hevur hug til tess. So mín góði B.H., so at seta ein dómstól á nakkan á arbeiðsmanninum er púra burturvið. Tað eru ikki tey, ið stríðast á gólvinum, ið rendu samfelagið um koll, men mundu »juristarnir« [...] hevur jú lisið jura, og tá læra teir um slíkt. Nei, mín góði B.H., vassa í land aftur meðan tú grynnur, tí tú kemur skjótt út á djúpt vatn við tí hugburði, ið tú hevur um tað arbeið-andi fólkið, og ta viðferð [...] arbeiðsmaður, ella ein dekkari á einum skipi fáa snýtt arbeiðsgevaran ella reiðaran, um so var so fingu teir fótin í afturpartin beinanvegin. Arbeiðsgevarin er altíð tann, ið situr á pengakassanum, og tað vil
Skotlandssiglingina saman við siglingini til Danmark á einum skilaligum tænastustøði. Tað bar ikki til við Smyrli at hava eina sjálvstøðuga sigling til Skotlands á einum fíggjarligum grundarlagi, sum føroyska [...] mánamorgun. Aðrar tíðir í vikuni vil inntøkugrundarlagið verða munandi minni á farleiðini. Tað hevur ikki eydnast at víst á nakra bíliga loysn, uttan at hendan verður tengd saman við strandfarasiglingini [...] samstundis eisini hevur vegasamband til Europeiska meginlandið, soleiðis at tá feskur fiskur er komin í land í Skotlandi, er bert eftir at koyra, so kemur fiskurin skjótt fram til keyparan nærum allastaðni í
meira kjøt á enn dunnan! Ein annan dagin fóru vit við einum minibussi ein túr runt á Bali. Vit byrjaðu við tveimum templum, ið ikki vóru so áhugaverd, og koyrdu so til gosfjallið á oynni. Á vegnum steðgaðu [...] komu vit at síggja oftani aftur. Teirra trúgv setur sera stóran dám á teirra gerandisdag, og allastaðni á gøtuni og fram við dyrnum á húsum og handlum, sært tú hesar smáu kurvarnar gjørdar av bananbløðum [...] taka øll á bóli. Líkamikið, tað var sera stuttligt at hava ferðast saman við teimum, og vit saknaðu tey aftaná. Vit søgdu farvæl tíðliga um kvøldið, tey fóru á flogvøllin, og vit bæði fóru oman á strondina
hann 4. størsti flokkur í Vágum ? hetta m.a. tí politikkur floksins byggir á kristnu lívsáskoðanina, ið er tað altavgerandi fyri land og fólk. Í Vágum 21.02.98 v/ Miðflokkin í Vágum Dánjal Johansen, formaður [...] og Jónhard Selfoss, Miðvági. Tiltakslimir: Helgi Mouritsen, Sørvági og Jógvan Nordendal, Sandavági. Á skránni til fundin var m.a. flogvallarmálið og undirsjóvartunnilin. Niðurstøðan av fundinum var, at [...] av hesum fortreytum er fast samband um Vestmannasund. Stigtakararnir fegnast annars um undirtøkuna á fundinum og hava góðar vónir til eitt komandi løgtingsval. Til valið í 1994, tá Miðflokkurin stillaði
oljuleiting við Føroyar. Í kjalarvørrinum á hesi lóggávuni kemur so ein skattalóg og síðani tær treytir og reglur, sum skulu setast oljufeløgunum í sambandi við 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tað var l [...] oljufeløgini so smátt byrja at fyrireika seg til 1. útbjóðingina, sum verður á føroyska landgrunninum. Helst verður hol sett á hesa útbjóðing seinni í ár. Fyrstu loyvini kunnu so verða latin oljufeløgunum [...] umhvørvi, trygd, oljugoymslur, oljuútbúnað osfr. Í lógini stendur m.a. at olja og gass skulu flytast í land í Føroyum, men at landsstýrið kann gera undantak frá hesum. Har stendur eisini, at allur flutningur
