t. Vit sigldu gjøgnum Pentland Firth í nátt og tá var nógvur vindur. Í Pentland Firth rekur rættiliga hart. Tá ið harðast rekur upp í 15 míl, sum er av tí mesta í heiminum, greiddi stýrimaðurin Meinhard [...] sleppa í land. Annars verður rundtúrur, sightseeing, klokkan 14.30. Nú klokkan er 10.50 verður sagt í hátalaranum, at vit fáa shore-pass. Tað er ætlanin at sleppa í land og spáka sær ein túr niðan í býin [...] pund í drekkipengum. Lat meg enda henda part við at siga at tað hevur verið regn hvønn dag seinastu fjúrtan dagarnar í London, men í dag sær út at fara og verða ein turrur dagur. Og tað grør longu í London
dani, og tí tey bæði hava nógvar vinir í Danmark, er ætlanin at halda brúdleyp eisini fyri teimum í næstu framtíð, sigur Rósa Maria, áðrenn hon fór í flogfarið í gjár. [...] skuldi fara fram í Listaskálanum. 22 ára gamla Rósa Maria og Martin, sum er 21 ára gamal, búgva og arbeiða í Danmark. Hon er tænaranæmingur og hann er tænari. Tey valdu at giftast í Føroyum, men fóru [...] n avstað aftur. Ætlanin er at arbeiða í apríl mánaða, fyri síðani at fara brúdleypsferð til Mauritius fyrst í mai mánaða. Leygardagin seinnapartin vóru tey gift í Listaskálanum, har eini 150 fólk vóru
Eisini í Vági varð hesin spurningur settur - og svaraður. Ikki minst hugvekjandi var søgan, sum Dánjal Bjarkhamar, býráðslimur í Vági fortaldi um tær vardu íbúðirnar, sum vórðu settar á stovn í Vági í 1993 [...] var longu fyrst í nítiárunum at Vágs Býráð fór at arbeiða fyri at gera vardar íbúðir í einum húsum í Vági. Men táið tað var mestsum klárt at flyta inn, hendi tað skelkandi, at Sosialurin skrivaði, at [...] ella hitt. Í lógunum manglar, at tað ítøkiliga stendur, hvør skal taka stig til tey mál, sum lógin fevnir um. Er tað landsstýrismaðurin í almannamálum sum skal meta um tørv og seta tiltøk í verk? Er tað
Bjargingartænastan veit ikki um tað er nakar føroyingur við umborð á »Wlather Herwig III«. Sosialurin royndi seinnapartin í gjár at fáa eina viðmerking bæði frá landsstýrismanninum og frá Fiskirannsóknarstovuni [...] Snellumenninir norðanfyri eru í øðini og tað er Heini O. Heinesen eisini. Orsøkin er, at ein týskur trolari, Walter Herwig III, hevur fingið loyvið til at gera fiskirannsóknir á eini leið norðanfyri, sum [...] ímóti landið og støvsígur grunnin fyri upsa. Hann ger sum skipini, sum skjóta seismik, hann trolar í geirum. ? Fyri stuttari tíð síðani fingu snellubátarnir væl av upsa, men nú fáa teir stórt sæð einki
hyggja eftir, hvørji støð í landinum eru best egnað til útgerðarhavn at hýsa framtíðar oljuvirksemi við Føroyar. Sosialurin skilur, at oljufeløgini fylgja væl við í orðaskiftinum í Føroyum um, hvar føroyingar [...] nøkrum sigur Donald Michie, sum ikki dylur fyri, at teir hava vitjað í Suðuroynni, í Havn og á Sundi, í Sørvági, á Skálafjørðinum og í Klaksvík. Hann váttar, at nakrir av teirra kundum, og tað eru vanliga [...] vera savnað í miðstaðarøkinum. Nú um dagarnar vitjaði tvey umboð fyri stóru skotsku oljufyritøkuna ASco, sum eigur og rekur fleiri útgerðarhavnir í Skotlandi og Onglandi umframt at vera við í nógvum øðrum
