Hoyvíkingar vinglaðu

Hondbóltur: Kyndil mundi oyðilagt allar FM-vónirnar hjá H71, tá liðini mikukvøldið spældu ein rimmar seinna hálvleik í høllini á Hálsi

H71 vann ? sum væntað ? dystin móti Kyndli mikukvøldið, men tað bleiv meira spennandi, enn nakar hoyvíkingur brýggjaði seg um.

Eftir ein beinleiðis keðiligan fyrra hálvleik kom rættiligt lív í aftan á steðgin.

Í fyrra hálvleiki endaðu alt, alt ov nógv álop við, at bólturin bleiv blakaður burtur, og serliga hjá Kyndli gekk tað sera striltið við at fáa nakað skipað álopsspæl at koyra. Alt ov nógvar avleveringar lógu niðri við føturnar á spælarunum, og so mátti byrjast av nýggjum.

Men hóast hetta megnaði H71 ikki at sleppa frá Kyndli, og stórar partar av hálvleikinum vóru teir enntá aftanfyri. Ein av orsøkunum var, at størsta skothóttanin hjá H71, Hans Guðmundsson, varð væl vardur og slapp ikki so ofta upp at skjóta, sum vanligt er. Ein onnur orsøk var, at hóast álopið hjá Kyndli hevði trupult við at spæla seg ígjøgnum, endaðu nógv langskot í málinum ? fleiri ferðir via H71-fingrar og -hendur. Hinvegin stóð Andreas F. Hansen ofta leysur inni á strikuni, og hann fekk eisini trý mál upp í slag eftir fríspæling, har kyndlaverjan hugsaði alt ov nógv um at demma upp fyri skotum útifrá.

Sostatt fór H71 til hálvleiks við 14 málum, meðan Kyndil hevði 12, og tey flestu roknaðu við, at munurin bert fór at økjast í seinna hálvleiki.


Kyndil tók seg saman

Men tað hendi ikki. Knappliga lógu avleveringarnar hjá Kyndli, har tær skuldu, og teir fóru eisini at spæla ymisk álopssystem, sum riggaðu ? ja útspældu. Í hinum endanum var Jákup Símun Simonsen, sum var sera anonymur í fyrra hálvleiki, farin at síggjast meira, men tað var Kyndil, sum nú hevði yvirvág og stríddi seg upp á javnleik aftur.

Men H71 kom fyri seg aftur og fór frá 21-21 upp á 23-21. Men Kyndil slepti kortini ikki og javnaði aftur til 24-24. Fjáltur var um at koma á hoyvíkingar, sum høvdu bæði stigini fyri neyðini fyri at fylgja við VÍF í toppinum. H71-liðið varð sjónliga tikið á bóli av ágrýtnu kyndlamonnunum, sum veruliga høvdu tikið seg saman í hálvleikinum. Seinastu tíggju minuttirnir gingu við, at H71 skoraði og Kyndil javnaði hvørjaferð. Men í síðsta enda vórðu tað kortini hoyvíkingar, sum drógu longra stráið. Í seinastu sekundunum fall Kyndil av onkrari orsøk aftur til ónollurnar frá fyrra hálvleiki við ikki at brúka høvdið, og tað taptu teir í seinasta enda uppá.

At nógv sekund kundu verið spard, um dómararnir høvdu verið kvikari at steðga tíðini í øllum steðgunum, sum vóru, er ein onnur søga. Men tað kann ikki vera rætt, at tað so at siga hvørja ferð eru spælararnir, sum mugu biðja dómararnar um at steðga tíðini, tá dysturin er so javnur, at hvørt sekund kann telja.

H71 fekk stigini, teir komu eftir, men tey vóru ikki løtt at hála í land. Kyndil vísti, at um teir veruliga vilja, so kunnu teir hótta tey betru liðini. Men tað er bara nakað seint at vísa tann viljan nú.


H71-Kyndil 28-27 (14-12)

H71: Hans Guðmundsson 10, Hallur Danielsen 5, Anfinn N. Debess 4, Andreas F. Hansen 4, Finnur Hansson 2, Jákup S. Simonsen 2, Halgir D. Olesen 1.

Kyndil: Hannis Wardum 8, Bjarni Wardum 6, Bárður Johannesen 5, Hans-Áki Dahl-Christiansen 3, Niklas Djurhuus 3, Uni Wardum 2.

Útvísingar: H71 4, Kyndil 3.