Fátæksligur jólamatur á Slættanesi

Edvard Joensen
?????
At fáa feskt til jóla var tann stóri dreymurin. Slapst á flot tollaksmessudag, vóru jólaknettini bjargað. Og tað dámdi fólki best at fáa til døgurða jóladag. Men var uppiløga, var gamal havhestur ella saltgrind etin til døgurða á jólum.
? Soleiðis var á Slættanesi, í árunum undan seinna heimsbardaga og har á leið, greiðir Jørmund Skoradal frá. Hann er føddur á Slættanesi í 1934 og uppvaksin har. Jørmund býr í dag í Sandavági.
Slættanes hevur ikki verið so nógv øðrvísi enn aðrar bygdir í landinum í teirri tíðini. Har búði fólk og fekst við tað arbeiðið, sum var har at gera. Menn vóru skipsmenn, og konurnar vóru heima og høvdu nokk at takast við. Børnini vóru nógv. Eitt skifti um krígstíðina seinnu búðu umleið 70 fólk á Slættanesi, og av teimum vóru eini 30 skúlabørn, minnist Jørmund Skoradal.
Jólahald í felag
Á Slættanesi vóru fólk savnað annan jóladag til jólatræshald í skúlanum, greiðir Jørmund frá.
Tað var ikki so, at hvørt húsið hevði sítt jólatræ. Tað var verri enn so. Og viðhvørt varð nóg ringt at fá eitt jólatræ, sum kundi setast upp í skúlanum til alla bygdina at savnast um.
Eitt árið minnist hann, at einki jólatræ fekst. Helst hevur tað verið undir krígnum, tí tá manglaði so mangt, og ivaleyst hevur jólatræ ikki verið tað fyrsta, sum sent varð við farmaskipinum úr Bretlandi.
Á Slættanesi var ikki annað at gera, enn so mangur annar hevði roynt. Teir funnu eitt kustaskaft, sum teir negldu nakrar »greinar« uppá. Og so var at fáa klætt hetta góða, eftirgjørda jólatræ. Teir fóru við posa í hagan at royta lyng. Og tað bar væl til. Óført jólatræ á Slættanesi, minnist Jørmund.
Eisini minnist Jørmund, at tað onkuntíð var smáligt við jólaljósum undir krígnum. Men einaferð vóru slættanesmenn so hepnir, at teir funnu eina rúgvu av stearini, sum kom rekandi gjøgnum Sundið.
Tá reki kom framvið, varð bátur flotaður eftir honum, og soleiðis varð eisini gjørt hesaferð. Teir fingur hetta góða stearinið til høldar og gjørdu so ljós burturúr.
Eisini aðrastaðni var illa statt við ljósum hesa tíðina. Men hesa ferðina, slættanesmenn funnu alt hetta stearinið, varð so mikið til, at teir seldu burtur av ljósunum, teir gjørdu, greiðir Jørmund frá.
Hetta við jólatrænum í skúlanum var jú bókstaviliga jóladagur hjá børnunum. Góðgætið var ikki tað stóra í mun til tað, sum nú er. Onkur appelsin ella súrepli. Nøkur brústsukur og onkur rosina vórðu latin í kramarhúsini, sum hingu á trænum. Tá so liðugt var at syngja, dansa og lesa um hetta góða træ, vórðu kramarhúsini býtt millum børnini. Og tað mundi hjá fleiri vera ein tann frægasti dagurin í árinum í so máta.
Ofta vóru tað eldru genturnar, sum skipaðu fyri. Viðhvørt lærarin ella onkur vikarur, sum var við skúlan á Slættanesi, greiðir Jørmund Skoradal frá.
Kirkja er eingin á Slættanesi, men skúlin varð so brúktur at lesa lestur í. Eisini var guðstænasta har, tá prestur viðhvørt kom framvið. Báðar jóladagarnar var, sum rímiligt er, lisin lestur í skúlanum.
Í fimtiárunum var Frímann á Brúnni, sum seinni gjørdst prestur millum annað á Eiði og á Sandi, læraravikarur á Slættanesi. Hann gjørdi meira burtur-úr, enn undanmenninir høvdu gjørt, og innrættaði skúlan við bæði altari, prædikustóli og altartalvu. Jørmund Skoradal vigur, at hann var við til at hjálpa honum við hesum.
So høvdu tey talvuna á vestara endavegginum í skúlastovuni gerandisdagar, og sunnudag vendu tey so stólunum og móti altarinum í eystara endanum.
Samstarvaðu
Alt skuldi fáast uttaneftir, sum brúkast skuldi á jólum. Var tað handilsvøra, varð farið til Vestmanna eftir henni. Og tað, sum etast skuldi, mátti fyri tað mesta fáast úr sjónum.
