Sjálvlærdur føroyingur

Hann dugir fleiri enn 10 mál. Tað seinasta hann lærdi seg var føroyskt, sum hann nú eisini tosar flótandi. Talan er um pensjoneraða prestin úr Witten í Týsklandi, Detlef Wildraut. Hann hevur júst verið í Føroyum fyri 10. ferð, og vit fingu eitt prát við serliga og áhugaverda mannin

Fyrstu ferð Detlef Wildraut var í Føroyum, var at kalla av tilvild. Hann hugsaði um at fara uttanlands, tá hann brádliga fekk ein faldara um Føroyar. Hann hugsaði við sær, at tað átti at verið ein áhugaverdur túrur. Hann visti tá, at Føroyar vóru til, men stórvegis meiri enn tað, visti hann ikki.
Tá avtornaði gjørdist talan um ein túr, ið av álvara setti síni spor fyri restina av lívinum. Hetta var í 1988.
Ígjøgnum hansara mongu ferðir her, hevur Detlef síðani knýtt sterk vinarbond í Føroyum, eins og hann eldhugaður fylgir við í øllum sum fyriferst her. Eisini er hann formaður í einum føroyafelagið í Týsklandi.
Áhuga í føroyskum
Eftir fyrsta túrin í Føroyum í 1988, gjørdist Detlef sera áhugaður í at frætta meiri um Før-oyar. Men tað var ikki bara sum at siga tað í Týsklandi. Tí gjørdist hann haldari av føroyskum bløðum.
? Sjálvt um eg lærdi meg at lesa føroyskt, so var tað sera torført at fáa úttaluna uppá pláss. Tit hava nevniliga eitt rættiliga torført mál, heldur Detlef.
Men áhugi drívur verkið, og við málrættaðum arbeiði og fleiri føroyaferðum, kom hann eftir tí.
? Aðru ferð eg var í Føroyum, búði eg á Bed & Breakfast hjá Jónu Jacobsen, sála. Hon greiddi mær frá nógvum um gomlu Havnina og gav mær á tann hátt enn størri áhuga fyri at læra meiri um landið. Ta tíðina kom eg eisini at kenna fleiri fólk her. Serliga lærarar, sum bóðu meg koma við í skúla at tosa við næmingarnar á týskum, greiðir Detlef frá.
Og júst kennskapurin við føroyskar lærarar kom væl við, tá føroyska úttalan skuldi lærast.
? Eg eri vorðin sera væl við fleiri føroyskar lærarar, og tá eg nú eri í Føroyum, gisti eg ofta heima hjá teimum. Teir hava hjálpt mær nógv, og tí gjørdist eg sera glaður, tá ein teirra segði mær, at eg nú havi fingið eina góða úttalu, sigur ein fegin Detlef.
Hann greiðir frá, at tá man lærir seg eitt fremmant mál, er tað altíð sera tungt at byrja við. Men tá man so kemur á lagið, gongur tað betri og betri.
? Summi mál eru lættari at læra, tí tey líkjast hvørjum øðrum. Danskt, norskt og svenskt líkjast og eru tí ikki so torfør. Franskt og latín líkjast nakað, spanskt og enskt líkjast nakað og týskt og hollendskt líkjast. Men tvey mál havi eg verið noyddur at lært meg heilt frá grundini, og tað er hebraiskt og føroyskt, sigur Detlef.
Hann greiðir frá, at hann altíð hevur lagt seg eftir læra seg nakað av málinum í londunum, sum hann ferðast til, og tað er eisini orsøkin til, at hann í dag dugir yvir 10 ymisk mál.
? Eg havi ongantíð verið í Kina, tí so hevði eg viljað dugað málið, men tað hevði nokk verið ov nógv hjá mær at lært meg kinesiskt, sigur Detlef smílandi.
Næsta málið hann kundi hugsað sær at farið undir at lært seg av álvara, er portugisiskt. Hann dugir nakað, men tosar tað ikki flótandi.
Konan vildi ikki við
Alskurin til Føroya er tó ikki nakað, sum Detlef hevur havt saman við konu síni.
? Hon er so ógvuliga bangin fyri at sigla, at hon ikki hevur viljað komið við mær til Føroya. Tí eg havi sagt henni, at hóast vit fara við flogfari, so er ein ferga tvørturum Vestmannasund. Hóast tað bert tók einar 20 minuttir at sigla, so var tað nóg mikið til, at hon settist aftur, greiðir hann frá.
Men í fjør, eftir at undirsjóvar-tunnilin var komin, kom konan fyri fyrstu ferð við til Føroya.
