fáa eyga á okkara kampingpláss, sigur hann avgjørdur.
Bíleggja í góðari tíð
Á kampingplássinum á Selatrað er pláss fyri eini 25 bilum og helst enn fleiri. Uppgávan hjá Jákupi er í roynd og veru at umsita hetta nýggjasta kampingplássið, sum lat upp fyrst í mai mánaði.
- Eg eri eitt sindur harmur um, at vit komu so seint í gongd í ár. Næsta ár verður betri, sigur Jákup.
Tey hava higartil gjørt eitt sindur við at kunna um hetta einasta veruliga kampingplássið í landinum. Tað er millum annað nevnt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu, eins og ein grein hevur staðið á heimasíðuni hjá camping.fo.
Henda týsdagin vit vóru og vitjaðu á Selatrað, var eingin bilur á plássinum, men Jákup letur kortini ikki illa at undirtøkuni.
- Lýsingarnar komu heldur seint í gongd. Vit komu tí ikki við í ta stóru lýsingarkampanjuna fyri ferðing í Føroyum.
- Og so vita vit jú eisini tað, at útlendingar planleggja ferðirnar í góðari tíð – týskarar faktiskt eitt heilt ár frammanundan!, sigur Jákup.
Spenna seg út
Hóast hesar umstøður hava fólk úr rættiliga nógvum londum longu gist á Selatrað. Her hava verið bæði týskarar, belgiarar og íslendingar - eisini ein hópur av føroyingum.
Útlendingarnir koma í flestu førum í teimum sonevndu húsbilunum, meðan føroyingarnir í størstan mun koma higar við kampingvognum sínum.
Júst, hvussu og hví tey eru komin higar, veit Jákup ikki at siga. Men, sum hann sigur: - Tað man vera mestsum av tilvild!
Onkur teirra hevði spurt seg fyri um møguleikarnar fyri at gista á einum kampingplássi í Føroyum, meðan onkur annar bara var farin ein koyritúr og var soleiðis endaður á hesum vakra staðnum burtur frá alfaravegi.
Bæði Malena og Jákup eru sannførd um, at hetta kampingplássið er komið fyri at verða.
Hetta summarið verður at meta sum eitt royndarár. Men komandi ár er ætlanin at spenna seg rættiliga út!
Hava alt
Tá føroyingar koyra uttanlands, verður javnan vitjað inn á tey mongu campingplássini á vegnum. Hvat hevur hetta kampingplássið á Selatrað at bjóða teimum vitjandi?
- Vit hava snøgt sagt alt!, slær Jákup fast.
Her finst bæði streymveiting, vatn og møguleika at tøma bæði spillivatn og rottanga á vognunum. Umframt hetta finst ein vognur við toilettum og brúsu.
- Ja, hann sær kanska ikki so stórur út við fyrsta eygnabrá, men hann er sera rúmligur, tá ein fyrst kemur inn í hann, greiðir hann frá.
Umframt hetta er møguleiki at leiga eina smáttu, sum somuleiðis liggur her á kampingplássinum.
Tørvurin var til staðar
- Vit sóu ofta bilar standa her á Selatrað. Tá teir kortini vóru her, kundu vit eins væl gera eitt kampingøki og soleiðis fáa nøkur oyru burtur úr tí, sigur Malena Thomsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.
Á fundi í mars mánaði varð samtykt, at skipa økið við havnarlagið á Selatrað sum kampingøki – eitt øki, sum í roynd og veru var klárt at taka í nýtslu.
Frammanundan hesum hevði Sjóvar kommuna, sum Selatrað er ein partur av, broytt byggisamtyktina fyri økið. Og síðani var klárt at fara til verka við kampingplássinum.
Ætlanin er kortini ikki, at kommunan sjálv skal reka hetta økið, men fáa onkran annan at leiga økið frá kommununi og brúka tað til ferðavinnu.
Selatrað er jú frá skaparans hond eitt sera náttúruvakurt øki, við vakrari fjøru og góðum útsýni yvir Sundalagið.
