Nýggi »Christian í Grótinum« klárur um tríggjar vikur

Hann sigldi teinin úr Chile til Noregs uppá rekordtíð, 22 døgn. Karmoy Winch setir nú spøl í »Christian í Grótinum«. Gamli »Christian í Grótinum« eitir nú bara »Christian«

Ólavur í Beiti


Rak »Christian«, gamli »Christian í Grótinum«, ikki uppá land, hevði hann verið seldur í dag. Marokanskt fekag hevði næstan keypt nótabátin, men so hendi óhappi og skipið liggur enn í Las Palmas.

Pf. Christian í Grótinum hevur ikki enn tikið avgerð um, hvat gerast skal við nótabátinum »Christian«, men stendur tað til Christian Martin Rasmussen, reiðara, verður helst roynt at sleppa av við gamla nótabátin.


Kostar um 100 mió.

Og nýggi kombineraði trolarin og nótabáturin »Christian í Grótinum« er eisini á veg. Hann gjørdi rekordtúr úr Valdivia í Chile til Kopervik í Noregi.

Karmoy Winch setir nú spølini í »Christian í Grótinum« og verður hetta arbeiði liðugt um einar fjúrtan dagar. Gongst so alt eftir ætlan, metir Christian Martin Rasmussen at skipið verður klárt at fara á svartkjaftaveiðu um tríggjar vikur.

»Christian í Grótinum« lastar knapt 2000 tons í tangunum. Hann hevur 7.000 hk maskinu og er 74 metrar langur. Til samanberingar kann nevnast at »Christian« hevur bert 3.000 hk maskinu og er 54 metrar langur.

Og tá nýggi kombineraði trolarin og nótabáturin er klárur at fara til fiskiskap metir reiðarin at kostnaðurin kemur at liggja um 100 mió. krónur.

Pf. Christian í Grótinum eigur eisini »Palla hjá Mariannu« sum roynir við línu í Suðuratlantshavinum.