30 fólk vóru møtt. Nevnd var vald og skipaði hon seg soleiðis: Dánjal Johansen, Miðvágur, formaður, Kristianna Hansen, Sandavági, næstformaður, Sonni Jacobsen, Sørvági, skrivari, Poli í Lon, Miðvági og Jónhard Selfoss, Miðvági. Tiltakslimir: Helgi Mouritsen, Sørvági og Jógvan Nordendal, Sandavági.
Á skránni til fundin var m.a. flogvallarmálið og undirsjóvartunnilin.
Niðurstøðan av fundinum var, at Miðflokkurin í Vágum framhaldandi vil stríðast fyri at vinnufyritøkur og fiskavirkir í Vágum verða lív lagað og fáa neyðugar fortreytir at virka undir. Ein av hesum fortreytum er fast samband um Vestmannasund.
Stigtakararnir fegnast annars um undirtøkuna á fundinum og hava góðar vónir til eitt komandi løgtingsval.
Til valið í 1994, tá Miðflokkurin stillaði upp fyrstu ferð, gjørdist hann 4. størsti flokkur í Vágum ? hetta m.a. tí politikkur floksins byggir á kristnu lívsáskoðanina, ið er tað altavgerandi fyri land og fólk.
Í Vágum 21.02.98
v/ Miðflokkin í Vágum
Dánjal Johansen, formaður