? Eg bleiv sera bilsin, tá hon í fjør brádliga segði, at hon vildi koma við. Men tá hevði hon hoyrt so nógv um Føroyar, at hon var blivin forvitin og vildi uppliva landið sjálv, greiðir Detlef frá.
Eitt annað, sum hon var bangin fyri var, at Detlef bert fór at tosa føroyskt, og at hon tí ikki fór at skilja nakað. Men so varð ikki.
? Tað eru sera nógvir føroyingar, ið duga væl at tosa týskt. Og hon kendi seg ikki einsamalla, tí tað vóru altíð fólk, ið prátaðu við hana á týskum. Henni dámdi so væl her, at hon hevur avgjørt at koma við mær aftur komandi summar, sigur Detlef.
Hóast hon var sera bangin fyri at sigla, avgjørdu tey at fara til Suðuroynna í eina viku, har tey leigaðu eini hús.
? Har sum vit búgva í Witten hava vit ikki útsýni yvir havið, og tí var tað eitt satt njótilsi fyri okkum at sita við borðið og eta morgunmat, við fríum útsýni yvir havið, greiðir Detlef frá. ? Tá vit koma aftur í komandi ár, fara vit aftur til Suðuroynna, tað er heilt víst.
Hann hevur higartil verið á nærum øllum oyggjunum. Honum manglar bert at vitja Hest, Koltur, Dímun, Fugloy og Svínoy
Detlef sigur, at av øllum oyggjunum í Føroyum, dámar honum best í Suðuroynni. Tí har er so avbera vakurt.
Týskt-føroyskt vinarfelag
Fyrstu ferð Detlef var í Føroyum, møtti hann einum øðrum týskara, sum hann eisini hevði samband við, eftir at teir komu aftur til Týsklands.
Ein dagin, tá teir vóru aftur-komnir av føroyaferðini, fekk Detlef eitt bræv, har hesin týskarin greiddi frá, at eitt týskt-føroyskt vinarfelag fór at verða stovnað í Düsseldorf. Detlef hevði tá ongar ætlanir um at gerast limur í felagnum, men fyri at vera vinarligur ímóti sendaranum, fór hann til fundin hóast alt. Hvussu var og ikki, so endaði tað við, at hann gjørdist limur.
? Í 1991 gjørdist eg skrivari í felagnum, og í 1997 gjørdist eg formaður, sigur hann.
Í dag hevur felagið 107 limir í 7 londum. Eisini Landsbókasøvnini í Føroyum, Íslandi og Danmark eru limir, fyri at fáa tíðarritið, sum felagið gevur út, nevnt Tjaldur.
? Tað er ringt at siga, júst hvat tað er, sum mær dámar so væl við Føroyum. Eg haldi, at mær dámar næstan alt. Uttan matin. Eg havi roynt at eta skerpikjøt og grind, men tað klári eg ikki at eta. Kanska tað fer at hóva mær betur einaferð í framtíðini, sigur Detlef og leggur afurat, at eitt týskt orðatak sigur, at »tað sum bóndin ikki kennir, etur hann ikki«
Detlef heldur fram og sigur, at føroyska málið, søgan og mentanin avgjørt er tað, sum hevur hansara størsta áhuga.
? Eg royni at eygleiða føroyska samfelagið, og eg geri mær ymiskar tankar um tað. Eg fái jú fylgt rættiliga væl við í kjakinum, eftirsum eg fái føroysku bløðini, staðfestir hann.
Pensjonistur
Detlef hevur arbeitt sum prestur, og hann hevur eisini arbeitt sum lærari í einum yrkisskúla fyri tilkomin, har hann undirvísti í kristni. Men nú hevur hann verið pensjonistur í fimm ár.
? Fólk halda, at tað er forferdiliga keðiligt at verða pensjoneraður. At man tá bert situr heima og ger einki. Men soleiðis er tað ikki. Eg havi nokk at gera. Eg veit, at eg eri heppin, tí tað er ikki altíð, at tað lagar soleiðis, greiðir hann frá.
Skal hann siga nakað, sum hann kundi ynskt var øðrvísi, so skuldi tað verið tað, at hann hevði havt ráð at ferðast eitt sindur meiri.
? Men eg havi altíð ráð til at koma til Føroya einaferð um árið, tí tað vil eg fegin og tað er ikki so dýrt, greiðir hann frá
Detlef heldur, at aldur er relativur, og at man er so gamal, sum man kennir seg.
? Eg kenni meg ikki gamlan nú, men eg veit, at eg eri vorðin gamal, tá eg ikki longur orki at koma til Føroya einaferð um árið, sigur hann brosandi.