Pól Jóhannus bankar málini inn fyri GÍ

Ungi runavíkingurin Pól Jóhannus Justinussen hevur skorað fyri GÍ í fýra teimum seinastu dystunum. Hann er sonur Bill Justinussen, løgtingslim fyri Miðflokkin. Tað var Bill, sum tók sonin við til fótbólt, tá ið Pól Jóhannus var lítil, og soleiðis er áhugin vaktur. Pól Jóhannus hevur ambitiónir um at koma á A-landsliðið og at gerast yrkisleikari uttanlands

18 ára gamli Pól Jóhannus Justinussen er ein av okkara heilt evnaríku fótbóltsleikarum. Hann skifti áðrenn hetta kappingarárið til GÍ frá NSÍ fyri at fáa spælitíð í Formuladeildini. Tað hevur víst seg at vera ein skilagóð avgerð. Pól Jóhannus hevur skorað fimm mál í GÍ troyggjuni. Harav eru fýra komin í fýra teimum seinastu dystunum. »Pól Jóhannus er hetjan«, skrivaði Dimmalætting í yvirskriftini frá dystarfrásøgnini seinast. Fiska á Toftavatni Undirritaði hittir Pól Jóhannus í heiminum í Runavík. Vit seta okkum við eitt borð og práta. Pól Jóhannus er júst komin heim frá arbeiði. Hetta er grundlógardagin, so Pól Jóhannus hevur hálvan frídag. - Eg havi arbeitt í timburhandilinum í tríggjar mánaðir. Áðrenn tað var eg til skips. Men nú fótbólturin er byrjaður, mátti eg finna mær arbeiði á landi, sigur hann. Foreldrini hjá Pól Jóhannusi, Malena og Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, stákast uttanfyri við eitt borð í góðveðrinum. - Ikki so galið við góðum veðri. Vinnmenninir og eg plaga av og á at fiska síl á Toftavatnið, tá ið veðrið er eftir vild, sigur Pól Jóhannus. Skifti til GÍ Pól Jóhannus er runavíkingur og hevur altíð spælt við NSÍ, inntil hann í ár skifti felag til GÍ. Vánirnar til spælitíð í Formuladeildini lokkaðu hann til at skifta felag. - Tað er ikki so stórur hópur hjá GÍ sum hjá NSÍ. Tað er ein stór avbjóðing at spæla í Formuladeildini. Tað er ikki vist, at eg hevði fingið tann møguleikan hjá NSÍ, sigur hann. Pól Jóhannus er við á U-19 landsliðnum, og hann hevur stórar dreymar við fótbóltinum. - Tað var í fjør, at tað byrjaði at ganga ordiliga væl hjá mær, og tá gjørdi eg av at vera seriøsur við fótbóltinum. Eg vil fegin gera meg galdandi í Formuladeildini. Dreymurin er eisini at spæla fyri A-landsliðið og møguliga at koma uttanlands at spæla, sigur Pól Jóhannus. Hann er vinstrabeintur og hevur mest spælt sum vinstri vongverji ella í miðverjuni. Hjá GÍ hevur hann sloppið at roynt seg sum vinstri vongur. - Eg eri vinstrabeintur, og tað kann vera ein fyrimunur, tí at nógv feløg mangla vinstrabeintar leikarar. Eg eri eisini sloppin at spæla á miðvøllinum, og tað hevur mær dámt væl. Tað hevur givið mær møguleika at koma meira fram, og eg havi higartil skorað fimm mál, sigur Pól Jóhannus, sum sjálvur er bilsin av, at tað hevur gingið so væl fyrsta árið, sum hann roynir seg í bestu deildini. - Eg hevði ikki væntað, at tað fór at ganga so væl. Kanska er tað tí, at leikararnir ikki kenna meg, og tí ansa teir ikki so væl eftir mær, sigur Pól Jóhannus eyðmjúkur. - Tað var heilt fantastiskt, tá ið eg skoraði mítt fyrsta mál í Formuladeildini. Hini hava eisini verið góð, men tað fyrsta var heilt serligt, sigur hann. NSÍ ein framtíðar møguleiki Pól Jóhannus valdi at skifta felag, tí at hann kendi ikki, at hann fekk møguleikan í NSÍ. Nógvir NSÍ leikarar hava fyrr verið í somu støðu sum hann og hava síðani roynt seg í øðrum feløgum. Nógvir eru tó komnir aftur til NSÍ eftir at hava prógvað sítt virði í einum øðrum felag. Sum dømi kunnu nevnast Jóhan Troest Davidsen og Debes Danielsen. Pól Jóhannus útihýsir heldur ikki, at hann vendir aftur til NSÍ. - Eg haldi, at NSÍ gera einki fyri at halda uppá teir ungu leikararnar. Teir bjóða ongan ungdómssáttmála. Tá ið so GÍ bjóða mær at vera ein partur av einari bonusskipan, er tað