yvirvág og stríddi seg upp á javnleik aftur. Men H71 kom fyri seg aftur og fór frá 21-21 upp á 23-21. Men Kyndil slepti kortini ikki og javnaði aftur til 24-24. Fjáltur var um at koma á hoyvíkingar, sum høvdu [...] hoyvíkingur brýggjaði seg um. Eftir ein beinleiðis keðiligan fyrra hálvleik kom rættiligt lív í aftan á steðgin. Í fyrra hálvleiki endaðu alt, alt ov nógv álop við, at bólturin bleiv blakaður burtur, og serliga [...] striltið við at fáa nakað skipað álopsspæl at koyra. Alt ov nógvar avleveringar lógu niðri við føturnar á spælarunum, og so mátti byrjast av nýggjum. Men hóast hetta megnaði H71 ikki at sleppa frá Kyndli, og
tá tú byggir lívið á Jesus, tí tá setur tú Hann fremst í lívinum. Tað er sum at vera forelskað, bert á ein anna hátt. Hóast tú altíð hugsar og kennir teg sum kvinnu, so er tað á henda hátt, eg havi [...] fara á eina kristiliga ungdómsstevnu, og hon bað Mariu koma við sær. Eg hugsaði, at eg fyri stuttleika skuldi fara við henni, uttan at gera mær meira far um tað, sigur Maria. Hvørt kvøldið á ungdómsleguni [...] hevði havt skrivtligt samband við í tvey ár. Tá fór eg at vitja á fyrsta sinni, og níggju mánaðir seinni fór eg í kleystur. Tað kom óvart á øll, tí eg hevði ikki sagt nøkrum frá, at eg hevði samband við
Ólavur í Beiti Rak »Christian«, gamli »Christian í Grótinum«, ikki uppá land, hevði hann verið seldur í dag. Marokanskt fekag hevði næstan keypt nótabátin, men so hendi óhappi og skipið liggur enn í Las [...] nótabátin. Kostar um 100 mió. Og nýggi kombineraði trolarin og nótabáturin »Christian í Grótinum« er eisini á veg. Hann gjørdi rekordtúr úr Valdivia í Chile til Kopervik í Noregi. Karmoy Winch setir nú spølini [...] fjúrtan dagar. Gongst so alt eftir ætlan, metir Christian Martin Rasmussen at skipið verður klárt at fara á svartkjaftaveiðu um tríggjar vikur. »Christian í Grótinum« lastar knapt 2000 tons í tangunum. Hann hevur
hann til? ? Vit skulu brúka bygningin sjálvir. Vit hava havt ætlanir, um at byggja ein bygning uppi á Hálsi, men tá vit fingu høvið til at keypa henda bygningin í staðin, so gjørdu vit heldur tað. Hvør [...] Sverrisgøtu, meðan grannskoðanin er í bygninginum uppi við SMS, ein fjórði partur er í bygningum hjá Lands verkfrøðinginum við Tinghúsvegin, so tað er so sundurliða. ? Nú fáa vit savnað fyrisitingardeildina [...] urnar betri, og harafturat kunnu vit bjóða kundunum eina betri tænastu, av tí at alt verður savnað á einum stað. Marner Jacobsen sigur samstundis, at bygningurin liggur sentralt og í sera vøkrum umhvørvi
Sum øllum kunnugt standa Føroyar á gáttini til byrjanina av einum leitingarskeiði eftir olju og gassi (kolvetnum) á føroyska landgrunninum. Ásetingin av teimum løgfrøðisligu kørmunum, sum hendan frálandavinnan [...] frálandavinnan skal virka undir, hevur leingi verið á veg, og er í samband við Løgtingsins viðtøku av lógaruppskotinum tann 24. februar 1998 komin undir land, og løgfrøðisliga við einum úrsliti, sum Føroyar [...] inntøkukelda sum møguligt fyri Føroyar. Eisini eigur at verða víst á, at tey nevndu føroysku oljufeløgini sjálvi hava boðað frá, at tey vilja virka á vinniligum grundarlagi. Tá ið so er, mugu hesi eisini tola