vildu ikki vera við. Hetta er í heilt stuttum royndirnar, sum tær 13 genturnar í 2 A í Miðnámsskúlanum í Suðuroy fingu, eftir at hava havt orðið á næstan 1.000 føroyingum í farnu viku. Men tað var nú ikki [...] gina í farnu viku í samstarvi við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Og grundin til, at tað bara vóru gentur, sum gjørdi kanningina, er heilt einfalt tann, at tað eru bara gentur í flokkinum [...] flokkinum... Kanningin varð gjørd mikudagin, hósdagin og fríggjadagin í farnu viku og úrslitið av henni er kunngjørt aðrastaðni í blaðnum í dag. John Mortensen sigur, at tey ringu til 1.108 fólk kring alt landið
løgtingsvalinum, sum Sosialurin hevur gjørt saman við Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Teir fýra stóru flokkarnir liggja allir um 20 prosent og tí verða tað tey, sum sambært veljarakanningini enn eru í iva, sum koma [...] tey fara at velja, so varð í kanningini spurt hvønn tey valdu seinast. Hesi svarini geva eina ábending um at tað eru javnaðar-, fólkafloks- og sambandsveljarar, sum eru mest í iva um hvønn tey skulu velja [...] velja. Hinvegin eru væl færri tjóðveldis- og sjálvstýrisveljarar í iva. Hetta merkir í stuttum, at fara hesi at velja sum tey valdu seinast, so fáa teir tríggir - Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sa
Tað verða eftir øllum at døma tveir flokkar færri í tinginumeftir valið. Tað sigur nýggjasta veljarakanningin, sum Sosialurin hevur latið gera í øllum førum. Kristiligi Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin [...] Javnaðarflokkurin misti við valið í 1994 ikki minni enn 3900 atkvøður, millum annað til Verkamannafylkingina. Tó skal sigast, at talið av teimum, sum høvdu valrætt í 1994 í mun til 1990 fall við uml. 2000 [...] bera yvir við tingmanningini, tí teir missa ikki meir enn 1,9 prosent í mun til valið í 1994 og hetta kostar teimum bert ein tingmann. Í mun til kanningina hjá SvF er flokkurin enntá farin eitt kvink fram
Føroyar til handa. Sosialurin skilur, at ætlanin var at vísa eitt stórt modell av útgerðarhavnini fyri almenninginum í hesi vikuni, men henda ætlanin er vorðin av ongum orsakað av verkfallinum í Danmark. Stóra [...] gerst nú veruleiki. Arbeitt hevur verið við hesi ætlan í skjótt tvey ár, og nú tykist at verða rokkið á mál við fyrireikingunum. Tað er Danbor Service í Esbjerg, ið er partur av stóra AP Møller-samtakinum [...] Stóra verkætlanin, sum er gjørd í samráð við myndugleikar og vinnulív í Suðuroynni, fevnir um alt økið kring Drelnes. Gamla saltsiloin skal burtur, og atløgubryggja skal gerast. Tað skilst, at talan er um
Føroyar fingu limaskap í FIFA í 88, í UEFA í 89, og í 1990 byrjaðu vit at luttaka í landsliðsfótbólti. Fyrsti og minniligi landsdystur okkara sum sjálvstøðug fótbóltstjóð var í Landskrona 12. september [...] hevur gjørt, at vit í dag eru umboðað í nógvum av nevndunum í UEFA, okkara dómarar luttaka á jøvnum føti við altjóða dómarar úti í stóru verð, og ikki færri enn 5 føroysk landslið eru við í altjóða kappingum [...] hjá UEFA, har hann í hesum døgum er eygleiðari í EM-endakappingini fyri ungdómslandslið, sum fer fram í Skotlandi júst í hesum døgum. Har skal hann tryggja, at alt fer regluliga fram, bæði innan og uttanfyri