Ein útgerðar- havn nóg mikið

-Tað er sera umráðandi, at føroyingar savna virksemi á landi í sambandi við oljuleiting á einum stað. At spjaða hetta runt tænir ongum. Tað verður ikki nóg effektivt og kemur at kostar ov nógv siga umboð fyri stóru bretsku fyritøkuna ASco, sum oljufeløg hava sent til Føroyar fyri at hyggja eftir umstøðunum til útgerðarhavn.

Útlendsku oljufeløgini, sum vísa áhuga fyri føroyska landgrunninum, eru nú so smátt farin at hyggja eftir, hvørji støð í landinum eru best egnað til útgerðarhavn at hýsa framtíðar oljuvirksemi við Føroyar.

Sosialurin skilur, at oljufeløgini fylgja væl við í orðaskiftinum í Føroyum um, hvar føroyingar ætla at leggja útgerðarhavnina ella havnirnar. Feløgini tykjast ikki vilja leggja seg út í, hvat pláss føroyingar vilja peika á, men neyvan er tað sannlíkt, at feløgini fara at brúka fleiri útgerðarhavnir. Og helst síggja tey, at plássið, sum verður valt út, er vælegnað til endamálið.

Tað er eingin loyna, at fleiri føroyskar kommunur vilja hava, at útgerðarhavnin skal liggja í teirra øki. Á oljumessum, sum hava verið í útlandinum, hava kommunur sum Tvøroyri, Tórshavn, Klaksvík, Vág, Sørvágur og Skálafjørðurin gjørt eitt stór PR-arbeiði fyri júst sær og sínum. Onkur kommuna hevur longu fingið tætt samstarv við útlendsk feløg, sum hava royndir við útgerðarhavnum. Eitt nú hevur Tvøroyrar kommuna havt samstarv við danska fyritøku um at gera Drelnes til útgerðarhavn.

Hóast tað ikki er váttað, so hava tíðindi gingið um, at eisini Tórshavnar Kommuna saman við stórfyritøkum í kommuni hava arbeitt við eini ætlan at leggja útgerðarhavn á Sundi.

Enn er so eingin avgerð tikin, og landsmyndugleikarnir hava enn ikki sett út í kortið, hvar útgerðarhavnin skal vera - og um hetta í heila tikið skal vera ein politisk avgerð. Tó hava røddir verið frammi um, at ein framtíðar oljuvinna eisini eigur at troyta møguleikarnar, sum eru uttan fyri meginøkið. Alt virksemið má ikki vera savnað í miðstaðarøkinum.

Nú um dagarnar vitjaði tvey umboð fyri stóru skotsku oljufyritøkuna ASco, sum eigur og rekur fleiri útgerðarhavnir í Skotlandi og Onglandi umframt at vera við í nógvum øðrum virksemi í oljuvinnuni.

Donald Michie, marknaðarstjóri sigur við Sosialin, at teir hava vitjað fleiri pláss í Føroyum fyri at hyggja nærri eftir umstøðunum. Hugt verður eftir dýpi, atløgumøguleikum, plássi á landi, infrastrukturi annars og nógvum øðrum umstøðum.

Hann vil ikki peika út nakað ávíst pláss í Føroyum, sum hann heldur vera best egnað til útgerðarhavn. Tað heldur hann má vera ein avgerð, ið føroyingar taka. Hann vísir samtíðis á, at tú sjálvandi kann peika út fleiri hóskandi øki. Tað veldst so bara um, hvat ein politiskt vil við eini útgerðarhavn. Vil tú brúka neyðug pengarnar uppá eina slíka havn, so kann ein eisini siga, at mong øki kunnu brúkast.

-Eg haldi tað hevði verið best fyri landið at savnað alt virksemi á einum plássi. Verður hetta spjatt til fleiri ymisk pláss, verður tað ikki nóg effektivt, og tað fer ikki at tæna nøkrum sigur Donald Michie, sum ikki dylur fyri, at teir hava vitjað í Suðuroynni, í Havn og á Sundi, í Sørvági, á Skálafjørðinum og í Klaksvík.

Hann váttar, at nakrir av teirra kundum, og tað eru vanliga oljufeløg, hava biðið teir hyggja eftir umstøðunum fyri útgerðarhavn í Føroyum. Feløgini, sum ynskja at arbeiða við Føroyar, vilja fegin vita, hvussu umstøðurnar í landi eru.

Michie sigur, at tað neyvan verður brúk fyri meira enn eini útgerðarhavn í Føroyum. Eru fleiri, so verður neyðugt at spjaða íløgurnar, og tað fer ikki at gagna heildini. Og hóast útgerðarhavnin liggur í einum plássi, so verður eisini brúk fyri at fáa vørur og tænastur frá nógvum øðrum plássum. Tað er bara her, at alt verður savnað.

-Tað tænir so ikki føroyskum áhugamálum at gera íløgur í fleiri slíkar havnir, eins og norðmenn gjørdu á sinni. Teir lata nú fleiri av sínum útgerðarhavnum aftur.

Donald Michie vísir á, at í Aberdeen og í Peterhead, eru feløgini, sum brúka útgerðarhavnina. Tað eru tey, sum umbiðja og lata vørur, meðan onnur, eitt nú eitt felag sum ASco standa á odda fyri sjálvari havnini og facilitetum á landi.

Hetta verður helst eisini mynsturið í Føroyum, har lokalar kreftir koma at standa á odda fyri sjálvari havnini og helst í samstarvi við okkurt útlendskt felag, sum hevur royndir við slíkum virksemi.