Økið er eisini serliga væl egnað til barnafamiljur. Tað hoyra tey eisini frá fólki, at børnini hava trivist sera væl.
- Tey hava fangað krabbar og annað. Ein dagin bað ein smágenta meg koma til eitt stað fyri at vísa mær alt tað, sum tey høvdu fangað í fjøruni. Ja, tey høvdu snøgt sagt stovnað ein djórahandil!, sigur Jákup við einum brosi.
Gott pláss fyri sámiligan prís
Heimasíðan camping.fo gevur kampingplássinum á Selatrað góð ummæli.- Blíðskapurin er í hásæti, og fólkini í bygdini eru sjáldsama vinarlig og fyrikomandi, verður sagt í greinini.
16. mai 2007 gekk leiðin við húsvogninum til Selatraðar. Tá vit nærkaðust Selatrað, ringdu vit - sum avtalað - til Jákup Weihe, leiðara av kampingplássinum og boðaðu honum frá, at vit vóru á veg. T
að er gott koyrandi til Selatraðar, sjálvt um vegurin tað seinasta strekkið er smalur. Okkara vognur er 2,30 cm. breiður og vit komu fram í øllum góðum, so tað er óivað eisini koyrandi við eitt sindur breiðari vogni.
Gott hugskot
Kampingplássið liggur framvið brimgarðinum niðast í bygdini, har er pláss fyri fleiri vognum, økið er grúsøki, sum vit meta riggar væl, men kommunan hevur ætlan um at asfaltera.
Á økið er - fyribils - settur ein vognur við eini brúsu, einum hondvaski og ein wc-kummu. Har er heitt/kalt vatn, ljós stikkari til fønara/barbermaskinu og el-hiti. Uttanfyri er ein brunnur til tøming av spillvatni og ein brunnur til tøming av wc. Alt hettar fungerar "perfekt".
Vit hava frætt, at ætlanin er at seta skúrar upp seinni. Plássið er spennandi fyri børn. Øðrumegin er ein stórur hylur við krabbum og øðrum spennandi í, og hinumegin er ein "pinkulítil" strond við malargróti. Kampingplássið er á eini kei, har liggja eisini fleiri bátar so tað er nokk "smart" at hava bjargingarvestar til børnini. Skótadepilin og viðarlundin liggja ein stuttan gongutúr har frá.
Á plássinum eru tríggir elsteyrar har (við serligum kortum) kann keypast el og vatn. Kortini skulu keypast fyri kr. 100 frá kampingleiðaranum (100 kr. depositum og 100 el), so ein avgerð sjálvur upphæddina, ið ein vil keypa el fyri. Eftirverandi upphædd verður førd aftur á kortið. Soleiðis kann kortið brúkast aftur og aftur, tað er bara at fylla meira pening inn á kortið - genialt!
Frá kampingleiðaranum fingu vit upplýst at prísurin er kr. 50 pr. vogn pr. byrjað døgn. Hetta meta vit verða eina "sera-sera" sámiliga upphædd. Prísurin er broyttur nakrar ferðir, so vit vita ikki um upphæddin verður broytt aftur, men ráðiligt er at spyrja um prísin tá ein biður um pláss, so eingin ivaspurningur er.
Vit meta kampingplássið á Selatrað at vera eitt serstakliga gott kampingpláss. Blíðskapurin er í hásæti, fólkini í bygdini eru sjáldsama vinarlig og fyrikomandi og kampingplássið verður rikið "professionelt".
Gert tú "lekkurtsultin", kanst tú bara spáka tær yvir til tað lítla svarta húsið, ið stendur á keiøkinum, og spyrja Óla um tú kanst keypa turra grind og spik. Vit fingu ein (stóra) smakkiroynd frá honum. Tað smakkaði óført, so tað vilja vit hervið ráða tykkum til at royna.
Okkara niðurstøða er, at kampingplássið á Selatrað er eitt deiligt kampingpláss og vilja vit tí mæla øðrum til at royna tað.