meira spennandi fyri meg. Tað ger tað stuttligari at spæla, sigur Pól Jóhannus, sum følir, at hann hevur prógvað nakað yvirfyri NSÍ leiðsluni. - Tað kann hugsast, at teir nú vilja hava meg aftur, og tað kann henda, at eg vendi aftur til NSÍ. Tú følir altíð nakað serligt fyri barndómsfelagnum, sigur Pól Jóhannus. Framtíðin Pól Jóhannus roynir at fáa lærupláss til IT-supportara. Annars vil hann royna, hvussu langt hann kann sleppa við fótbóltinum. - Um møguleikin kemur at fara uttanlands, eri eg til reiðar at sleppa øllum fyri at fylgja dreyminum. Í fjør var tað uppá tal, at eg skuldi sleppa at royndarvenja, men tað varð av ongum. Vónandi kemur møguleikin seinni. Sum nú er havi eg sum mál at koma á U-21 landsliðið skjótt, sigur Pól Jóhannus, sum heldur við Real Madrid og Liverpool. - Eg hyggi nógv at fótbólti, og eg hyggi serliga at enskum og sponskum fótbólti, sigur hann. Sonur Bill Sum sagt er Pól Jóhannus sonur Bill Justinussen, sum er løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrismaður fyri Miðflokkin. Ágangurin er til tíðir stórur móti Miðflokkinum og teimum báðum tingmonnunum, men tað er ikki nakað, sum Pól Jóhannus merkir nakað til. - Eg merki ikki, at fólk fara øðrvísi við mær, tí at eg eri sonur Bill Justinussen. Eg eri errin av tí, sum pápi ger í politikki. Eg eri sjálvur kristin, og eg haldi, at Miðflokkurin ger eitt týdningarmikið arbeiði. Mínir liðfelagar og míni vinnfólk góðtaka okkara sjónarmið, og eg havi ikki upplivað nakað keðiligt, sigur Pól Jóhannus, sum annars ikki hevur so stóran áhuga fyri politikki. - Tað verður tosað eitt sindur um politikk heima hjá okkum, men eg havi ikki so stóran áhuga. Eg fari so ikki at ganga í fótasporunum hjá pápa, sigur Pól Jóhannus smílandi. Kristin og fótbóltsleikari Pól Jóhannus og familjan ganga í Lívsins Orð. Har eru tey til møti hvønn sunnudag og hvønn mikudag. Annars plagar Pól Jóhannus eisini at vera til ungdómsmøtir í Kelduni í Skálafirði. - Trúgvin á Jesus hevur alt at siga fyri meg. Eg brúki nógva tíð til møtir. Í summar fari eg til Spania á eina legu, sum kallast ”Jesus Revolution”. Har fara vit at vitna fyri fólki, sigur Pól Jóhannus, sum ikki hevur trupult við at samantvinna trúnna og fótbóltin. - Tað er eingin trupulleiki at vera kristin og spæla fótbólt. Eg hugsi sjálvandi um at vera ein fyrimynd – eisini á vøllinum. Annars biði eg altíð áðrenn dyst, sigur hann. Samrøðan líður móti endanum. Undirritaði reisir seg og spyr at enda, hvørjar vónir Pól Jóhannus hevur til GÍ liðið í ár. - Eg vænti, at vit koma longur upp. Nú eru vit byrjaðir at spæla væl, og vit skulu bara halda áfram. Har eru nógvir ungir evnaríkir leikarar á liðnum og eisini nakrir sera royndir, sigur Pól Jóhannus bjartskygdur. Bill um Pól Jóhannus - Eg eri sera errin av honum. Eg hyggi altíð at, tá ið hann spælir. Tað er eitt sindur løgið, nú hann spælir við GÍ og ikki NSÍ, men hjartað fylgir altíð við børnunum, og soleiðis er eisini í hesum førinum. Eg haldi, at tað er gott at íðka ítrótt. Tað er sunt fyri kroppin. Eg stuðli soninum í royndini allatíðina at betra seg sum fótbóltsleikara. Hann hevur altíð verið góður til ítrótt. Hann var eisini góður hondbóltsleikari og svimjari, men hann valdi fótbóltin framum. Hann hevur kroppsbygnaðin til at spæla fótbólt Pól Jóhannus um føroyskan mat - Mær dámar væl føroyskan mat. Grind og spik er tað besta. Annars dámar mær sera væl skerpikjøt Pól Jóhannus um A-landsliðið - Teir vóru ótrúliga góðir móti Italia. Teir tordu at spæla. Eg vóni, at teir halda fram soleiðis. Eg vóni, at eg einaferð fari á vøllin fyri A-landsliðið Fakta um Pól Jóhannus - Føddur 13.01.1989 - Sonur Bill og Malenu Justinussen - Spælir við GÍ - Arbeiðir í Runavíkar Timburhandli