So menninir býttu seg sundur eitt nú tollaksmesudag, um sjóveður var. Summir fóru á flot at fáa til jólaknettini, og aðrir fóru til Vestmanna til handils. Handlað varð altíð hjá Akseli Hansen á Bakkanum í Vestmanna, greiðir Jørmund Skoradal frá.
Teir, sum fóru til Vestmanna, fingu ein lista við at keypa fyri teir, sum fóru norður um við snørinum. Og aftur fyri var so býtt til bygdina, um teir fingu nakra nøgd av fiski. Soleiðis gjørdi hvør sítt til, at jól kundu haldast um alla bygdina.
Kyrruvont pláss er á Slættanesi, so tað varð ikki dúvað uppá, at tað skuldi vera kyrra tollaksmessudag. Tá leið móti jólum, varð hvør løta tikin, sum flótast kundi. Tí teir vildu sleppa undan at noyðast í lakatunnuna eftir jóladøgurðanum. Betri dámdi teimum at fáa nýggj knetti og feskan, gamlan havhest, sum varð fleygaður í bakkanum norðanfyri. Knettini plagdu at vera døgurðin jóladag, greiðir Jørmund frá. Men tá tað miseydnaðist at sleppa á flot, flutti havhesturin upp í tign og gjørdist fyrri døgurðin, og saltgrind varð so tikin annan dag.
? Tað sær út til, at tað vóru nógv fleiri grindir fyrr, heldur Jørmund. Í hvussu er var altið nokk av grind á Slættanesi.
Slættanesfólk vóru ikki jarðareigarar. Tað vóru traðarmenn, sum settust niður á Slættanesi í síni tíð, og sum so røktaðu fyri sandavágsmenn. Fyrsta búsetingin var longri heimi, men haðani varð flutt aftur, tí har var ikki verandi fyri teimum fornisku, varð sagt.
Ymsar metingar eru um, hvat tað var, sum spøkti so illa, at tey ikki fingu búð í frið. Men Jørmund Skoradal ivast í, um tann teoriin heldur, sum sigur, at tað var fólk, sum gekk norður at gera ónáðir. Tað var í longra lagi at fara, tí langt er at ganga úr øllum bygdum í Vágum, og neyvan hava vestmenningar heldur flotað bát bara fyri at fara yvir um Sundið at arga fólk, heldur hann. So ivaleyst hava tey fornisku ikki hildið tað verið serliga hugaligt við hesum selskapinum, tey høvdu fingið. Flutt varð so longri norður, og tá bar til. Í 129 ár búði fólk á Slættanesi.
Borið um fjøll
Tað sum kom á Slættanes við posti, varð borið um fjøllini. Og tað var sjálvandi alt árið. Men á jólum var meira enn aðrar tíðir, so tá plagdi tveir mans at koma við postinum, sum kom úr Sørvági.
Farið varð úr Sørvági niðan gjøgnum Húsadal, tvørtur við heimara enda á Fjallavatni og so upp um fjøllini norður á Slættanes.
Slættanesmenn plagdu, eins og gjørt varð so manga aðrastaðni, at fara eitt sindur varliga avstað, tá teir skuldu fáa sær ein dropa av jóladrekka. So teir fóru summir til Vestmanna at greiða hetta soleiðis meira ella minni í duldum. Farið vað tá við báti, og hetta varð avgreitt í sama farti, sum onnur ørindi. Og so sást ikki so nógv til hetta.
Men onkur fekk eisini ein kassa sendandi við postinum. Og hann varð so borin um fjallið úr Sørvági. Tað vóru hesir hvítu flamingokassarnir, sum føroyingar kendu so væl fyrr, minnist Jørmund Skoradal. Og tá plagdi viðhvørt at »grenja í postinum«, sum sagt varð, tá kassarnir bóru saman.
Og eins og aðrastaðni varð eisini farið upp á gólv á Slættanesi annað jólakvøld. Tá mundi verða sett á innihaldið í teimum hvítu køssunum, sum sørvingar-nir høvdu borið teimum, heldur Jørmund.
Hann minnist, at tey plagdu at dansa heima hjá ommu hansara, tá hann var smádrongur. Tað var mest Slættanesfólk. Ikki var vanligt, at fólk kom aðrastaðni soleiðis bara at dansa. Fremmandafólk var viðhvørt á Slættanesi á jólum, men tað var fólk, sum annars kom at halda jól saman við familju.
Tað kom tó fyri, at slættanesfólk fór aðrastaðni at dansa á jólum. Serliga teir yngru menninir. Til Vestmanna kundu teir finna uppá at fara við báti, um líkindini vóru góð. Og onkuntíð gjørdu teir eisini ein túr til Kví-víkar at dansa, minnist Jørmund. Ta komst nú mest av, at ein slættanesgenta var gift í Kvívík, og so høvdu teir onkunstaðni at gista, um teir ikki sluppu heimaftur, heldur hann.