Fyri at taka tað seinasta fyrst, so var tað í løgtinginum hent, sum ikki var hent áður, at øll tingmanningin stóð sum ein maður. Hetta var ta ferðina, ið vit skuldu krevja »dómarakanning«, men hvat hendi? B.H. fekk sindrað alt sundur við sínum samrøðum og telefaxum, og úrslitið hava vit nú. Jú, B.H., tað er satt sum tú sigur, tað er umráðandi at standa saman sum ein maður! Um øll standa saman, so er lættari hjá einum at hoppa frá. »Saman at standa var ei okkum givið«; kanska tað er grundprinsippið hjá B.H. Nei, kanska hann hevur lært av mistakinum og tí blívur við at rópa um at standa sum ein maður.
Síðani hansara alfa og omega í løtuni: arbeiðsrætturin. Hann er jú tann rætti at skriva um slíkt, ein maður, ið ongantíð hevur fingið lort undir neglirnar, hann má jú halda at øll tey, ið eru skitin og sum dálka seg, tey eru lógbrótarar og kriminell, og so mugu tey revsast og dømast, og tað má maðurin jú vera yvirbevístur um, tí hann hevur jú lisið jura, og tá læra teir um slíkt.
Nei, mín góði B.H., vassa í land aftur meðan tú grynnur, tí tú kemur skjótt út á djúpt vatn við tí hugburði, ið tú hevur um tað arbeið-andi fólkið, og ta viðferð, ið tú hevur tonkt tær at givið teimum, um tú hevði »magt sum tú hevur agt«.
Eg veit einki um at ein arbeiðsmaður, ella ein dekkari á einum skipi fáa snýtt arbeiðsgevaran ella reiðaran, um so var so fingu teir fótin í afturpartin beinanvegin. Arbeiðsgevarin er altíð tann, ið situr á pengakassanum, og tað vil altíð vera hann, ið kemur at hava maktina og at kunna snýta arbeiðaran, um hann hevur hug til tess. So mín góði B.H., so at seta ein dómstól á nakkan á arbeiðsmanninum er púra burturvið. Tað eru ikki tey, ið stríðast á gólvinum, ið rendu samfelagið um koll, men mundu »juristarnir« ikki mangan arbeiða yvirtíð í 80-unum. Eg havi ikki hoyrt um nakra kanning av teimum ella nakran serdómstól at hála teir til.
So, B.H., tú skalt ikki vága tær aftur at rópa upp um rættartrygd, tú ið heldur so hánt um tann meiniga føroyingin, ið hevur knógvað undir einari kreppu nú í fleiri ár, og sum fyri ein stóran part er skapt av »tí betra slagnum«.
B.H., rættartrygd er í mínari verð, at øll eru líka fyri lógini!!!
Vinarligast við tøkk fyri upptøkuna,
Dánjal Hansen